mánadagur 18. mai 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 21 • 18. mai 2015
26
Ókeypis lýsingarblað
Nú fáa kollfirðingar nýggjan dagstovn
Byggisamtyktin fyri økið við Botnánna í Kollafirði til nýggjan
dagstovn varð góðkend av landsstýrinum í fjør. Tórshavnar
Býráð fór beinanvegin undir at fyrireika verkætlanina
Á íløguætlanini fyri 2014 vórðu settar av 14 mió
til nýggjan dagstovn í Kollafirði, og áður vóru
játtaðar kr. 1,5 mió til keyp av grundøki.
Lisitatiónin fyri nýggjum dagstovni í Kollafirði
var 26. januar 2015. Tvey tilboð komu inn:
Sp/f Bulur átti lægra tilboðið. Samráðingar
hava tí verið við Bul. Við viðmæltum tilkeypum
kr. 1.119.500, herundir at fáa til vega jarð
hitaskipan til bygningin, verður samlaði total
arbeiðstøkusáttmálin 13.970.280.
Trivnaðarstjórin og tekniski stjórin mæltu
til at gera totalarbeiðstøkusáttmála við Sp/f
Bul, mentamálanevndin samtykti nú í mars at
taka undir við tilmælinum og at restfíggingin
verður fingin til vega av løgukarminum fyri
2016. Nevndin beindi málið í býráðið um fíggjar
nevndina, sum tók undir við mentamálanevndini.
19 mars varð málið einmælt samtykt í býráð
num og í 16. apríl skrivaðu partarnir sáttmála,
so farast kundi í gongd við arbeiðið. Í farnu viku
vórðu so fyrstu fløgini loyst av Helenu Dam á
Neystabø, forkvinnu í mentamálanevndini, og
Heðini Mortensen, borgarstjóra.
Pláss verður fyri 80 børnum og verkætlanin
væntast at taka eitt gott ár.
VIT HAVA OPIÐ SOLEIÐIS:
MÁNADAG TIL HÓSDAG 11:00 - 22:00
FRÍGGJADAG OG LEYGARDAG 11:00 TIL 04:00
SÍGGJAST!
SIGNAR Í HOMRUM
LEYGARKVØLDIÐ 23. MAI FRÁ 24-04
LIVANDI TÓNLEIKUR VIÐ
Nýggj café latin upp í Sørvági
Vit bjóða m.a.
kaffi /te, køkur, dagsins
rætt, bagels, búff og laks