mánadagur 18. mai 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 21 • 18. mai 2015
16
Ókeypis lýsingarblað
Spotify hevur
funnið panikkaldurin
Countrykongurin
fer víða
Tónleikatænastan Spotify hevur funnið fram til
neyvan aldurin, tá ið tilkomnir menn broyta atferð
Føroyski countrysangarin skal framføra í
Danmark, Noregi og Hetlandi í summar
Sonevnda miðaldurskreppan, sum er eitt
sálarfrøðiligt hugtak, hevur við sær, at menn í
vaksnum aldri broyta atferð og gerast alt meira
ungdómligir aftur. Tað kann síggjast aftur á
klæðum, nýggjum bilum ella eitt nú tónleikavali.
Hildið verður, at hetta typiskt hendur, tá ið
menn koma í 40’ini.
Nú hevur heimsumfatandi tónleikatænastan
Spotify eitt neyvt boð upp á, nær menn broyta
atburð. Hetta boð er grundað á tey umfatandi
hagtølini, sum Spotify hevur av tónleikanýtsluni
hjá fólki kring allan heimin.
Sambært Spotify hendur ein greið broyting í
tónleikabrúkinum hjá monnum, tá ið teir gerast
42 ára gamlir. Tá fara nógvir menn burtur frá
at lurta eftir vaksnum tónleiki ella klassiskum
poppi ella rocki. Í staðin fara teir í alt størri mun
at lurta eftir nýggjum hitlistapoppi – tónleiki,
sum tey ungu í stóran mun annars lurta eftir.
Tí er 42 ár besta boðið hjá Spotify upp á
panikkaldurin hjá monnum.
Hallur Joensen telist millum best umtóktu
tónleikararnar her á landi, og eisini uttan fyri
Føroyar eru boð eftir countrysangarunum.
Seinastu árini hevur Hallur Joensen javnan
spælt til konsertir og festivalar uttanlands, um
framt at hann eisini hevur veirð í studio í USA og
tikið tónleik upp.
Í summar eru aftur boð eftir Halli Joensen úr
útlandinum, og eisini hevur hann nógvar fram
førslur á skránni her á klettunum.
5. juni hevur hann framførslu saman við
Jambalaya Band á Countryfestivali í Glyngøre í
Danmark, og eina lítla viku seinni stendur Aså
á skránni.
1. august spælir Hallur til fiskafestival í
Thyborøn, og dagarnar 7. til 9. august verður
hann við á countryfestivali í Trandal í Noregi.
20-22. august verður Hallur Joensen at hoyra
á Shetland Country Music Club, og tað verður
tað saman við Brian Nicholson Band.
Her heima skal Hallur Joensen eitt nú spæla
á Country- og bluesfestivalinum í Sørvági og á
Seniorfestivalinum í Runavík.
Hollendingur skal
leiða grindastríðið
Alex Cornelissen, sum er ættaður av
bygd í Hollandi, skal leiða sjóstríðið hjá
Sea Shepherd í Føroyum í summar
Alex Cornelissen er skipari og ein av leiðar
unum í Sea Shepherd felagsskapinum.
Alex Cornelissen arbeiddi fyri eitt miðla
hús í Amsterdam, tá ið hann fyrstu ferð
frætti um Sea Shepherd í 2002. Ein vinmaður
skuldi gera eina dokumentarsending um Sea
Shepherd, og Cornelissen fekk á hendan hátt
á fyrsta sinni innlit í Sea Shepherd. Hann var
so hugtikin av felagsskapinum, at hann segði
arbeiðið hjá sær upp, seldi íbúðina og fór við
í Sea Shepherd. Síðani er hann blivin ein av
lyklapersónunum í Sea Shepherd.
– Vit fara at gera alt, sum vit á lógligan
hátt kunnu, fyri at bjarga grindahvalum í
føroyskum sjógvi. Okkara átak hevur ikki til
endamáls at kroysta nýggj virði yvir føroyska
fólkið. Hetta er partur av einum alheimsráki,
sum vil verja hvalir og varðveita dýrabara lívið
í okkara høvum, sigur Alex Cornelissen.