Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 21 • 18. mai 2015 24 Ókeypis lýsingarblað Tel 3 1 2 0 01 | buny t i@mp.fo | www.mp.fo SKALT TÚ FERÐAST? Líkamikið um tað er til eina longri feriu, ella bara eina vikuskiftisferð, so hava vit allarhelst rætta kuffertið til tín. Kom inn á gólvið og síggj stóra úrvalið. Maria Poulsen Búnýti DiscoveryAIR, stórt 949,95 Aquarius, miðal 599,95 JetstreamAIR, kabinu 899,95 Cosmolite, kabinu 2.799,95 S’Cure, stórt 1.899,95 B-Lite, miðal 1.799,95 Hjartað í Íslandi Íslendski høvuðsstaðurin Reykjavík er sjálvt hjartað í grannalandi okkara fyri vestan Ongin annar høvuðsstaður í heiminum hjá eini sjálvstøðugari tjóð liggur longur norðuri á jørð­ kúluni enn Reykjavík. Júst hetta er uttan iva eisini við til at gera íslendska høvuðsstaðin til eitt nógv vitjað ferðamál hjá ferðafólki úr øllum heim­inum. Nýmótans býur Síðani Reykjavík formliga bleiv stovnsettur sum býur í 1786, er býurin á útssynningshorninum á Íslandi vaksin støðugt. Í dag búgva um 120.000 fólk í íslendska høvuðs­staðnum, men um vit rokna allar íbúgv­ arnar, sum búgva í forstøðunum til Reykjavík, við í fólkatalið í íslendska høvuðsstaðnum, so hevur Reykjavík umleið 200.000 íbúgvar. Tað svarar til næstan ein triðing av fólkatalinum í Íslandi, sum er um 320.000 fólk. Hóast býurin er gamal, og miðbýurin í Reykjavík eisini fevnir um rættiliga nógv gomul og væl varveitt hús, so er einki at taka seg aftur í, at Reykjavík er ein ógvuliga nýmótans býur. Íslendingar fylgja væl við í, hvat gongur fyri seg úti í heimi, og tað er skjótt, at tað, sum kemur fram eitt nú í USA, eisini er móti í Íslandi. Úrvalið av kafeum, mótahandlum, mat­stov­ um, mentanarupplivingum og øðrum er stórt og víttfevnandi, og saman við reina umhvørvinum og teimum mongu náttúruupplivingum, ið eru kring Reykjavík, ger hetta, at Ísland og ikki minst Reykjavík er eitt nógv vitjað ferðamál hjá ferða­ fólki úr øllum heiminum. Náttarlívið Um man fer til Reykjavíkar at shoppa, so eru møgu­leikarnir nógvir. Tey flestu kenna ivaleyst Kringluna, sum er størsti handilsmiðstøðin í Reykjavík. Har eru nógvir handlar, sum hava eitt breitt úrval av vørum, og nógvir av handlunum eru handlar, sum til dømis ikki sært í Føroyum ella í Danmark. Eitt annað, sum lokkar nógv fólk til Íslands, er ríka náttarlívið í íslendska høvuðsstaðnum. Ser­liga í vikuskiftinum er náttarlívið ógvuliga um­fatandi, og tilsamans eru skeinki- og dansi­ støðini í íslendska høvuðsstaðnum fleiri enn 100 í tali. Eins og í Føroyum er tað í Íslandi so, at fólk fara seint í býin, og tí kann tað verða tómligt heilt fram til midnátt, men so knappliga fyllast ymsu støðini við fólki. Reykjavík er heilt víst eina vitjan verd, og nú Atlantsflog hevur fleiri fráferðir millum Vágar og Reykjavík um vikuna, er hetta ein upplagdur møgu­leiki at vitja okkara grannar fyri vestan.