Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jóhann Christiansen Kjak síða 12 Sjálv­ andi bor­g­ ar­stjórar á ting Zakarias Wang Kjaks síða 12 Nýtt um borg­ ar­a­løn Umframt teir fýra borgarstjórarnar, sum sita á tingi, so hava fimm aðrir borg­ar­stjór­ar boðað frá, at teir eisini ætla sær á ting. Sosialurin hevur í nøkrum grein­um hugt nærri at hesum við­ ur­skift­um, og spurt, hví áhugin er so stór­ur millum borgarstjórar at sleppa á ting. Argumentini eru nokso ein­týð­ ug, at borgarstjórarnir ætla sær í løgtingið at føra komm­unal­poli­ tikk. Teir halda, at teir fáa fræg­ari ávirkan og ljóð fyri sínum komm­ un­al­politisku sjónarmiðum við at sita á tingi. Longu her kemur grús í mask­in­ a­rí­ið. Tí fyri tað um borgarstjórin í Eystur­kommunu ella í Vága komm­ unu heldur seg fáa størri ávirkan á kommunalpolitikk við at sita í løg­ting­inum, so er tað ikki rætt fyri tað. Tí ein borgarstjóri skal sjálv­andi reka kommunalpolitikk, meðan ein løgtingsmaður skal reka løgtingspolitikk. Verða mørk­ ini blandað saman, so kann stað­ festast, at Annika Olsen er á rætt­ ari leið, tá hon vil broyta vallógina so­leiðis, at tað ikki skal bera til hjá borgarstjórum at sita á tingi eis­ini. Eins og landsstýrisfólk mugu borg­ ar­stjórar, sum verða valdir á ting, taka støðu til, hvøn av fólkavaldu sess­u­num, teir taka. Í øllum førum er okkurt púra gal­ið, tá borgarstjórar kunnu sita og tingi og vera landsins dýrastu pol­itikarar, tí teir fáa tvær stórar al­menn­ar lønir. Tað kann í øllum førum ikki vera meiningin. Borgarstjórarnir, sum hava boð­ að frá uppstilling, eru borgarstjórar í kommunum, sum gjalda teim­ um 40.000 og 46.000 krónur í løn. Saman við tingmannaløn, yms­um snøklum og skattafríu koyr­i­peng­ um kann lønin koma upp í móti 90.000 krónur um mánaðin. Tá stýrskipanarlógin varð broytt miðskeiðis í nítiárunum, var tann broytingin gjørd, at lands­stýr­ is­fólk, sum eru vald á ting, máttu víka tingsessin, tá tey vórðu til­ nevnd landsstýrisfólk. Soleiðis var skip­anin ikki áðrenn. Men siðvenja var, at tey søgdu tingsessin frá sær. Tað er ein góð skipan, at lands­stýr­ is­fólk­ini ikki eru tingfólk – tí tey hava heldur ikki møguleika at ar­ beiða í tingnevndum, og tey skulu jú virka eftir tingsins vilja. Tey eru ting­sins tænarar. Tann argumentatiónin kann í ein ávísan mun eisini flytast yv­ir á borgarstjórar. Tí tað kemur kuril á tráðin, um borgarstjórar skulu veljast á ting at føra borg­ar­stjóra­ politikk. Tað er ikki tað, sum skip­ anin er til. super-borgarstjórar á ting Tingfólk hava sit­i­ð á 81 ting­ fund­um í til­sam­ ans 400 tímar hesa tingsetuna Í løgtingstingsetuni 2014 hev­ ur løgtingið havt 81 ting­fund­ ir. Ein tingseta er frá ó­lav­ søku til ólavsøku. Tingsetan, sum nú endaði, er tí ting­set­an 2014. Men fyri tað, um tingið nú er farið heim, so er ikki vist, at tingsetan er endað, tí løg­ ting­ið kann altíð kallast sam­ an aftur, um tað skuldi verið neyð­ugt. Men sambært tingsins ætl­ an, so skuldi tingið fara heim fríggjadagin 8. mai. Hetta varð tó broytt til miku­dag­in 13. mai. Um okkurt átroðkandi mál skuldi uppstaðið, so kann ting­ið altíð kallast sam­an aftur. Næsta tingseta, ting­set­ an 2015, byrjar ólav­søku­dag. Tann 23. juni kemur Hans Gammeltoft-Han­ sen til Føroya, og tá verð­ur frágreiðingini um leik­lu­t­in hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi lands­ stýrismanni, í málinum um Skálafjarðartunnilin løg fram. Enn veit eingin úrslitið. Men skuldi úrslitið verið lemj­andi fyri løgmann, so kann hugsast, at løgtingið verð­ur kallað saman at við­ gera støðuna. Tað má løg­ ting­ið eisini, um løgmaður æt­l­ar at leggja frá sær ella út­skriva val. Men verður løg­ mað­ur fullkomiliga reins­að­ur, so hendir einki. Við­víkj­andi Kára P. Højgaard, so er hann dømdur politiskt. Tá tingfundurin endaði mik­u­dagin segði Jógvan á Lakj­uni, løgtingsformaður, at teir 81 tingfundirnir hava vart í tilsamans 400 tímar. 156 mál eru framløgd, um­ framt 6 frágreiðingar sam­ bært § 51 í tingskipanini. 6 mál eru tikin aftur av upp­skots­set­ ar­u­num, 2 mál eru ikki kom­in aftur úr nevnd. Øll hini málini eru avgreidd frá ting­inum. 50 skrivligir fyri­spurn­ ing­ar eru settir. 94 munnligir fyri­spurn­ing­ar eru settir og svar­að­ir, og 31 ófráboðaðir fyri­spurn­ing­ar vóru á skrá á 5 fund­um. 96 § 52 a spurningar eru sett­ir higartil. Hesir nevndarfundir hava verið: Fíggjarnevndin 33 fundir Uttanlandsnevndin 18 fund­ir Landsstýrismálanevndin 7 fund­ir Vinnunevndin 36 fundir Trivn­aðarnevndin 18 fund­ir Mentanarnevndin 11 fund­ir Rættarnevndin 15 fundir Hava fundast í 400 tímar Borgarstjórar hava ikki grundgivið ikki sannførandi Fyrrapartin fleyr til gul av ymsum ættum, turt og sólglottar, men seinnapartin strúkur í vindi av suðri og regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin frískur vindur av útsynningi og ælingur og hitin um 8 stig. Fríggjadagin strúkur vindi av útnyrðingi og ælingur, partvís kavi og hitin fellur niður móti frostmarkinum. Veðrið mánanáttina: Eitt lágtrýst, 993 hPa. sunnanfyri Ísland fer eystureftir. Veðrið týsnáttina: Lágtrýstið í Norðsjónum stendur mestsum í stað. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og eystri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. mikudagin mánadag týsdagin 8-13 m/s 1-6 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norði og okkurt æli fyrrapartin, men annars turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig.