mánadagur 18. mai 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 21 • 18. mai 2015
20
Ókeypis lýsingarblað
Talan er um átta íbúðir, bygdar til fólk við
serligum avbjóðingum.
Væl av fólki møttu til hesa móttøku, sum
Steinbjørn O. Jacobsen vegna Bústaðir skipaði
fyri, har Annika Olsen, landsstýriskvinna, Jógvan
Skorheim, borgarstjóri, Andras Róin, stjóri í
Bústøðum og Elinida Hansen, umboð fyri for
eldur at búfólkum, hildu røður. Eisini sungu Karl
Martin Samuelsen og Hans Andrias Jacobsen.
Ætlanin var at halda móttøkuna uttandura,
men vegna veður varð hon flutt inn í hugnaliga
bygningin, sum stendur á sama grundstykki, sum
nýggju íbúðirnar, og sum vanliga verður nevnt
»Fjósið hjá Kjølbro«.
Annika Olsen segði í røðu síni, at tað eru
14-15 ár síðani, at foreldrabólkurin byrjaði at
arbeiða fyri at útvega nøktandi bústaðir til fólk
við menningartarni, men fleiri snávingarsteinar
hava verið á leiðini. Hon fegnast tí um, at nú
endiliga er komið á mál við hesi bygging.
– Henda byggingin byggir á tankan um
inklusión, at bústaðir verða bygdir í bygdum øki.
Aðalmálið í bústaðarpolitikkinum er, at rúm skal
vera fyri øllum. Áhugamál og tørvur hjá øllum
borgarum skulu síggjast aftur í innrættingunum,
sum verða gjørdar. Bústaðir skulu byggjast til
endamálið og bústaðarpolitikkurin stuðlar undir
inklusión – at ymisk fólk, sum hava ymiskan tørv,
búgva saman, lið um lið, segði Annika Olsen
millum annað.
Í røðu síni kallaði borgarstjórin í Klaksvík,
Jógvan Skorheim, íbúðirnar fyri eitt stórt fram
brot fyri tey, ið hava brúk fyri hesum tilboðnum,
eitt gott og virðiligt tilboð at veita borgarum við
serligum avbjóðingum.
– Sum kommuna settu vit okkum fyri at
fjøltátta bústaðamøguleikarnar í býnum. Við
hesum nýggju íbúðunum, eru vit komin eitt
stig á leiðini. Klaksvíkar kommuna hevur brúkt
nógva orku til hesa verkætlan. Vit hava keypt
og viðvirkað til eina loysn á lendinum undir
íbúðunum, og vit eru fegin um, at verkætlanin
í dag er blivin veruleiki, segði Jógvan Skorheim
millum annað.
Tað eru Bústaðir, ið hava staðið fyri verk
ætlanini, sum er eitt samstarv millum Klaksvíkar
kommunu, Bústaðir og Almannaverkið.
– Eg fari at takka tykkum øllum fyri eitt gott
arbeiði at gera hesar íbúðir til fólk við menn
ingartarni, og eg vóni, at tær verða til stórt gagn
hjá tykkum, sum veruliga hava brúk fyri hesum,
segði borgarstjórin at enda.
Seks ung við menningartarni flutt inn
Týsdagin skipaði Bústaðir fyri móttøku
fyri innbodnum við nýggju íbúðirnar, sum
Bústaðir hava lata byggja við Heygavegin og
Kráargøtu í samstarvi við Almannamálaráðið,
Almannaverkið og Klaksvíkar kommunu
Lurta eftir útvarpi
í Leirvíkstunlinum
Reimund Langgaard, tingmaður fyri Sambands
flokkin, setti herfyri Jørgeni Niclasen, lands
stýrismanni í samferðslumálum, nakrar skrivligar
fyrispurningar um Leirvíkstunnilin, fyrst og
fremst við tí fyri eyga at fáa lýst, nær væntast
kann at útvarp verður at hoyra í tunlinum
Jørgen Niclasen váttar, at Leirvíkstunnilin er
einasti størri tunnil í landinum, har útvarpið
ikki er at hoyra. Hann skrivar í svari sínum, at
tað kostar um 400.000 krónur at gera verk
ætlanina, so at útvarp eisini skal hoyrast í
Leirvíkstunlinum.
Jørgen Niclasen váttar fyri Reimundi
Langgaard, at miðað verður í móti, at útvarp
eisini skal hoyrast í Leirvíkstunlinum seinni
í ár. Mentamálaráðið og Landsverk skulu í
felag at finna fíggingina til verkætlanina.
Í svarinum upplýsir Jørgen Niclasen,
at hetta verður mett sum ein tænasta til
borgaran, heldur enn eitt beinleiðis ferðslu
trygdartiltak, men hann ásannar eisini, at tað
kann vera sera hent, at bilførarar kunnu fáa
kunning um ferðsluna og møgulig óhapp í
tunlinum umvegis útvarpið.
Landsstýrismaðurin segði eisini, at 3.727
akfør koyra dagliga gjøgnum tunnilin, tað vil
siga 1,36 milliónir akfør um árið.