hósdagur 21. mai 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
22. mai 2015
– Forskatting av pensjónum at rinda
skattalætta er skaðilig.
Tað segði stjórin í danska búskaparráðnum.
Í almennari fráboðan nú um dagarnar av ov
astu rók í Fólkaflokkinum varð gjørt kunnugt,
at Kringvarp Føroya reingir veruleikan.
Kanska tað er dómurin í Føroya Rætti
herfyri, sum gevur Fólkaflokkinum dirvi at
seta Kringvarpið upp á pláss. Hóast eingin
fólkavaldur fólkafloksmaður leggur navn til, so
eru fleiri slíkar fráboðanir sendar miðlunum
seinastu vikurnar, har veruleikin verður lagdur
fram soleiðis, sum Fólkaflokkurin sigur, at
hann skal leggjast fram..
Hesaferð er tað málið um haldføri í føroyska
búskapinum, sum fekk Fólkaflokkin at reagera.
Serliga tað, at Kringvarpið í eini yvirskrift
kemur til ta niðurstøðu, at stjórin í danska
búskaparráðnum heldur forskattingina av
pensjónum í Føroyum vera skaðiliga, tí at hon
verður brúkt til skattalætta. Tað er skaðiligt,
hava so mong borið fram. Men nú tað eisini er
borið fram á donskum, hevur tað líkasum skapt
til størri kjak.
Sambært Fólkalfokkinum er tað ikki rætt at
siga, at stjórin í danska búskaparráðnum held
ur forskattingina vera skaðiliga. Tí hann segði,
at forskattingin í sær sjálvum ikki er skaðilig.
Hann legði dent á, at hetta var ikki skaðiligt,
um pengarnir vórðu brúktir til eitt skilagott
samfelagsgagnligt endamál.
Men hann legði størri dent á, at forskatting
in er skaðilig, um hon verður nýtt til skatta
lætta. Fyri at leggja dent á, hvussu skaðiligt,
hann helt tað vera, segði hann, at »det er som
at tisse i bukserne«. Boðskapurin er greið
ur. Avgerðin hjá Fólkaflokkinum at skatta
pensjónirnar við inngjaldi er skaðilig, tí at
pengarnir verða brúktir til at fíggja skattalætta.
Tað er hugvekjandi, at ein politiskur flokkur,
sum er stjórnaður av sjálvum fíggjarmálaráð
harranum sendir slíkan boðskap út. Tað er
enn meira hugvekjandi, at flokkurin krevur
umbering frá alemnna Kringvarpinum fyri at
bera fram hesi tíðindi. Boðskapurin kann ikki
skiljast sum annað enn ein hóttan ímóti kring
varpinum og ein roynd at karaktermyrða ávísa
journalistar.
Slíkt er ófrættakent. Í øðrum londum
hevði tað verið ein gøla, at flokkar bera seg
so ósømiliga at. Men í Føroyum yppa vit bara
øks, tá Føroya máttmiklasti
flokkur ber seg soleiðis at.
Um vikuskiftið verður eitt serligt
skeið fyri tilflytarar
Tað eru Íverksetarahúsið og Klaksvíkar
Kommuna, sum eru gingin saman um at
hava eitt skeið fyri tilflytarar um íverkseting.
Har fara tilflytarar úr øllum landinum
arbeiða við at seta nýtt virksemi í gongd í
Føroyum.
- Klaksvíkar kommuna hevur lagt seg
á odda, tá ið tað snýr seg um at taka ímóti
fólki av útlendskum uppruna og at síggja tey
sum part av samfelagnum, á jøvnum føti við
restina av okkum, siga Klaksvíkar Býráð og
Íverksetarahúsið í tíðindaskrivi í dag.
Og nú verður so eisini roynt at fáa tilflyt
arar í gongd at arbeiða við nýggjum hugskot
um at seta nýtt vinnuligt virksemi í gongd í
Føroyum.
- Tilflytarar hava serligar avbjóðingar av
ymiskum orsøkum. Mál, siðir, lógir, manna
gongdir í samband við skattlig viðurskifti og
annað eru avbjóðingar, sum serliga gera seg
galdandi fyri tilflytarar.
Á íverksetaraskeiðnum verður kunnað
um neyðuga pappírsarbeiðið og mentanina
í føroyska handilslívinum. Tey fáa eisini ráð
um, hvussu tú skapar og mennir hugskotið, tú
hevur, umframt at handilsfólk og bókhaldar
fara at geva tilflytarunum góð ráð.
Skeiðið hetta vikuskiftið endar við einum
almennum tiltaki í býráðshøllini sunnudagin.
Tá fara luttakararnir at leggja fram teirra
vinnuligu hugskot fyri einari dómsnevnd,
sum fer at meta um hugskotini. Jógvan Skor
heim, borgarstjóri, fer síðan at handa vinnaru
num eina virðisløn, sum er 10.000 krónur.
Okkara skylda er at útihýsa teimum
alla staðni har tey koma
Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin.
– Tey vilja okkum ilt og ætla at forða okkum í
okkara lógliga virksemi, sum grindadráp er, sigur
Henrik Old við in.fo.
Hann heldur tí, at tað er okkara skylda at
útihýsa teimum allastaðni, har tey koma. Sostatt
heldur løgtingsmaðurin, at tað er sjálvsagt, at
skipini hjá Sea Shepherd ikki sleppa at bryggju
nakrastaðni í Føroyum.
Hann heldur eisini, at tað er sjálvsagt, at tey
sleppa hvørki at taka proviant og vatn, ella at
bunkra olju í Føroyum.
– Vit eiga
ikki at hjálpa teimum til
at gera okkum
fortreð í okkara lógliga
virksemi,
sigur Henrik Old.
Tá sannleikin er illa lýddur
Hvørki fáa
vátt ella turt
Klaksvík
Sea shepherd
koks besta matstova í norðurlondum:
Les eisini blaðið
á telefonini
Klossut at siga nei
til 1000 kr seðlar...
Janus Rein
Kjak síða 16
Hvagar eru
vit á veg?
Charlotta á Váli
Olsen Kjak síða 16
Visti tú?
At fólkatalið í
Hoyvík vaks við 295
prosentum frá 1990
til 2015?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Johannes Jensen , stjóri á Koks
»Hví skulu vit ikki vera
heimsins besta matstova,
tá vit hava heimsins bestu
rávøru?«
Læra útlendingar at stovna virki