mánadagur 18. mai 2015síða 54
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 21 • 18. mai 2015
22
Ókeypis lýsingarblað
N
ól
so
ya
r P
áll
sg
øta
1
• 7
00
Kla
ksv
ík
• te
l. 4
55
23
8
V A G L I Ð 2 · F O - 1 0 0 T Ó R S H A V N · T E L . 3 1 1 0 3 6
H N J @ H N J . F O · W W W. H N J . F O
Hevur mált allar fjallatoppar í Føroyum
Í farnu viku handaði
Pól Sundskarð
Umhvørvisstovuni GPS-
uppmálingar av øllum
fjallatoppum í Føroyum
Fjallatúrar eru vorðnir altsamt vælumtøktari í
Føroyum. Seinnu árini hevur ein serligur áhugi
stungið seg upp, um at vitja øll tey 340 skrá
settu fjøllini í Føroyum. Nøkur fólk hava longu
verið ígjøgnum allan fjallalistan, og fleiri eru
ávegis.
Pól Sundskarð er mest kendur sum rennari,
men hann er eisini íðin fjallagongumaður. Hann
er ein teirra, sum hevur verið uppi á øllum fjalla
toppum í Føroyum. Í tí sambandi hevur hann
gjørt GPS-uppmálingar av øllum fjallatoppum,
og hesi data handaði hann Umhvørvisstovuni í
farnu viku.
Stein Fossá, deildarleiðari, tók ímóti upp
málingunum og fegnaðist um tað ídni, sum Pól
Sundskarð hevur víst. Nú verða uppmátingarnar
eftirkannaðar, og tá hetta arbeiðið er liðugt,
verða tær lagdar út á heimasíðuna, sum vegleið
andi knattstøða til føroyska fjallalistan.
Umhvørvisstovan skal annars gera vart við, at
galdandi lóggáva ikki gevur øllum fritt at fara í
haganum, uttanfyri gomlu varðagøturnar. Mælt
verður gongufólki til at seta seg í samband við
avvarðandi bónda ella røktingarmann, tá farið
verður í hagan.