Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 18. MAI 2015 32 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ ANNIJANNI Tá hugurin er til okkurt søtt Hvønn dag bakar Róin alskyns køkur og dessertir • Njót í Kaffihúsinum, saman við einum kaffimunni • Keyp heim við til heimahugna • Bílegg til serlig høvi Bryggjubakki 14 • Tórshavn • Tel. 358787 • www.kaffihusid.fo Stiðjagøta 10 · Tórshavn · Tel. 35 38 97 · weihe@weihe.fo Ráðgevarafelagið: Landsins álit á føroyska ráðgeving minkar Ein nýggj greining hjá Ráðgevarafelagnum vísir, at vinnulív og kommunur keypa fleiri tænastur frá føroyskum ráðgevarafeløgum, meðan landið keypir færri. Í føroysku ráðgevaravinnuni eru 24 arkitektastovur, verkfrøðingavirkir og byggifrøðingavirkir, og 116 vitanarstørv eru í fyritøkunum Ráðgevarafelagið hevur í almennum skrivum farnu vikurnar mótmælt, at almenna tunnils­ felagið P/f Eystur- og Sandoyartunlar er farið til Noregs at leita eftir samstarvsfeløgum, nú tunlarnir skulu projekterast. Hetta er púra óneyðugt, heldur Ráðgevarafelagið, tí kravdu fakligu førleikarnir til uppgávuna eru longu í Føroyum. Nýggja greiningin hjá Ráðgevarafelagnum vísir, at bara landið hevur minkandi álit á, at før­oyskar ráðgevarafyritøkur kunnu gera m.a. projekteringsarbeiðir í Føroyum. Í 2011 vórðu 41 prosent av arbeiðunum hjá limunum í Ráð­ gevarafelagnum gjørd fyri kommunur, 31 prosent fyri landið og 18 prosent fyri vinnu­lívið.    Í 2013 var parturin hjá kommununum og vinnulívinum vaksin og landsins partur mink­ aður. 44 prosent av arbeiðunum vórðu gjørd fyri kommunur, 27 prosent fyri landið og 25 prosent fyri vinnulívið. Øll hesi arbeiðini styðj­ aðu uppundir at menna ráðgevaravinnuna, men bara landsins partur minkaði. Ráðgevarafelagið er av teirri sannføring, at skal hald vera í politisku lyftunum um, at ráðgevaravinnan skal mennast, og at talið á vitanarstørvum í Føroyum skal vaksa, mugu feløg og stovnar hjá landinum ganga á odda og vísa føroysku fyritøkunum álit. Tað gera tey ikki í løtuni á tí frammanundan lítla føroyska marknaðinum. Arbeiðið, sum føroysku ráðgevarafyri­tøk­ urnar gera, er ikki bara av stórum týdningi fyri útbjóðararnar, men eisini Føroyar yvirhøvur. Ár eftir ár verður víst á, at skal vera lokkandi hjá væl útbúnum fólki at koma heimaftur, mugu tey hava spennandi størv at flyta heim til. Bara føroyingar sjálvir kunnu skapa hesi størv í Føroyum. – Landið má virða føroyskar førleikar meira, enn tað ger. Seinastu árini eru nógv ársverk farin av landinum, m.a. í sambandi Markna­ gilsdepilin, leingingina av flogvøllinum og havnar­útbyggingina á Krambatanga. Heldur hendan gongdin fram, verður vinnan niður­ laðað, og tá fer nógv virðismikil føroysk ser­ frøði fyri bakka, sigur Selmar Nielsen, for­maður í Ráðgevarafelagnum.