Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 21 • 18. mai 2015 14 Ókeypis lýsingarblað Staravegur 5 · tórShavn · tlf: 319220 BESTA BÁTAMÁLING TIL TÍN FRÍTÍÐARBÁT FRÁ StØrSta MÁlIngafraMleIÐara Í SKanDInavIa Kann nýtast til allar bátar sum sigla upp til 50 sjómíl um tíman 0,4 L AQUALINE VK • Nýggj generatión av sjálvpolerandibotnevni til drevið í bátinum. • Optimal verja ímóti gróðri. • Dekkar sera væl. 2,5 L NONSTOP VK • Besta sjálvpolerandi botnmáling á marknaðinum. • Optimal verja ímóti gróðri. • Dekkar sera væl. 0,5 L MARINE RUBBING • Ekstrem góð og kraftig flótandi spesialrubbing til at taka burtur skeinur, oxidering, skitt og truplar plettir. • Til polering af gelcoat og flatum ið eru viðgjørdar við 2-komponent máling. • Gevur ein heilt serligan glans við upprunalitinum. • Er lætt at arbeiða við og gevur eitt sera gott úrslit. 0,5 L HARD WAX • Unik nanotøkni baserað upp á flótandi voks, sum er sergjørt til nýtt og/ella heilt reint undirlag. • Gevur ein djúpan háglans og verju upp til 12 mánaðir. • Kann nýtast á undirlag, ið er viðgjørt við 2-komponentari máling. 199,- 299,- 439,- 1198,- Gjalda nógv mest fyri Dylan í Noregi og Danmark Lesandi strimbra seg við heilivági Stóru krøvini til útbúgving og skoðsmál gera, at lesandi kenna seg kroyst at taka strimbandi heilivág Stórur munur er á prísinum á atgongumerkjum til Bob Dylan konsertir í Europa Í USA sigur ein av hvørjum seks lesandi á hægri lærustovni, at tey hava tikið ADHD- heili­vág fyri at strimbra seg í jagstranini eftir góð­um karakterum. Sonevnd »study drugs« eru blivin alt meira vanlig millum tey lesandi, tí evnini verða søgd at økja um kon­sen­tra­ tión­ina og gera tað gjørligt hjá fólki at halda seg vaknan í longri tíð. Í Danmark er heilivágurin eisini við at vinna fram millum tey lesandi, men hildið verður ikki, at hann er so útbreiddur, sum hann er í USA. Marit Anne Petersen, sum er granskari á Københavns Universiteti, sigur við Magister­ bladet, at tey lesandi merkja øktu krøvini til útbúgving og fyri at klára seg væl, og tað hevur við sær, at umstøðurnar fyri at taka til stimbrandi evni í størri mun eru til staðar. Ein donsk kanning frá 2010 vísti, at um­ leið tvey prosent av teimum lesandi høvdu tikið onkran heilivág fyri at klára seg betur undir lesnaðinum. Granskarin á Købehavns Universi­teti heldur, at tølini uttan iva eru nakað hægri í dag. Ávarað verður ímóti at brúka ADHA- heilivág uttan orsøk, tí tað er skjótt at verða bundin at honum, og heilivágurin kann eisini viðvirka til, at tú kanst fáa sálarsjúku, um tú hevur breðgi til tað. Amerikanska legendan Bob Dylan skal hava fleiri konsertir í Europa í summar, men stórur munur er á prísinum á atgongumerkjum til konsertirnar. Danmarks Radio skrivar á heimasíðuni, at at­gongu­merkini til konsertirnar hjá Dylan í Danmark og Noregi eru tær dýrastu í Europa. Í Noregi kostar eitt atgongumerki heilar 1200 krónur, og næstdýrast er Danmark við 900 krónum. Hinvegin kostar atgongumerki til konsert hjá Dylan í italska býnum Udine bert 257 krónur. Miðlaprísurin fyri alt Europa er 536 krónur, veit DR at siga. Ein orsøk til teir ymisku prísirnar er, at Bob Dylan skal hava sína løn fyri at spæla, og eru spælistøðini í minna lagi, mugu fyrireikararnir taka meira fyri hvørt atgongumerki. Tey stóru støðini kunnu slaka meira í prísi á einstaka at­ gongu­merkinum, tí fleiri fólk koma á konsert. 24. mai fyllir Bob Dylan 74 ár, men hóast høga aldurin er hann framvegis sera virkin sum tónleikari á ferð. Bob Dylan fekk veruligt gjøgnum­brot í 1960’unum, men nú eina hálva øld seinni er framvegis stórur áhugi fyri at hoyra Bob Dylan spæla á konsert.