Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Rættiliga nógv bendir nú á, at fólka­tings­val verður skrivað út í dag – miku­dag. Stórur spenningur var um tíð­ inda­fundin hjá for­sæt­is­mál­a­ráð­ harr­a­num í gjár, har hon, saman við bú­skap­ar­mál­a­ráðharranum legði fram ætlan um, hvussu stjórnin ætl­ ar at brúka 39 milliónir til vælferð fram til ár 2020. Men størsti spenningurin var kort­ini um búskaparfrágreiðingina hjá vís­monnunum, sum eftir ætlan skuldi leggjast fram í morgin, hós­ dag­in. Hendan ætlan var tó brádliga framskundað soleiðis, at frá­greið­ing­ in varð løgd fram stutt eft­ir tíð­ind­a­ fundin í gjár. Hetta varð bein­an­veg­ in tulkað sum um, at valið nú skuldi útskrivast, tí sum vænta, so var talan um eina frágreiðing frá vís­monn­um, sum at kalla blástemplar fíggj­ar­pol­ itikkin hjá stjórnini seinastu árini, og tað er sjávlandi eitt upplagt út­ gangs­punkt at hava, tá valið skal út­skriv­ast. Reyði blokkurin hevur alla stjórn­ ar­tíðina ligið aftan fyri tey bláu. Men Helle Thorning-Schmidt er vaks­in við uppgávuni, og nú stendur flokk­ ur hennara aftur til at blíva størsti flokkur í Danmark. Ein støða, sum danski Javnaðarflokkurin hevði í 77 ár, men misti í 2001, tá Venstre gjørd­ ist størsti flokkur. Við góðum skoðsmáli frá vís­ monn­um munnu stjórnarflokkarnir halda, at tey kunnu vinna teir ivandi velj­ar­arnar. Og gera tey tað, so hava tey ein kjans. Trupulleikin er støðan hjá teim­um Radikalu og hjá SF. Um tey bara fingu eitt úrslit, sum líktist val­úrs­litinum seinast, so kann stjórn­in vinna valið. Hjá andstøðuni eru tað Vinstri, sum hevur størstu trupulleikarnar. Mik­ið rok hevur verið um formannin í fleiri málum, og tað sær sambært nógv­um velj­ar­a­kanningum út sum um, at flokk­urin fer at missa fleiri pro­sent­stig og verður mun­ andi minni enn Javn­að­ar­flokkurin. Danski Fólk­a­flokkurin hevur sera stóra fram­gong, og onkrar kanningar hava víst, at Danski Fólkaflokkurin verð­ur størri enn Vinstri. Men tað er kort­ini Lars Løkke Rasmussen, sum er forsætisráðharraevnið hjá and­støð­uni, meðan Helle Thorning- Schmidt er tað hjá samgonguni. Tann støðan broytist ikki. Valið í Føroyum far valla á­virk­ an á, um reyði ella blái blokkur skal stýra í Danmark. Og tó. Tað eru teir báðir grønlendsku fólka­ tings­lim­ir­nir, sum saman við Sjúrði Skaale úr Javn­að­ar­flokk­i­num, hava tryggj­að stjórnini meiriluta. Eingi ivi er um, at tvey reyð umboð verða vald í Grønlandi. Í Føroyum bend­ir einasta kanning higartil á, at báð­ir fólkatingsmenninir verða aft­ur­vald­ ir. Sjúrður Skaale sum tann reyði og Ed­mund Joensen sum tann reyði. Føroyingar halda helst javn­ vágna millum tey reyðu og bláu Tað rýkur av fólkatingsvali Nýggj sangbók til nýggja øld Kæru­ møgu­ leiki til ST Djóni Eidesgaard kjak síða 10 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Høvuðbrýggj av evsta valdegi – Tað er bara eitt, sum kann fáa lív í miðbýin, er at fólk býr í býnum. Tað staðfestir Marin Katr­ ina Frýdal, býráðslimur. Hóskvøldið kjakaðust bý­ ráðs­lim­ir um mið­býin í Havn og um, hvat krevst fyri at fáa meiri lív í miðbýin. Bæði Marin Katr­ina Frýdal, og fleiri aðr­ir bý­ráðslimir halda, at for­treyt­ in fyri at fáa lív aftur í mið­bý­ in, er at fólk sleppur aft­ur at búgva har. Marin Katrina Frýdal hev­ ur áður skotið upp, at bý­ráðið samtykkir, at tey, sum eiga hús á Reyni, og í mið­bý­num, eisini skulu hava skyldu til at búgva í teim­um. Og nú heitir hon enn eina­ ferð á býráðið um at taka tann spurningin upp. Hon vísir á, at tað kemur meiri enn so fyri, at hús eru til sølu. Hon sigur, at nógvir sera ríkir føroyingar eru farnir at keypa hesini húsini, og at tey at kalla bara verða brúkt til at halda ó­l­ av­søku í. Ann­ars standa tey myrkt. Til tey ríku at halda ólavsøku í Óluvá Klettskarð verður aft­ur hesaferð valevni fyri Tjóð­veldi í Norðoyggjum. Hes­um boð­aði Tjóðveldi frá í tíð­ind­a­skrivi um hvítu­sunnu­halg­una. Óluvá Klettskarð hev­ ur havt sína gongd bæði í Løgtinginum og í lands­stýr­i­ num. Hon gjørdist á seinasta vali numm­ar 8 á listanum, t. v. s. at hon eru annað varafólk hjá flokk­i­num. Á valinum í 2008 var hon nummar 14 á list­ a­num, men tá var hon eisini ann­að varafólk, tí tá hevði flokk­urin átta tingfólk og fýra lands­stýr­isfólk. Valevni hjá Tjóðveldinum í Norð­oyggjum hevur eisini met­ið sum tann, ið hevur sitið stytst sum landsstýrisfólk. Tað var tá hon tók við sum lands­ stýr­is­kvinna í mentamálum eftir Kristinu Háfoss 1. sep­ tem­ber í 2008. Hon sat bara tvær vikur í starvinum, tí tann 15. september koyrdi Jó­annes Eidesgaard øll fýra tjóð­veld­is­ fólkini frá sum lands­stýr­is­fólk, tá CHE samgongan skrædn­aði. Umframt at stilla upp til løg­tingsval fleiri ferðir, so er Óluvá Klettskarð eisinin bý­ ráðs­limur í Klaksvíkar býráð fyri Tjóðveldi. Í tíðindaskrivinum frá Tjóð­ veldi sigur hon, at um pláss verður fyri sær á list­anum hjá Tjóðveldi í Norð­ur­oyggjum, so ætlar hon sær at stilla upp. Í og við, at tað er Tjóðveldi, sum sendir tíð­ind­a­skriv­ið, so mugu vit ganga út frá, at Tjóðveldi eisini heldur, at hon skal stilla upp og gerast val­evni floksins. Óluvá Klettskarð ætlar sær á ting Í Danmark hava tey høv­uð­brýggj av at finna útav, nær sein­asti møg­ uleiki er fyri fólk­a­tings­ vali. Seinasta fólk­a­tings­ val var 15. september í 2011. Tað merk­ir sam­ bært vanligum lo­gikki, at komandi fólk­a­tings­ val í sein­asta lagi kann vera 15. september í 2015. Men soleiðis er ikki sam­bært danska inn­an­ rík­is­ráð­num. Tey hava tulk­að grein 32 í grund­ lógini soleiðis, at næsta val í seinasta lagi má vera fýra ár minus ein dag eftir síðsta val. Ein løgin tulking, kunnu vit í Føroyum siga. Tí so hev­ ur Føroya Løgting brotið grund­lógina átta ferðir – og løgmaður hóttir við, at løg­ting­ið skal sita til 29. oktobor, og so brýtur hann aftur grund­lóg­ina. Tá vit halda føðingardag, so er tað sama dato hvørt ár. So­leiðis man tað eisini vera við fólkatinginum. Føð­ing­ ar­dag­urin má vera tann sami hvørt ár. Men fólkatingið hev­ur ongantíð sitið í fýra ár út í eitt, so tey hava ongantíð roynt hendan møguleikan áður. Løg­tingið hevur síðani 1946 sitið í fýra ár út í eitt átta ferðir: 1946-50 valdagur 8. november 1950-54 valdagur 8. november 1954-58 valdagur 8. november 1958-62 valdagur 8. november 1962-66 valdagur 8. november 1974-78 valdagur 7. november. 1984-88 valdagur 8. november. 1998-02 valdagur 30. apríl. Sambært inn­an­rík­is­ráð­ num hevur løgtingið soleiðis bortið grund­lógina átta ferðir. síða 14-15