Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 21 • 18. mai 2015 18 Ókeypis lýsingarblað Telefon 441018 Skalt tú luttakað í Kvinnurenning ella Tórshavn Marathon ár? Vitja okkum á Facebook og síggj stóra úrvalið So hava vit teir sera vældámdu Skechers GOrun Kom til okkum, ella ring, og fá góða vegleiðing til hvørjir eru teir røttu til tín. Apollina og Janus fara at tosa danskt Tvær barnabøkur hjá Edwardi Fuglø skulu nú útgevast á donskum máli Á Bókadeild Føroya Lærarafelag fegnast tey í hesum døgum um, at avtala er gjørd við danskt forlag um, at tvær føroyskar barna­bøkur verða givnar út á donskum máli. Tað eru bøkur, sum listamaðurin í Klaksvík, Edward Fuglø, hevur gjørt og sum komu út í 2007 og 2009. Onnur bókin eitur Apollonia, og hin eitur Janus er ein stjørna. Í báðum føru hevur Edward Fuglø skrivað og teknað søgur­nar. Apollonia var í 2007 tilnevnd til barna- og ungdómsbókavirðislønina hjá Útnorður­ráð­num. Janus er ein stjørna hevur verið nógv lisin í Føroyum, hon fæst nú bert á bókasavni, tí hon hevur verið útseld leingi. Í 2011 gav Aldubáran tónleik út, sum var grundaður á bókina. Páll Sólstein hevur gjørt tónleikin, og Jensina Olsen lesur upp. Framførslur hava verið á fleiri skúlum. Tað er forlagið Hovedland í Danmark, sum skal geva bøkurnar út á donskum máli, og á heimasíðuni hjá danska forlagnum siga tey, at útgávur teirra eru merktar av bókmentaligum provokatiónum, heimsbókmentum og yrkis- og kjakbókum. Tá ið Edward Fuglø kemur út á donskum, fær hann pláss á somu hill saman við mætum rithøvundum sum td. Siegfried Lenz, Jeppe Aakjær, Bjarne Nielsen Brovst og Hans Magnus Enzenberger.