týsdagur 12. mai 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leiðari til Brúsa í Leirvík
Søkt verður eftir leiðara til dagstovnin Brúsa í Leirvík at byrja 01. juli 2015 ella
skjótast til ber.
Leiðarin hevur ábyrgdina av tí aðalmáli, ið er sett fyri stovnin og av tí
námsfrøðiliga virkseminum, ið verður gjørt.
Leiðarin hevur, í samstarv við Eysturkommunu, tað fíggjarligu og fyrisitingarligu
ábyrgdina.
Starvið er 40 tímar um vikuna.
Í Brúsa arbeiða 11 námsfrøðingar og 9 hjálparfólk.
Um stovnin:
Dagstovnurin Brúsi lat upp 10. august 2009 og er ásettur til 84 børn. Í dag
eru 3 barnagarðsstovur og 2 vøggustovur. Stovnurin liggur í barnarvinarligum
umhvørvi í Leirvík.
Førleikakrøv:
• námsfrøðiliga útbúgving
• viðkomandi leiðsluroyndir
Vit ynskja av tær:
• at tú ert álítandi og hevur góð evnir og vilja at samstarva
• skapar góðan trivnað og kanst menna starvsfólkini og stovnin sum heild
• at tú dugir at lýsa sjónarmið fyri øðrum
• at tú ert strukturerað/ur og hevur góð evnir at taka avgerðir, raðfesta og
fremja ætlanir í verki
• at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag
• at tú vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið
• at tú ert tænastusinnað/ur
• at tú ert fyrikomandi
• at tú ert sjónlig/ur
• at tú hevur góð samskiftisevnir í skrift og talu
• at tú hevur góð evni at umstilla teg í einum broyttum umhvørvi.
• at tú sær møguleikar fram um vansar.
• at tú hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir
Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:
• at børn og starvsfólk trívast og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum
• at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
• at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn
• at virða tað einstaka barnið
• at síggja møguleikarnar í náttúruni
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðagevarafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til:
Eysturkommuna,
Kulibakki 8,
520 Leirvík.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 12. juni 2015 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Ove Heinesen, umsitingarleiðari, á telefon 73 00 12.
Námsfrøðingur til Gjáa
Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi at byrja 10. august 2015. Talan er um starv á 30
tímar um vikuna.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera
Eysturkommunu, Kulibakki 8, FO - 520 Leirvík, í hendi í seinasta lagi 29. mai
2015 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dagbjørt Ó. Hansen, leiðara á
telefon 73 00 51.
Námsfrøðingar og
hjálparfólk til Brúsa
Søkt verður eftir 3 námsfrøðingum. Talan er um 2 størv á 35 tímar um vikuna
at byrja 10. august 2015 og 1 starv á 35 tímar um vikuna fyri starvsfólk í
barnsburðarfarloyvi frá 1. juli ella skjótast til ber og fram til 15. mai 2016
Eisini verður søkt eftir 1 hjálparfólki at byrja 10. august 2015. Talan er um
tíðaravmarkað starv á 35 tímar um vikuna fram til 30. juni 2016
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera
Eysturkommunu, Kulibakki 8, FO - 520 Leirvík, í hendi í seinasta lagi 29. mai
2015 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigvør Gregersen, leiðara á
telefon 73 00 41.
Námsfrøðingar til
Frítíðarheimið í Leirvík
Søkt verður eftir 4 námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv frá 10. august 2015 til
30. juni 2016.
Talan er um 2 størv á 23 tímar um vikuna og 2 størv á 20 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru seinnapartin á degi
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera
Eysturkommunu, Kulibakki 8, FO - 520 Leirvík, í hendi í seinasta lagi 29. mai
2015 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu E. Olsen, leiðara á
telefon 73 00 53.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið
Har eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett ístaðin.
Víst verður til heimasíðuna hjá Eysturkommunu: www.eysturkommuna.fo