Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðindaskriv Tað vera samfelagsmøtir í Klaksvík á hvítusunnu. Lagt verður fyri fríggjakvøldið í Betesda, og leygardagin, hvítusunnudag og 2. hvítu­ sunnudag vera møtini í bad­ mintonhøllini. Hvítusunnudag klokkan 15 verður nýggj sangbók løgd fram á almennum fundi. Hetta er avloysarin fyri Song­bók Guds Fólks, sum varð givin út í 1976. Tað hevur verið arbeitt við nýggjari útgávu í meiri enn tíggju ár, og nú er arbeiðið liðugt. Í bókini eru 1504 sálmar, sang­ ir og kór. Nú eitur bókin Nýggja Sangbók við undirheitinum Guds Fólks. Tað er Sálma­ bóka­grunnurin, sum hev­ ur lagt arbeiðið til rættis og gevur bókina út. Í Sálma­ bókagrunninum eru Árni Jacobsen, Jógvan á Lakjuni, Jóannes Hansen, Meta av Fløtum, Niels Johannesen, Alexander Samuelsen og John í Skemmuni. Eff­zett við Flóvini Tyril og Zacha­ riasi Zachariassen gjørdu stórt forarbeiði, og Øssur Berghamar hevur alla tíðina verið hollur í ráðum. Anna Simonsen tók sær av tí graf­ iska arbeiðinum. Seinnaparturin hvítu­ sunnu­dag fer burturav at snúgva seg um nýggju sang­ bókina. Á framløguni verður greitt frá um søguna hjá sanginum í sa m ­k o m u n u m , um arbeið­ið fram ímóti útgávuni og um innihaldið í bókini. Tað verður sungið úr bókini og boðskapurin fer at snúgva seg um andaliga sangin. Nýggj sangbók løgd fram Á samfelagsstevnuni hjá brøðrasamkomunum í Klaksvík á hvítusunnu verður nýggja sangbókin løgd fram TÍÐINDI Í handlunum kring landið fríggjadag Vikuskiftis Sosialurin Les eisini netblaðið á sos.fo vikuskiftisblaðið hjá miðlahúsinum