mánadagur 18. mai 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 21 • 18. mai 2015
10
Ókeypis lýsingarblað
Vinningar fyri 100.000 krónur
Tað er einki at ivast í, at Gylta Vikukvissin er ein
gyltur møguleiki at vinna annaðhvørt eitt viku
skiftisuppihald í Reykjavík ella eitt av mongu
gávukortunum, ið eisini verða burturlutað.
Vinningarnir eru nógvir í tali, tí umframt teir
tilsamans átta ferðaseðlarnir til Reykjavíkar við
uppihaldi við Atlantic Airways, so eru eisini um
leið 250 gávukort at vinna.
Tilsamans hava vinningarnir eitt virði fyri
oman fyri 100.000 krónur.
Átta lesarar av landinum
Høvuðsvinningarnir í Gyltu Vikukvissini eru sum
áðurnevnt teir átta ferðaseðlarnir til Reykjavíkar
umframt hoteluppihald í høvuðsstaðnum fyri
vestan.
Reykjavík er í dag ein ógvuliga nýmótans
býur, sum veruliga hevur fótað sær aftur eftir
stóru kreppuna í Íslandi fyri fáum árum síðani.
Uttan mun til, um man ætlar sær at fara ein
shoppingtúr ella bara eitt uppihald, har man
tekur sær av løttum, so hevur Reykjavík alt, ið
ein kann hugsa sær.
Í Gyltu Vikukvissini fara vit hvørja viku hesar
fýra vikurnar at trekkja lut millum lesararnar
um eina ferð fyri tvey til Reykjavíkar við hotel
uppihaldi við Atlantsflog í summar. Sostatt eru
tað tilsamans átta lesarar, ið vinna eina ferð til
Íslands.
Hvussu ger man?
Men hvussu ger man so, um man ætlar sær at
vera við í kappingini? Jú, tað er ógvuliga einfalt.
Niðanfyri standa tríggir ymiskir spurningar, ið
vísa til seinasta Vikublað, ið bleiv borið út í hvørt
hús í landinum seinasta mánadag.
Allir tríggir spurningarnir verða svaraðir
við einum síðutali.
Um svarnini til dømis eru síða 7,
14 og 22, so skal eitt SMS við svar
inum Kviss 7 14 22 sendast til
1940. Kostnaðurin er 10,- krónur
fyri SMS umframt vanligan sms-
takst.
Millum øll innkomnu svarini, ið eru røtt, verður
síðani drigið lut um eitt vikuskiftisuppihald í
Reykjavík við Atlantsflog, og harafturat
verða eisini um 60 gávukort
burturlutað hvørja viku.
Spurningar úr Vikublaðnum 11. mai 2015...
Spurningarnir heruferð
Ferðaseðlarnir og gávukortini kunnu ikki umbýtast við reiðan pening.
Allir vinnarar fáa persónlig boð frá VikuBlaðnum, umframt at hetta eisini verður kunngjørt í blaðnum.
Tað kostar kr. 10,- umframt vanligan takst fyri hvørt svar, sum virkar sum ein lutaseðil.
Bæði Føroya Tele og Vodafone kundar kunnu luttaka, og tað ber til at senda fleiri sms frá sama nummari.
Seinasta freist at senda sms inn er hósdag klokkan 12, sum Vikublaðið er borið út mánadagin
frammanundan. Starsvfólk hjá Miðlahúsinum kunnu ikki luttaka í kappingini.
1. umfar í kappingini byrjar í dag, og síðsta
umfar verður um fýra vikur, tann 8. Juni 2015.
Hvørja viku eru tríggir nýggir spurningar í
VikuBlaðnum, har tú skalt finna trý síðutøl.
Svarini finnast onkustaðnis í blaðnum frá
vikuni frammanundan.
Hvørja viku tær fýra vikurnar er lutakast
millum innkomnu røttu SMS-boðini um eina
ferð fyri tvey til Reykjavíkar við hoteluppihaldi
við Atlantic Airways. Vinnararnir skulu brúka
vinningin í summarferðaætlanini hjá Atlantic
Airways.
Gist verður á einum av fýra møguligum
gistingarhúsum hjá Centerhotels í Reykjavík.
Somuleiðis verða tilsamans fleiri enn 200
gávukort á 250,- krónur frá lýsarum okkara
burturlutaði millum røttu SMS-boðini.
Gylta Vikukvissin av bakkastokki
Stóra kappingin Gylta Vikukvissin fer nú av bakkastokki. Blaðið, sum tygum sita við í hondini,
er tað fyrsta av fýra Vikubløðum á rað, har Gylta Vikukvissin er stórur partur av blaðnum
Dømi: KVISS 12 34 56
T.e. síða 12, síða 34 og síða 56.
Minst til millumrúm millum KVISS og tølini
Kostnaðurin fyri hvørt sms boð
er 10,- kr. + vanligan boð-takst
Seinasta
freist at
luttaka hesa
vikuna er
hósdagin
kl. 12.00
Gávukort
2015
Gávukort
2015
Gávukort
2015
KVISS
12 34 56
til
1940
Dømi:
Á hvørjari síðu í seinasta Vikublaðnum ber til at lesa um
Krígssavnið í Vágum
Á hvørjari síðu í seinasta Vikublaðnum er mynd av
einum gamlum Ford Galaxie í Sørvági
Á hvørjari síðu í seinasta Vikublaðnum er samrøða
við borgarstjóran í Vestmanna