mánadagur 18. mai 2015síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 21 • 18. mai 2015
30
Ókeypis lýsingarblað
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo
Grikkaland
nærkast
Tórsvølli
Atgongumerkjasølan til landsdystin móti Grikka
landi 13. juni, byrjaði seinasta fríggjadag
Føroyar vunnu jú dystin í Grikkalandi í novembur
1-0, við máli sum Jóan Símun Edmundsson
skoraði í 61. minutti. Flestu viðmerkjarar vóru á
einum máli um, at føroyski sigurin var væl uppi
borin.
Grikkaland eru jú ikki hvør sum helst í
fótbóltshøpi heldur. Tað eru ikki fleiri enn 11 ár
síðani, í Portugal í 2004, at Grikkaland vann EM
í fótbólti, tá teir í finaluni vunnu 1-0 á verts
tjóðini Portugal. Síðani sigurin í EM 2004, hevur
Grikkaland verið umboðað í øllum EM og HM-
endaspølunum uttan einum. Liðið hevur eisini
støðugt liðið í topp 30 á styrkislistanum hjá FIFA
síðani sigurin í Grikkalandi.
13. juni eru teir so á Tórsvølli. EM-undan
kappingin hevur ikki hilnast serliga væl hjá fyrr
verandi evropameistaranum, sum í løtuni liggja
aftast í bólkinum, við einans tveimum stigum
fyri fimm dystir. Føroyar liggja næst aftast, við
trimum stigum.
Nakað av hátíðardámi verður eisini yvir dyst
inum, tí hetta verður fyrsti landsdysturin eftir
at nýggja skýli á eystursíðuni er liðugt. Í hesum
sambandi verður UEFA-forsetin og gamla
franska fótbóltshetjan, Michel Platini, eisini til
staðar.
Grikkar vilja ivaleyst hava hevnd fyri
ósigurin móti Føroyum í Pireus í fjør, tá
ið teir koma á vitjan í Føroyum 13. Juni.