mánadagur 18. mai 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
André Olsen
Sannførandi formurin hjá
KÍ á heimavølli heldur fram.
Sunnudagin vunnu klaks
víkingar sín fjórða heima
sigur á rað, tá teir vunnu 1-0
móti TB. Sum heild var talan
um gott avrik frá KÍ, men í
fyrra hálvleiki fekk KÍ harða
mótstøðu
frá
gestunum
úr TB, sum serliga í tí eina
førinum, misnýttu ein risa
møguleika.
Heimaliðið
byrjaði betur
Frá byrjan av í dystinum,
var tað KÍ sum var tað meira
vandamikla
liðið.
Tíggju
teir fyrstu minuttirnar, sat
heimaliðið mest sum á øllum,
og serliga Jóannes Bjartalíð
var í tveimum førum nær við
at leggja heimaliðið á odda,
umframt at Ndende eisini í
tí eina førinum var nær við
eftir hornaspark.
Eyðsýnt vápn hjá TB
Gestirnir úr TB vóru sum
heild
mest
vandamiklir
uppá skjótálop, umframt
innkøst og hornaspørk, har
serliga Arthur D. Poulsen, ið
man hava longsta innkastið
í deildini, kastaði bóltar
nar væl innfyri. Innkøstini
hjá Arthuri, eru eitt eyð
sýnt vápn hjá TB, tí í fleiri
førunum, kann tað saman
berast við hornaspørk.
Besta
løtan
hjá
TB
var ímillum tíggjunda og
tjúgunda minutt í dystinum,
tá TB í fleiri førum, hevði
møguleikar fyri at leggja
seg á odda. Fyrstu royndina
hevði Albert Adu, tá hann
royndi seg við langskoti, sum
fór beint framvið. Síðani
var TB nær við at skalla
eitt innkast frá Arthur D.
Poulsen í málið, sum endaði
á yvirleggjaranum.
Størsta møguleikan hjá
TB, hevði Franck Oble, tá á
leið 19 minuttir vóru farnir
av dystinum. Eitt langskot
varð rættað av, og endaði
fyri føturnar á Franck Oble,
sum stóð púra leysur fyri
málinum hjá KÍ, men tíverri
fyri TB, fór skotið hjá Oble
framvið málinum hjá nýggja
KÍ
málverjanum,
Fríða
Sigurðsson, ið fyri fyrstu ferð
vardi málið hjá KÍ frá byrjan
sunnudagin.
Heðin Klakstein
avgjørdi
Sum heild var talan um
ein sera javnan og undir
haldandi dyst tann fyrsta
hálva tíman, har bæði liðini
høvdu møguleikar fyri at
leggja seg á odda. Men tað
varð heimaliðið, KÍ, ið legði
seg á odda, tá 28 minuttir
vóru leiktir av dystinum.
Eftir góða fríspæling frá
Jóannesi
Bjartalíð,
slapp
Heðin Klakstein púra leysur
móti TB málverjanum, Ivan
Stojkovic.
Ístaðinfyri
at
skjóta fyrstu ferð, trekti
Heðin Klakstein framvið TB
málverjanum, og legði bóltin
trygt í netið við vinstra bein
inum. Sera væl gjørt av unga
KÍ leikaranum, sum sunnu
dagin var mest eyðsýndi leik
arin á KÍ liðnum.
Eftir málið, var tað KÍ
sum sat á tí mesta, tað sum
eftir var av hálvleikinum.
Einastu ferð, at TB var um
reppið at fáa javnað, var tá
Albert Adu mundi fanga
afturlegging til KÍ málverjan,
Fríða Sigurðsson, sum tó
ikki spurdist til nakran mál
møguleika
KÍ sat á øllum í
seinna hálvleiki
Í seinna hálvleiki sprellaði
TB eitt sindur teir fyrstu
fimm
minuttirnar,
men
síðani var tað heimaliðið, KÍ,
ið sat á øllum. Tað er eingin
ivi um, at teir í Klaksvík
aftaná dystin, iðraðu seg
um, at sigurin hjá KÍ ikki
var størri enn bert tað eina
málið, tí KÍ hevði eitt hav
av stórum málmøguleikum
í seinna hálvleiki. Serliga KÍ
áleyparin, Páll Klettskað,
fótbóltur
H E S A V I K U N A
3
Fríði Sigurðsson
Fyrstu ferð frá byrjan.
Onkuntíð eitt sindur trýstur, tá
TB hevði deyðbóltar, men stóð
allíkavæl royndina, og helt málið
reint.
4
Henry Heinesen
Sær út til at vera rætta valið
á høgra bakki hjá KÍ. Er eitt farligt
vápn í álopsspælinum, og hevði
tveir góðar møguleikar.
3
Jonas Flindt
Rasmussen
Stýrir KÍ liðnum væl, og roynist
væl í luftspælinum. Ongantíð av
álvara settur undir trýst.
3
Ndende Adama
Gueye
Spælir í løtuni í miðverjuni. Tað
klárar hann eisini væl, og dekkaði
væl TB áleyparan, Albert Adu.
3
Ísak Simonsen
Kom sum heild væl frá
uppgávuni, og yvirlappaði væl
í vinstru síðu fleiri ferð í fyrra
hálvleiki.
4
Evrard Blé
Vann nógvar nærdystir.
Dugnaligur til at seta spælið í
gongd. Sær út til at hava funnið
seg væl til rættis á KÍ liðnum.
3
Atli Danielsen
Arbeiddi væl á miðvøllinum,
og var í fyrra hálvleiki nær við
at leggja KÍ á odda. Riggar væl á
miðvøllinum saman við Blé.
4
Jóannes
Bjartalíð
Tann leikarin á KÍ liðnum, sum
hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár.
Var sum heild við í teimum flestu
vandamiklu støðunum hjá KÍ, og
átti eisini uppleggið til málið hjá
Heðin Klakstein.
5
Heðin Klakstein
Var matchvinnari í dystinum,
og kom sum heild væl frá
uppgávuni sum tann fremsti
miðvallarin. Dugdi væl at finna
lummarnar í millumrúminum,
og hevði góðar avleveringar. Var
útskiftur tá 73 minuttir vóru
leiktir.
3
Hjalgrím Elttør
Er altíð ein hóttan í álops
spælinum hjá KÍ. Arbeiddi væl
og gjørdi nógv góð ting. Hevur
tó havt onkrar dystir, har hann
hevur verið í fleiri vandamiklum
støðum, enn hann var sunnu
dagin.
3
Páll Klettskarð
Spældi sum heild ein góðan
dyst, og var við í teimum flestu
vandamiklu støðunum hjá KÍ.
Neyvleikin í avgerandi støðunum
trekkir tó niður á karakterin. Er
allíkavæl gleðiligt fyri KÍ, at hann
kemur í so nógvar vandamiklar
støður
3
Heðin á Lakjuni
Kom inn seinasta hálva tíman
fyri Ísak Simonsen, og kom sum
heild væl inn í dystin.
3
Kenan Hajdarevi
Hevur verið skaddur, og kom
inn seinasta korterið. Hevur
eyðsýndar dygdir, men tykist tó
ov lítið vandamikil í fleiri støðum.
Jóannes Danielsen
Inni ov stutt til at gera eina
meting.
spælarameting Brenda
roykur í
Klaksvík
KÍ vann sunnudagin 1-0 á heimavølli móti TB. Hóast sigurin bert
var við einum málið, so var talan tó um ein sannførandi sigur, har
KÍ leikararnir í seinna hálvleiki brendu fleiri risa møguleikar
Tveir á heimavølli fyri fyrstu ferð Á liðnum hjá KÍ sunnu
dagin, vóru tað tveir leikarar, ið fyrstu ferð umboðaðu Effo-liðið hjá
KÍ á heimavølli. Málverjin Fríði Sigurðsson stóð fyri fyrstu ferð millum
stengurnar fyri besta liðið hjá KÍ í Djúpumýru, og innskifti Jóannes
Danielsen fekk sínar fyrstu minuttir í Djúpumýru fyri besta liðið hjá KÍ.
1 til 6