Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 15. mai 2015 Mentanarnevndin vil ikki lata løg­ ting­ið taka støðu til stuðul til privatar miðlar Eitt politikst triks, sum formenn í løg­tings­ nevnd­um mangan brúka, er at súlta mál. Eitt dømi um tað hendi mikudagin, tá Bjarni Djur­ holm, for­maður í løgtingsins ment­an­ar­nevnd, enda­liga súltaði málið um stuðul til priv­at­ar fjølmiðlar. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur í longri tíð arbeitt við upp á onkran máta at javn­seta privatar miðlar, eftir at Jógvan á Lakj­ uni tók eina sera illa umhugsaða av­gerð um at klaska útvarp og sjónvarp sam­an fyri 11 árum síðani. Samstundis gav mentamálaráðharrin hjá Fólka­flokkinum hesum risastóra al­menna stovni heimild at taka lýs­ing­ar­grund­ar­lagið undan privatu miðlunum. Fólka­flokkurin hevur í sínum skjøldri, at hann er ein liberalur flokkur, sum vil kapp­ing í vinnu­lívinum. Í verki sýnir Fólkaflokkurin tó tann hug­ burð, at vinnan skal knúskast við almennari upp­í­legg­ing. Gamaní dáma teimum í Fólka­ flokkin væl at spilla starvsfólk í Kring­varp­ i­num út og kalla tey fyri líkt og ó­líkt, tí tey kanska ikki meina tað sama sum Fólka­flokk­ ur­in. Men tað er Fólkaflokkurin, sum hev­ur givið almenna kringvarpinum heimild – á kapp­ing­ar­avlagandi grundalag – at kappast við privatar miðlar. Soleiðis hev­ur Fólkaflokkurin tikið avgerðina um, at almenna kringvarpið skal partvíst fíggjast við at selja lýsingar og sponsorat. Ikki tí, at tað hevur týdning fyri raksturin av stovn­i­num, tí tað hevur tað yvirhøvur ikki. Tað hevur hinvegin stóran týdning fyri privatu miðlarnar, at teir altíð og støðugt skulu kappast um lýsíngarnar við Kringvarpið, sum dumpar prísirnar eftir egnum tørvi. Tað er líkasum komin sportur í hjá seljarum í Kringvarpinum, at privatu miðlarnir skulu í øllum førum ikki fáa lýsingarnar. Tí verða almenna skattakrónur settar til fyri at knúska privatar miðlar. Sirkusið í løgtinginum seinastu dagarnar vís­ir, hvussu lítil seriøsitetur er í okkara lóg­ar­ smíði. Tingfólk skulu fyri alt í verðini í summ­ arfrí, og tí skrumla tey eina rúgvu av týdn­ ing­armiklum málum í gjøgnum tingið uttan seriøsa tingviðgerð. Tað hevur størri týdning fyri tingið, at tingfólk hava 11 vikur summarfrí, enn at fremja serøst løg­tingsarbeiði, hóast tað førdi við sær, at summarferian fóru úr 11 vikum niður í 10 ella 9 vikur. 100 ár er liðin síðani, at Sjálv­stýr­is­ flokk­urin seinast fekk umboð valt á Fólkating. Tað var tann 12. mai í 1915, at fólkatingsval var í Føroyum, og veljast skuldi ein maður á Fólkating. Bara menn høvdu atkvøðurætt, og bara tveir menn vóru at velja ímillum. Sjálvstýrisflokkurin stillaði unga løgfrøðingin, Edward Mortensen, seinni Mitens, upp, meðan Sambandsflokkurin stillaði Andras Samuelsen upp. Edward Mitens og Sjálvstýrisflokkurin vunnu á Andrasi Samuelsen og Sambandsflokkinum. Sjálvstýrisflokkurin fekk 760 atkvøður, meðan Sambandsflokkurin fekk 668 atkvøður. Sjálvstýrisflokkurin hevði tá ikki havt fólkatingsumboð, síðani Jóannes Patursson fall á valinum í 1906, og Tingakrossur, málgagnið hjá Sjálvstýrisflokkinum fegnaðist sum vera man um valsigurin: »Saa fik vi da Hul paa den engang, den Jericho-Mur av Sløvhed og Fordom, af Mistro og Selvopgivelse, af Frihedsfrygt og Trællesind, hvormed Sambandets Enegvælde i snart 10 lange Aar har holdt den færøske Folkevilje indespærret. Endelig var denn bleven saa raadde, den skimlede, ormædte Mur, at en 12 Dages Valgkapagne evnede at faa den til at klaske sammen og falde i Grus for sine Basunestød. Det føles som en Lettelse, man synes uvilkaarlig, at Luften er bleven renere at aande i, nu da det er overstaaet – undtagen af dem, der sidder grædende og harmfulde tilbage paa Ruinerne...« Tað neit kanska fast hjá Sambandsflokkinum at missa danska sessin í 1915. Men spurningurin er, um tað svíður eins illa hjá Sjálvstýrisflokkinum. Eingin annar føroyskur flokkur hevur enn megnað at tapa hvørt val í 100 ár... Bótin hækkar upp í 25.000 krónur Nú fer tað rættiliga at svíða í pengapunginum hjá Sea Shepherd, og øðrum, sum leggja seg út í grinda­dráp. Løgtingið hevur samtykt, at tey, sum leggja seg út í grindadráp, skulu hava minst 25.000 krónur í bót. Síðani kann bótin hækka, alt eftir, hvussu harðliga, tey fara til verka. Annars kunnu tey eisini verða dømd at sita í fongsli. Hetta stendur í nýggju grindalógini, sum løg­ ting­ið hevur samtykt nú í morgun. Hetta er nógv harðari revsing, enn Jacob Vest­ er­gaard, lands­stýrismaður í veiðimálum, hevði ætlað. Hann hevði skotið upp, at tær minstu bøt­ur­nar skuldu vera 5.000-7.000 krónur. Men ein stórur meiriluti í løgtinginum heldur ikki, at hetta er nóg mikið fyri at ræða fólk frá at leggja seg út í grindadráp. Tann súltandi mentanarnevndin Fer at svíða hjá Sea Shepherd Gamla sjálvstýri leggja út í grindadráp stríð um skansabryggju: Les eisini blaðið á telefonini Við talufrælsi kemur ábyrgd Niels Uni Dam Tíðargrein síða 19 Meira um Skansan Johan Mortensen Kjak síða 25 Visti tú? At 50.502.415 børn eru fødd í heiminum higartil í ár... Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Johan Mortensen í aftursvari til borgarstjóran á síðu 18 »Aftursvarið frá Heðin Mortensen er ófantaligt og óverdugt fyri ein borg­ meist­ara. Heðin Mortensen jublar yvir at eg ikki varð valdur í býráðið. Kortini hev­ur borið mær til at gera ymiskt Havnini at frama« –100 ár frá fólkatingi