hósdagur 21. mai 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mai 2015
sosialurin 58
36
ítróttur
Tróndur Arge
L
ars Olsen verður føroyskur
landsliðsvenjari komandi
fýra árini. Áhugi frá donsk
um Superligafeløgunum
skundaði undir samráðingarnar, so
greiða kundi fáast á framtíðina hjá
Lars Olsen.
Úrslitið er ein nýggjur fýra ára
sáttmáli.
Stórt nøgdsemi
Nøgdsemi við Lars Olsen sum lands
liðsvenjara er stórt í fótbóltssam
bandinum. Tað bleiv staðfest, tá Lars
Olsen og Christian Andreasen, forseti
í FSF, skrivaðu undir nýggjan fýra ára
sáttmála í gjár. Tað er breið semja í
landsliðsnevndini og FSF, at Lars
Olsen skal halda fram sum føroyskur
landsliðsvenjari.
– Vit eru nøgdir við tað arbeiði,
sum Lars Olsen hevur gjørt. Tú sær
framgongd í spælinum og úrslit
unum. Tí hava vit heldur ikki verið
í samráðingum við nakran annan,
sigur Christian Andreasen og leggur
afturat, at løn er áleið tann sama sum
hon var, tá Lars bleiv settur.
– Landsliðsvenjaralønin fór eitt
hakk upp, tá vit settu Brian Kerr á
sinni. Hon er áleið tann sama í dag,
sigur FSF forsetin.
Christian Andreasen heldur, at
framgongdin í spælinum og úrslit
unum er til at fáa eyga á. Hann metir,
at føroyska landsliðið hevur flutt seg
rættan veg. Somuleiðis letur hann
væl at samstarvinum millum Lars
Olsen og FSF.
Skal menna alt
landsliðsarbeiði
Eitt av kritikkpunktunum sein
nu árini hevur verið, at landsliðs
venjararnir ikki hava sett sín dám
á U-landsliðini. Hetta hevur ikki
eydnast undir hvørki Brian Kerr ella
Lars Olsen. Hesum vónar Christian
Andreasen, at nýggi sáttmálin kemur
at broyta.
- Tað er framvegis í sáttmálanum,
at landsliðsvenjarin skal vera við í
samlaða landsliðsarbeiðinum, ung
dómsarbeiðinum og øllum tí sum
hartil hoyrir. Eg trúgvi ein av trupul
leiki, sum útlendskir venjarar hava er,
at tá teir bara hava tvey til fýra ár at
seta seg inn í føroyskan fótbólt. Tað
er torført at seta seg inn í føroyska
fótbóltsumhvørki og tað krevur
tíð. Við hesum sáttmálanum hevur
landsliðsvenjarin betri møguleikar,
at átaka sær tær uppgávurnar,
sum kanska hava ligið á láni, sigur
Christian Andreasen.
Sær møguleikar í liðnum
Lars Olsen dámar væl sum landsliðs
venjari í Føroyum. Tí hevur hann valt
landsliðstavið í Føroyum framum eitt
nú Superliguna.
– Eg havi havt einar tríggjar
møguleikar í Superliguni, men mær
dámar væl her. Eg síggi møguleikar
fyri at menna liðið og eg síggi møgu
leikar í teimum einstøku spælarun
um, sigur Lars Olsen, sum ikki hevði
torført við at seta undirskriftina á ein
fýra ára sátmála við føroyska lands
liðið.
– Tað eru fleiri orsøkir til at eg havi
valt at halda fram. Fyrst og fremst, so
er tað ein stórur partur av fólkunum
í Føroyum, sum fylgja væl við. Tað
er ein stórur vilja at røkka nýggjum
málum, bæði her í FSF og fólkunum
kring hópin, og ikki minst av
spælarunum, sigur landsliðsvenjarin
og leggur afturat.
– Tað verður mangan sagt, at
spælarar úr Føroyum og Íslandi hava
eitt stórt hjarta. Tað hava teir eisini,
men eg haldi somuleiðis at teir hava
talent. Tað er nakað vit hava prógvað í
gjøgnum eina tíð nú. Serliga seinasta
ár hevur prógvað tað, sigur Lars
Olsen.
Skapa ov fáa
málmøguleikar
Við nýggja sáttmálanum hevur lands
liðsvenjarin sett sær nøkur nýggj mál.
Meðan spælið við bóltinum er blivið
betri, so megna okkara ikki at skapa
nóg nógvar málmøguleikar í mun til
hini liðini, ið vit samanbera okkum
við. Somuleiðis er leikferðin fram
vegis ein trupuleliki.
– Avbjóðingarnar eru at skapa
fleiri málmøguleikar, og høga leik
ferðin í altjóða fótbólti. Tað skulu
vit arbeiða við, sigur Lars Olsen, sum
eisini vil sleppa at verða ein partur av
framgongdini hjá ungu spælarunum.
– Vit hava eisini fleiri ungar
spælarar, sum eru á veg fram. Hyggja
vit fýra ár fram í tíðina, so hevur hetta
unga liðið fingið nógv fleiri royndir.
Tá síggi eg nakrar heilt øðrvísi møgu
leikar, sigur landsliðsvenjarin og
leggur afturat:
– Hesin sáttmálin gevur arbeiðis
frið, at menna teir ungu spælararnar
og koma enn longri. Eg eri fegin um
sáttmálan og vóni, at vit kunnu halda
fram at mennast, sigur Lars Olsen.
Superligan eltir Lars Olsen
Bæði úr FSF og frá Lars Olsen ljóðar,
at orsøkin til, at sáttmálin verður
gjørdur nú er, at partarnir vilja hava
greiðu á framtíðina. Í donskum miðl
um hevur Lars Olsen javnan verið
settur í samband við feløg í Super
liguni. Seinasta dømi var Viborg.
– Eg havi ikki fjalt nakað og tit hava
helst eisini lisið um tað í donskum
fjølmiðlum, men síðani eg byrjaði her,
so havi eg verið settur í samband við
næstan øll venjarastørvini í Super
liguni, sigur Lars Olsen og leggur
afturat;
– Tað hava eisini verið partar,
sum hava víst áhuga fyri mær frá í
summar, umframt frá árskiftinum. Tí
hugsaðu vit at fáa hetta upp á pláss.
Tí um FSF ikki ynskti at halda fram
við mær, so kundi eg tað sama leitað
mær eftir onkrum øðrum. Tí gera vit
tað nú, so vit í november ikki standa
á berum og ikki vita hvat vit vilja,
sigur Lars Olsen, sum tó avsannar
at Superligan ikki ljóðar spennandi.
– Eg veit ikki um tú kanst siga, at
landsliðið í Føroyum er meiri áhuga
vert enn eitt Superliga felag, men
tað meiri hendan menningin, sum
eg havi verið ein partur av, ið dregur.
Vit eru komin hartil, at londini, sum
vit skulu møta, ikki taka lætt uppá
hesa uppgávuna longur. Tað er í størri
mun vit, sum mynda dystirnar og tað
ørkymlar tey. Eg haldi tað er ein størri
virðing fyri føroyska landsliðnum nú.
Slík menning vil eg gjarna vera við til,
sigur Lars Olsen at enda.
Lønin tann sama
Hóast landsliðið er í menning og hev
Fótbóltur Føroyski landsliðsvenjarin farnu fýra árini
heldur fram. Lars Olsen og fótbóltssambandið hava
gjørt nýggjan fýra ára sáttmála. Lønin er tann sama,
men nú er Lars Olsen betri stillaður at seta sín dám á
samlaða landsliðsarbeiði og ungdómslandsliðini
Lars Olsen
í fýra ár
afturat