Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Nú er ikki neyðugt at hava fingið sær siglignstíð áðrenn farið verður í holt við eina av maritimu útbúgvingum, sum skipari ella maskinmeistari. Leingi hevur tað verið ein trupulleiki hjá ungum fólki at fáa siglingstíð, tá ið tey ætla sær at nema eina av maritimu útbúgvingunum. Í grannalondunum hevur tað leingi verið soleiðis, at har er ein aspirantútbúgving, sum ger, at næmingarnir fáa siglignstíð, sum ein partur av útbúgvingini. Tað er ein líknandi skip­ an, sum nú er sett í gildi í Føroyum. Skipanin er galdandi fyri tey, sum vilja læra til skipara, skips­førara, maskinmeistara og maskinist. Góðkend praktikpláss Fyri at aspirantskipanin skal virka er neyðugt, at praktik­ plássini verða góð­kend av mentamálaráð­num – ella einum av skúlunum, sum menta­málaráðið letur hesa heimild til. Í nógvum førum er hetta til Vinnuháskúlan. Skúlin skal so syrgja fyri, at tað fyri­ligg­ur ein sáttmáli um starvs­enj­ingina. Góðkenningin er treytað av: 1) at reiðarí tryggjar, at ásettu málini í útbúgvingarbókini verða rokkin í samsvari við tey krøv, sum eru galdandi fyri viðkomandi útbúgving, 2) at ábyrgdarpersónur ella vegleiðari umborð fær álagt at tryggja, at málini í út­búgv­ ingarbókini verða rokkin og kann vátta fyri hesum og 3) at reiðarí nýtir skip til starvs­venjingina, sum við atliti at stødd, framtøkumegi, rakstrar­viðurskiftum, út­ gerð og manning kann met­ ast sum fullgott starvs­venj­ ingar­stað. Fyri skparar og skips­før­ arar eru aspirantplássini um­borð á skipum, men fyri maskin­meistarr og maskin­ istar kann helvtin av tíðini brúkast á góðkendum virki á landi. Samlaða praktiktíðin er 12 mánaðir. Sum kunngerðin er orðað, so fáa praktikantar ikki løn, men í sáttmálanum skal standa hvat tey skulu hava fyri ferð­ing og hvussu er við kosti. Kunngerðin sigur eisini, at praktikantarnir skulu ikki vera ein partur av mann­ing­ ini, men skulu vera afturat manningini. Reiðarí, sum er góðkent sum starvsvenjingarstað av av­varðandi myndugleika í einum norðurlandi, kann met­ast sum góðkent, um góð kenn­ingin kann sammetast við treytirnar í kunngerðini. politikkur Siglingstíð krevst ikki longur fyri at gerast skipari ella meistari Ein nýggj kunngerð broytir maritimu útbúgvingarnar í Føroyum – siglingstíð krevst ikki longur Betri atgongd við aspirant- skipan til vinnuútbúgving Færri og meira effektiv skip eru orsøkin til, at ov fáas ungfólk fáa siglingstíð – tí verður aspirantskipanin innførd At serliga fiskiflotin er mink­aður so nógv ger, at færri ungfólk fáa siglings­ tíð og har­við ikki hava fingið møgu­leika at læra til navigatør ella maskin­ meistara. – Tað er høvuðsorsøkin til, at vit nú bóða hesar út­búgv­ingar út sum eina aspirant­skipan, sigur Vilhelm petersen, stjóri á Vinnu­háskúlanum. Skipanin ber í sær, at tey sum fara at læra til skpara, skipsførara, maskin­meist­ ara ella maskinist, nú fáa siglingstíðina, sum ein part av sjálvari útbúgvingini. – Siglingstíðin eftir hesi skipanini er 12 mánaðir, men í mun til gomlu skipan­ina, so er hendan siglings­tíðin skipað við av­talu við tey, sum fá aspi­rantar umborð, sigur Vilhelm Petersen. Brúkt aðrastaðni Føroyar eru helst eitt av teim­um seinastu lond­ unum, sum fara yvir til aspirant­skipanina. Flestu av grannalondum okk­ara hava brúkt hesa skipan­ina í fleiri ár. Effektiviseringin í fiski­ vinnuni við minni mann­ ing­um ger, at tað er torført hjá ungum fólki at fáa siglings­tíð. Fyri nøkrum árum síð­ ani var Næraberg aprtur av før­oyska flota­num og hevði stóra mann­ing. Tað gav nógv­um ung­um møgu­ leik­an at fáa siglings­tíðina har umborð. Nu eru skipini meira effektiv og hava minni manning. Tí var neyðugt at gera okkurt. – Vit hava sum skúli leingi verið við í hesi til­ gongd­ini saman við menta­ mála­ráðnum. Vinnan hev­ ur eisini tikið lut í hesi til­gongd eins og fakfeløg­ ini, sigur Vilhelm Petersen. Hann sigur, at Vinnu­ háskúlin ofta hevur fingið fyrispurnignar frá ungum fólki, hvat tey kunnu gera fyri at sleppa inn á skúlan uttan siglingstíð. – Nú fer hetta at bera til, tí siglngstíðin er ein part­ ur av útbúgvingini.Tað er skipað og undir eftirliti, sigur hann. Enn eru umsóknir ikki komnar til skeiðini í heyst. Skúlin arbeiðir í løtuni við at gera sáttmálar við reið­ arí og onnur, sum kunnu taka aspirantar. Siglingstíðin er 12 mánaðir eftir hesi skipan­ ini og hesir 12 mánaðirnir kunnu ikki kombinerast við aðra siglingstíð. Velir ein aspirant­ skipan­ina, so er ólønta siglings­tíðin 12 mánaðir. Vilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, sigur, at grannalondini í fleiri ár hava havt aspirantskipan Vinnuháskúlin er í løtuni í ferð við at gera avtalur við tey, sum skulu taka sær av aspirantunum Nógv ungfólk fingu siglingstíð umborð á gamla Næraberg