Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mai 2015 sosialurin 58 4 Mentan Andriása Dam Joensen fer at granska í samstarvandi læruháttum og ávirkan teirra á næmingar, læring, úrslit og ósemjuhandfaring. Játtan kr. 693.087 Náttúra og náttúrutilfeingi Sólvá Jacobsen fer at kanna livilíkindi hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum. Játtanin er á kr. 486.375 Debes Christiansen fer at granska í virulentum ILA virus, sum aftur er ávíst í Føroyum. Játtan kr. 425.000 Sissal Erenbjerg skal kanna vatnskiftið í Sundalagnum og grannafirðum. Játtan kr. 640.000 Matur Debes Christiansen skal gera eina forkanning av at eyðmerkja bakteriur í samband við ræsing av skerpikjøti. Játtan kr. 80.000 Samfelag Runa Preeti Høgnesen fer at granska í tvør-tjóðaðum hjúnarbondum, samfelagi og skapan av kvinnuleika. Hetta verður ein grein­ing av giftum filippinskum og tei­lend­s­ k­u­m kvinn­um í Føroyum og roynd­um teir­ra við inklusión og eksklu­sión. Játt­an­in er á kr. 1.130.000 Hallbera West fer at kan­na á­byrgd­a­r­ger­ ing og fólka­ræð­is­liga góðs­ku í før­oys­ku polit­ isku skip­an­ini. Játtan kr. 1.130.000 Heilsa Ulrike Steuerwald fer at kanna, um berarar av ílegu fyri glykogengoymslubreki og fólk við lágum karnitini í blóðinum eru í serligum vanda fyri typu 2 diabetes. Játtan kr. 520.000 Jan Rasmussen skal kanna karnitintrot - kanning av árininum á hjarta og vøddar hjá sjúklingum við CTD. Játtan kr. 260.000 Ester Weihe Jacobsen fer at granska í psoriasis - Fenotypur og genotypur – hjá føroyingum – kanning av føroyska fólkinum. Játtan kr. 1.000.000 44 umsóknir vóru í alt - og søkt varð um í alt 38 mió. kr. Tilsamans eru nærum 160 verk­ ætlanir stuðlaðar úr Gransk­ing­ar­ grunninum, síðani hann varð settur á stovn. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og regn. Um kvøldið nakað minni vindur av vestri og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Sunnudagin strúkur í vndi av útsynningi og vestri, mánadagin hvassur vindur av norði. Ælingur, men eisini sóglottar og hitin millum 6 og 10 stig. Veðrið hósnáttina: Eitt lágtrýst, 991 hPa. í Grønlandsfjørðinum fer í landnyrðing. Veðrtið fríggjanáttina: Lágtrýstið norðanfyri Føroyar fer eystureftir og ein hitabrúgv tekur seg up vestanfyri Føroyar. Seinnapart: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri og sólglottar, men eisini okurt æli. Hitin millum 4 og 7 stig. leygardagin hósdag fríggjadagin 8-13 m/s 10-15 m/s 3-8 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 3-8 m/s Lot til andøvsgul av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Her á Argjum hevur brúgvin um Sandá longu fingið navn. Hon eitur Heðin Brú :)« Sæð á Facebook: »Full fólk, børn og leggings siga altíð sannleikan« Mánadagin var ráðstevna í Norðurlandahúsinum, sum snúi seg um haldførið í føroyska búskapinum. Tað hava verið sera ymiskar útleggingar av tí, serfrøðingarnir søgdu. Meðan Fólkaflokkurin heldur serfrøðingarnar vátta, at tað, sitandi samgonga hevur gjørt, er púra rætt, eru mong onnur, sum halda, at serfrøðingarnir góvu politikkinum hjá sitandi samgongu ein dyggan undir vangan. »Haldføri« er eitt orð, sum fá skilja - og enn verri er at skilja tað, tá ymsu útleggingarnar grugga orðið enn meiri. Ein maður var í vikuni tikin fyri grovan stuldur í Havn, tá hann fór inn á hotellkamarið og stjól bæði kuffert og teldu hjá einum gesti. Privatu miðlarnir fáa ongan miðlastudning á hesum sinni. Málið var súltað í nevnd, og náddi ikki at verða viðgjørt í tinginum, áðrenn tingið fór í feriu. Málið er tí dottið burtur nú. Sjálvstýrisflokkurin, sum áður hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp til Fólkatingsvalið, hevur nú skift hugsan. Jógvan Skorheim, nýggjur formaður, ger greitt, at flokkurin fer at dyrgja eftir øðrum sessinum. Reimund Langgaard er tann føroyski po­lit­ ik­ar­in, sum hev­ur forsømt flest­a­r tingfundir hetta tingárið. Alfred Olsen kemur nú sum ketta úr høvdatrogi og boðar frá, at vit eiga at selja 30-50% av fiskinum á uppboðssølu Spielberg hevur verið í Føroyum og hugt at stað­ seting til ein nýggjan film, sum skal filmast í heyst. Sambært Visit Faroe Islands eru tey sera væl nøgd við Føroyar, sum location. Loksins frættu vit tað alment, sum tey flestu hava grunað leingi. Marknagilsdepilin er seinkaður. Eftir øllum at døma bert 3-4 mánaðir, tó. Nøgdin av sild í føroyskum sjógvi er minkað. Koks hevur vunnið »The Nordic Prize«, sum er ein stór og heiðursmikil virðisløn »Haldføri« 10 nýggjar granskingar­ ætlanir Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt 21 lærarar og tveir skúlastjórar vanta í, fyri at Mentamálaráðið kann fáa kabalina at ganga upp í føroyska fólkaskúlanum eftir summarferiuna 21 mangt og hvat Nú hava 10 føroyskir granskarar fingið grønt ljós til at fara undir gransking í ymsum føroyskum viðurskiftum. Tilsamans eru játtaðar kr. 6.364.462 til verkætlanir á økjunum mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsu Mest nýttu dreingja­nøvn­ini í 2013 vóru Nóa, Rókur og Villiam. Mest nýttu gentu­ nøvnini í 2013 vóru Sára, Eva og Lea