mikudagur 13. mai 2015síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2015
SOSIALURIN 55
40
T
að var sum eitt snarljós.
Men ikki sum eitt snarljós
úr erva, og toruveður var
als ikki.
Men annars sum eitt snarljós.
Á bussferð í Marokko við kósini
móti býnum Fez, stegðaðu vit í einari
tjóðlund. Har eru hesar forkunnugu
apurnar við ongum hala, sum eru
tjóðdjórið hjá Gibraltar, men eisini
búgva í øðrum londum.
Ferðafólki dámar væl apulótirnar
hjá halaleysu apunum, so vit vóru
har nøkur úr ymsum londum og
heimspørtum.
Millum annað vóru har eini
hjún úr landi, har sum kvinn
ur ganga í burka, tí bara eygu
teirra mugu síggjast, og sjálvar
noyðast tær at síggja.
Konan var í burka úr fín
um klæði, silki kanska. Og
liturin á hesum fína stakki
var ikki minni glæsiligur,
koboltbláur ella aqua
marine kanska, sum eru vakrastu litir
í okkara verð. Og onnur verð er ikki til.
Hon gav apunum jarðarnøtur,
hendan unga gifta kvinnan. Men við
eitt vendi hon sær á og hugdi at
mær. Tað var sum eitt snarljós.
Bara eyguni sóust, tey
vóru myrk. Men uttan um
eyguni hevði hon málað
bylgjur, ella logar?, í
sama ørandi liti
sum burkan.
Um tað riggaði? Ja, sum eg segði,
sum eitt snarljós. Gandakent, for
kunnugt, óvæntað.
Kvinnukúgan kalla vit í okkara
heimsparti hetta, at kvinnur noyðast
at ganga í tjaldi og hyggja gjøgnum
ljóaran.
Men tær halda tað ivaleyst vera
kvinnukúgan, tá kvinnur kenna seg
noyddar at vera í klæðum, sum forða
blóðrenslinum og geva andaneyð.
Sum alt annað í hesi syndugu verð er
kvinnukúgan relativ.
Neyvan hava tey í teimum londum,
har sum kvinnur krógva seg í burka,
slíkar idiotiskar spurningar sum vit
hava í okkara fjølmiðlum: hvørjum
hyggur tú at hjá hinum kyninum? Tí
svarið kann bara vera eittans: eygunum.
Hvørjum hyggur tú at hjá hinum
kyninum? Hvørjum hyggur tú at hjá
sama kyni ber neyvan til at spyrja í
hasum londunum, so dánt her hjá
okkum, sum kalla okkum framkomin.
Annars er tað ein skitin ósiður,
sigst, at hyggja at konufólki. Men tað
gera øll mannfólk og so nøkur konufólk
afturat. Spurningurin er, um ósiðurin
ikki er vorðin ein siður, ein tradisjón, tá
so nógv brúka hann.
Hvussu var annars í Marokko,
spyrja fólk? Óført, ein heil vika, átta
dagar og sjey nætur uttan avfall. Eg
helt ikki, at tað bar til.
Í Morokko er seyðurin eisini við
landsvegirnar. Men hann er í fylgjum,
og hjá hvørjum fylgi er seyðamaður,
sum ansar eftir, at seyðurin fer ikki út
á vegin.
Í Marokko ber neyvan til at tryggja
seyð. Og lønin hjá seyðamanninum er
uttan iva minni enn tryggingin kostar,
um nøkur er.
Og langt var millum snapsirnar. So
tá ein tænari eftir døgurðan spurdi, um
nakar vildi hava te, affi ella schnapssss,
hildu vit, hann skemtaði. Tað gjørdi hann
ikki. Hann hevði snaps. So sanniliga.
Vit fara heim aftur á hálvbardu
klettarnar við leysakasti.
Hvør er munurin á einum morgni
í november og einum morgni í mai í
Føroyum?
Í mai er ljóst og kavi, í november er
myrkt og tátt.
Annars er nógv lættari fyri sam
vitskuna at búgva í landi, har sum
heyst ella vetur eru alt árið og ikki hatta
tvætlið við fýra árstíðum.
Tí tá sólin skínur, stilli er og turt,
skalt tú mála, grilla og royta illgresi alt í
senn. Tú ert pliktaður, tá veðrið er gott.
Og tað er tíbetur sjáldan, sum jólagás
summarnátt.
Í Betlehem var føðideildin stongd
jólaaftan tá fyri 2015 árum síðani, men
eingin mótmælti, tað vitað er um.
Nú er føðideildin í Betlehem stongd
med alla uttan h. Eingin keisari er
longur í Rom, so ikki ber til at gera
keisaraskurð.
Landsstýrið hevur strikað punkt
gjaldið, tollin, á kosmetikki, tí so er
bíligari at sminka fíggjarlógina.
Snarljós úr burka
Finn Johannesen
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Heri Jakobsen
Bústaður: Lærari
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin:
Barnadreymur mín var at gerast lærari. Tað bleiv eg - og eri tað enn - og
mær dámar tað SERA væl
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn:
At vit menn eru ikki so galnir kortini
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin:
Helst einki, tí "den tid den sorg"!!!
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til
veruleika:
At gerast útoyggjalærari, og tað hendi mest sum av tilvild
Hvat er títt besta heimaráð:
Balla teg væl og djúpt undir dýnuna, tá rættuligt og herviligt
MANNFÓLKAKRÍM herjar kroppin!!!!!
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað:
Sáttur og semja!!
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin:
Tá eg brádliga stóð undir liðini á kærum vinmanni, sum eg sjáldan síggi,
tí hann býr uttanlands
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
Tað er, at egoisman stórtrívist í Føroyum
Tann støðuga ringa
samvitskan
snýr seg um,
at tú:
ikki náddi tað, eg
hevði sett mær fyri
Enda setningin:
Føroyingar
burdu...
... latið vera við at grátið um
hjálparloysi og líkasælu, men
heldur víst dirvi og dugnaskap!
BAKSÍÐAN