Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mai 2015 · Nr. 57 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Tað er bara Sjálv­stýris­flokk­ urin, sum hevði boðað frá, at flokkurin ikki stillaði upp til fólkatingsvalið. Men hend­an støðan er nú broytt. Sann­líkt er, at allir hinir seks flokk­arnir, sum eru um­boð­ aðir á løgtingi, stilla upp. Aft­ur at teimum er listin hjá Zakariasi Wang. Greitt er eisini, at eing­ in annar flokkur kann stilla upp. Tí fyri at stilla upp til fólkatingsval í Før­oy­um, so skal flokkurin framman­ undan vera umboðaður á Før­oya Løgtingi. Einasti møgu­leiki at stilla upp – um talan ikki er um ein av teim­ um sjey flokkunum á tingi, er at stilla upp uttanflokka, so­leið­is sum Zakarias Wang ger. Tað er heldur ikki møgu­ ligt hjá flokkum at gera lista­ sam­gongu. Tann møgu­leik­in varð tikin úr fólka­tings­val­ lógini fyri um 20 ár­um síðani. Á seinasta fólkatingsvalið vun­nu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin teir báð­ar sessirnar. Hesir báðir flokk­ar­nir eru eisini teir, sum oftast hava umboðað Før­oy­ar á fólkatingi. Men Fólka­flokk­urin og Tjóðveldi hava eisini havt umboð valt á fólka­ting fleiri ferðir. Valið hesaferð stend­ ur – eins og so mangan áð­ ur, millum teir fýra stóru flokk­ar­nar. Sam­bands­flokk­ in, Javnaðarflokkin, Fólka­ flokkin og Tjóðveldi. Einasta veljarakanning, sum higar­ til er gjørd í sambandi við komandi fólkatingsval, segði at Sam­bands­flokkurin og Javn­að­ar­flokkurin endur­ vinna fólkatingsessirnar. Sambært kannignini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin, fær Javn­að­arflokkurin størstu fram­gongdina. Flokkurin fær 28,8 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd upp á 7,9 prosentstig. Sa m ba n d s f l o k ku r i n vinnur greitt hin fólka­ting­ sessin sambært kanningini. Sam­bands­flokkurin gjørdi eitt rimmar hál seinast, tá hann fekk 30,8 prosent. Hesa­ferð fær flokkurin 26,9 prosent, sum er ein aftur­ gongd upp á 3,9 prosentstig. Úrslitið sambært veljara­kann­ignini í prosentum er hetta: Javnaðarflokkurin 28,8 Sambandsflokkurin 26,9 Fólkaflokkurin 17,4 Tjóðveldi fekk 17,2 Framsókn 4,9 Miðflokkurin 3,4 Sjálvstýrisflokkurin 0,9 Uttanflokkalistin hjá Zakarias Wang 0,5 Eirikur Lindenskov Nú er greitt, at Sjálv­stýris­ flokk­urin eftir for­mans­skift­ ið hevur skift støðu og stillar upp til fólkatingsvalið. Flokkurin boðar frá, at lands­nevnd Sjálv­stýris­flok­ sins hevur viðgjørt spurn­ ing­in um uppstilling av nýggj­um í sambandi við at Sjálv­stýris­flokkurin hevur fing­ið nýggjan formann. Sjálvstýrisflokkurin hevði annars boðað frá, at hann ikki stillaði upp til fólka­ tings­valið. – Støðan er umrødd av nýggj­um, og breið semja er um at stilla upp til komandi fólka­tingsval, sigur flokkurin í frá­boðan. Kári P. Højgaard, fyrr­vera­ ndi formaður, hevur fleiri ferðir sagt, at hann er ímóti at Føroyar velja um­boð í Fólkatingið. Hann hev­ur eisini havt uppskot frammi um at taka føroysku fólka­ tings­sessirnar. Í fráboðanini sigur Sjálv­ stýris­flokkurin seg hava eina av­gjørda og greiða ætlan um, at all­ir før­oy­ingar skulu hava møgu­leika at taka flest allar uni­versitets­ út­búgv­ing­ar, eftir­út­búgv­ ingar og aðrar víð­ari út­ búgv­ingar úr og í Før­oy­um. – Sjálvstýrisflokkurin er sannførdur um, at rætta leiðin hjá flokkinum fyri at fáa ávirkan á hesi viður­skifti er at stilla upp til fólka­tings­ valið og leiða sam­ráð­ingar­ nar á hesum øki og avgreiða spurningin til gagns fyri før­ oyska samfelagið. – Í dag fara fleiri hundrað fólk av landinum árliga, til at ogna sær eina útbúgving. Tey mugu flyta við familju og børnum, fyri síðani at skapa sær eitt nýtt lív, í ein­ um øðrum landi. Hetta kun­ nu vit gera nógv betur, og tað vilja vit standa á odda fyri, sigur Jógvan Skor­heim, nýg­gi formaður Sjálv­stýris­ flok­sins. – Heldur enn at útflyta næm­ing­ar skulu vit inn­flyta lærarar. Hetta er eitt neyðugt stig í okkara sam­felags­ menning, og skal eisini verða við til at tryggja haldføri í okk­ara búskapi, sigur for­ mað­ur Sjálvstýrisfloksins, sum eisini vísir á, at vit hava brúk fyri øllum hesum ungu fólkunum í Føroyum til at skapa og skipa tað sam­felag­ ið, ið vit øll eru so góð við. Landsnevnd Sjálv­stýris­ floksins hevur tí gjørt av at stilla tvey val­evni upp til komandi Fólka­tings­val. Tey verða formaður Sjálv­stýris­ flok­sins Jógvan Skorheim og for­maðurin í Landsnevnd Sjálv­stýrisfloksins Pól Jákup Poul­sen. Í síðstu viku vóru liðin 100 ár síðani, at Sjálv­stýris­flokk­ urin seinast fekk um­boð valt á Fólkating. Tað var Edward Mitens, sum tá vann valið ímóti Andras Samuelsen í Sam­bandsflokkinum. Eingin kvinna á sjálvstýrislistanum Eingin kvinna hevur nakrantíð valt eitt sjálvstýrisumboð á fólkating. Tað kann staðfestast, tí seinast flokkurin hevði umboð á fólkatingi, høvdu kvinnur ikki valrætt. Tað var á valinum í 1915, at Sjálvstýrisflokkurin seinast fekk umboð valt, og hetta var samstundis seinasta fólkatingsvalið eftir 1866-grundlógini. Sambært grundlógini frá 1915 fingu kvinnu valrætt. – Og hesaferð kann staðfestast, at sjálvstýrisveljarar í øllum førum ikki at velja eina kvinnu á fólkating, tí eingin kvinna er á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýrisflokkin og borgarstjóri í Klaksvík, og Pól Jákup Poulsen, landsnevndarformaður Sjálvstýrisflokins eru einsamallu valevnini hjá flokkinum. Hvørgin teirra stillaði upp til seinasta fólkatingsval Á fólkating at fáa útbúgvingar til Føroya Sjálvstýrisflokkurin hevur skift støðu og stillar kortini upp til fólka­tings­ valið. Málið er at fáa felst allar uni­ versitets­út­búgv­ing­ar til Føroyar Átta listar at velja ímillum Nú Sjálvstýrisflokkurin stillar upp til fólkatingsvalið er sannlíkt, at átta listar verða at velja ímillum til fólkatingsvalið