Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 18. MAI 2015 38 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vit liva bara einaferð, so fylg hjartanum LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM:   Frískur, nærlagdur og treiskur        HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Toyota Scarlet HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? iPhone 5S HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR­ FRÍTÍÐARUPPLIVING? Besta summarupplivingin er á Fiji oyggj­ unum. Hóast hetta var í november mánaða, so var tað ikki summar her um leiðir, men hetta var summar á Fiji oyggjunum. HVAT ORÐ ELLA HVØNAN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Man ikki tað? Tað finna vit útav! HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? Eg eri lættur av lyndi, og tí skal ofta ikki so nógv til at gera meg í góðum lag. Góðar løtur saman við vinfólki, starvsfeløgum og frítíðin gera ofta tað eyka til, at man gleðist í tí dagliga. HVAT STRESSAR TEG? Tá tingini ikki henda, og helst tá tey ikki henda soleiðis, sum eg ætli. HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Stokta flakið frá mammu HVAT GLEÐIR TEG? Dagligu avbjóðingarnar í mínum starvi, har man sær, at ein ger mun fyri onnur. Ongin dagur er eins, so tað er altíð spennandi at koma í gongd. HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? Seinasta ynski eg fekk uppfylt var at síggja fullu sólarmyrkingina. Sum okkara veðurlag er, so var tað ivasamt líka inntil sólarmyrkingin hendi, hvussu veðrið bleiv, men eg valdi rætta staðið og fekk tí tað mesta við. HVAR ARBEIÐIR TÚ? Eg arbeiði á VisitTórshavn HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INN­ AN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Tað var meira av tilvild, at eg endaði í Noregi, har eg fekk arbeiði á einum hotelli. Nógv av teimum eg arbeiddi við lósu innan ferðavinnu, og tá fekk eg ordiliga áhuga fyri hesum og havi útbúgvið meg innan ferðavinnu. Tað er ótrúliga spennandi at arbeiða innan hesa vinnu í Føroyum í dag, tí tað hendir nógv allatíð og vit menna okkum nógv sum ferðamál í løtuni. HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? At møta fólki sum koma at uppliva okkara land og vera við til at gera upplivingina enn betur hjá teimum. HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Tað spennir vítt – alt eftir hvørjum humøri ein er í. Tá kilometrar skulu leggjast í beinini er tað ofta tónleikur við høgum tempo, og annars er tónleikur úr 80’unum ikki at forsmáa. HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Steymur og internet. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu lívið hevur verið, áðrenn vit fingu streym. Alt vit eru um í dag er í eini stikkkontakt ella skal løðast. Internetið er eisini mín størsti samskiftismiðil og har inspiratión, vitan og undirhald verður heintað frá. HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? Útbúgvingina og sethús HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ?   Vit liva bara einaferð, so fylg hjartanum! HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?  Nei Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión?  Eg hevði farið og fjakkað eitt sindur runt í heiminum, goldið eitt sindur av láni niður og keypt ein nýggjan bil. HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Fyrst og fremst hevði eg ikki heilt trúð tí. Men eg hevði nokk klárað at brúkt tær. Fjakkingin hevði nokk blivið eitt sindur meira luksuriøs, eitt lekkurt summarhús uttanlands, ein størri familjuútferð hinumegin jørðina og forkelað tey rundan um meg. HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ?  Tað besta við Føroyum er nátturan og fólki. Hóast samfelagið er lítið, so hava vit nógv av tí vit ofta leita eftir uttanlands í einum stórbýi.     HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Eg eri her, geri tað sum hjartað til ta tíð hevur sett út í kortið. Tórstein Christiansen Eg eri lættur av lyndi, og tí skal ikki nógv til at gera meg í góðum lag STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUA