mikudagur 13. mai 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mai 2015
sosialurin 55
4
Í stóru Evropeisku roknikappingini
Pangea, sum um vikuskiftið var
hildin í Keypmannahavn, vann
Sesilia Dalbø av Norðskála triðju
virðisløn í sínum árgangi
Seks føroysk børn luttóku á stóru finaluni
á roknikappingini, Pangea, sum varð hildin
í fleiri ymsum evropeiskum londum sam
stundis sunnudagin 10. mai.
Tilsamans kappast eini 300.000 børn í
øllum Evropa til Pangea-dystin.
Í Danmark var kappingin hildin á
vinnuháskúlanum Metropol í Keypmanna
havn, har 5000 børn í aldrinum 3. til 9.
flokk úr danska kongsríkinum kappaðust í
matematik.
Endamálið við kappingini er at bjóða
teimum ungu rokning uppá tann stuttliga
mátan, samstundis, sum tey venja sær
heilan.
Fyri at sleppa við til finaluna hava
ungu roknitalentini verið ígjøgnum nakrar
rokniroyndir.
Fyrst svara tey ymsum rokniuppgávum
á egnum skúla og so verða teir næmingar
nir, sum fyri hvørt floksstig hava megnað
at roknað seg í topp 16, bodnir til finaluna.
Føroysku luttakararnir, sum megnaðu
at koma í finaluna, vóru fýra næmingar
úr Eysturskúlanum og tveir úr Norðskála/
Oyrar skúla. Tað eru lærararnir, sum hava
meldað næmingarnar til, og hesir seks
føroysku næmingarnir, sum eru á ymsum
floksstigum, megnaðu at rokna seg til
finaluna.
Torført at rokna á donskum
Tá næmingarnir møttu, fingu teir hvør sína
t-shirt og sendir inn í stóra auditorium'ið
á Metropol. Foreldur og lærarar máttu
bíða uttanfyri, meðan næmingarnir
roknaðu í ein tíma. Allir næmingarnir
loystu skrivligar uppgávur, uttan 8. flokkur,
sum fekk munnligar avbjóðingar – og har
sluppu hini at hyggja at og fylgja við.
So var steðgur, har tey fingu okkurt at
eta, og síðani vórðu nummar 1, 2 og
3 á hvørjum floksstigi kunn
gjørd.
Sum Sosialurin skilir,
høvdu føroysku næm
ingarnir ávísar málsligar
trupulleikar, tí tey ikki
skiltu donsku heitini og
orðingarnar, sum jú eru
ólík teimum føroysku. Hetta
gjørdi tað sjálvsagt eyka tor
ført hjá okkara næmingum.
Kortini eydnaðist tað Sesiliu Dalbø,
sum gongur í 3. flokki á Norðskálar/Oyrar
skúla, at rokna seg til eitt flott triðja pláss
og harvið fáa eina heiðursgávu. Av tí, at
bara fyrsta, annað og triðja pláss vóru
kunngjørd, er óvist, hvar hinir næmingar
nir endaðu. Men tað, at vera komnir til
finaluna, má sigast at vera flott.
Hinir knaú roknararnir vóru:
Í 3. flokki: Gilli Eli Við Streym Jóhanson
úr Norðskála – Oyrar skúla,
Marita Emma Heinadóttir og
Høgni Johansen úr Eysturskúlanum.
Í 4. flokki: Marita Jóhonnudóttir Arge
úr Eysturskúlanum,
Í 5. flokki: Búi Petersen
úr Skúlanum á Argjahamri
Í 9. flokki: Birna Sigvardsen
úr Eysturskúlanum
Sosialurin ynskir Sesiliu Dalbø – og øllum
hinum – hjartaliga tillukku!
eydna@sosialurin.fo
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av landsynningi, fyrrapartin
yvirhøvur turt, men seinapartin
regn. Hitin millum 7 og 10 stig.
Veðrið leygardagin og
sunnudagin:
Hvassur vindur upp í skrið av
útsynningi og vestri og ælingur.
Hitin millum 6 og 10 stig.
Veðrið mikumorgunin:
Ein hátrýstryggur 1020
hPa. Vestanfyri Føroyar fer í
landnyrðing.
Veðrið hósnáttina:
Ein hátrýstryggur við Føroyar fer í
landnyrðing.
Seinnapart:
Gul til stívt andøvsgul av
útnyrðingi, turt og sólglottar. Hitin
millum 3 og 6 stig.
fríggjadagin
mikudag
hósdagin
5-10 m/s
10-15 m/s
1-6 m/s
5-10 m/s
10-15 m/s
5-10 m/s
Fleyr av ymsum ættum, um
kvøldið stívt andøvsgul av
landsynningi. Yvirhøvur turt og
sólglottar og hitin millum 8 og
11 stig.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»So fer tingið í summarfrí
í meira enn 2 mánaðir –
bevar os vel, sigi eg bara!«
Sæð á Facebook:
»Eg giti, at børn fáa millum
nøvn, so tey skulu vita, nær
mamman er ill við tey«
Felagskapurin kann tó møta størri mótstøðu
enn undanfarin ár, tí løgtingið viðgerð eitt
uppskot, sum skal loyva harðari sekting fyri
tey, sum leggja seg út í gindadráp.
Operatión Sleppið Grindini, sum byrjar í juni, verður sætta herferðin hjá Sea
Shepherd í Føroyum – og verður sambært felagsskapinum tann higartil størsta.
Havsbrún hevur tikið ímóti
75.000 tonsum av rávøru
fyrstu 3 mánaðirnar í ár.
Kanningin av málinum
um Skálafjarðartunnilin
verður liðug í summar,
og verður mett at kosta
tilsamans uml. 5,5 mió. kr.
Rúsan letur upp eina
deild við Norðskála.
Stórt fokus hevur verið
á happing seinastu
árini, men ein stór
kanning vísir
nú, at tað er
framvegis er
happing ímillum
føroysk børn,
og at næmingar
í 9. flokki eru
ringastir at happa.
Annika Olsen vil broyta
lóggávuna, soleiðis,
at borgarstjórar ikki
kunnu vera tingfólk.
13. mai fer tingið í
Summarfrí – møtt verður
aftur á ólavsøku.
Eitt ógvusligt ferðsluóhapp
er á Landsvegnum við
Hósvík. Tað var stutt eftir
klokkan átta í fríggja
dagin, at ein bussur hjá
Bygdaleiðum rendi upp
í reyvina á einum lítlum
lastbili hjá Landsverki, sum
stóð stillur á vegnum.
»Grindadráp«
Sesilia Dalbø av Norðskála
vunnið roknivirðisløn
rokning
Mest
nýtta
orðið
hesa
vikuna
...uppá ein minutt
fleiri føroyingar eru
løntakarar í dag, enn
við ársbyrjan í 2014
830
mangt og hvat
Visti tú?
Tú kanst ikki
droyma og snorka
í senn
myndir: Johanna við Streym