týsdagur 26. mai 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
útisetaveljarar
»Útisetalesandi« hava atkvøðurætt til Løgtingsvalið, men til tess
at verða upptikin á vallistanum er neyðugt at venda sær til ymsar
stovnar og tryggja sær ymisk skjøl, ið geva teimum valrættin.
Av tí sama er valluttøkan ógvuliga lág millum útisetarnar
Alt ov stirvnar
Mortan Østerø
Formliga koma føroyingar
nir – sum eru undir lesnaði
uttanlands – heimaftur, og
av tí sama fekk hesin úti
setabólkurin staðfest sín at
kvøðurætt í 1992. Broytingin
í vallóggávuni er so gott sum
tikin beinleiðis úr tí donsku,
og er væl stirvnari enn tann
sama er í norðurlendsku
grannatjóðunum.
Felags
fyri Danmark og Føroyar
er, at vallóggávan einans
hevur
»serbólkar«,
sum
kunnu søkja um upptøku
á vallistanum, eftir at tey
eru flutt av landinum. Hini
norðurlondini
–
Ísland,
Noreg, Svøríki og Finland
– hava tað til felags, at allir
borgarar varðveita valrættin
í longri áramál, eftir at tey
eru flutt av landinum.
Sjálvsøgdu avleiðingarnar
í hesum førinum er, at
donsku og føroysku borgar
arnir mugu undir eina drúgv
ari mannagongd, tí hesi
skulu skjalprógva, at tey eru
partur av »serbólkunum«. Í
Føroyum er bert tann eini
serbólkurin
staðfestur
í
lógini, og tað eru lesandi úti
setar, sum hava havt bústað
í Føroyum í minst fimm ár,
umframt vanligu tilhoyrs-
og aldurskrøvini. Sostatt skal
hvør einstakur útiseti vera
førur at prógva, at hann/hon
lýkur lógarfestu treytirnar,
áðrenn tey kunnu setast á
vallistan.
Úr tí føroysku kommun
uni, har tey seinast hava
búð, skulu tey fáa útflýggja
eitt skjal, sum prógvar, at
tey – í minst fimm ár – hava
verið skrásett í føroyska
fólkayvirlitinum.
Síðani
skulu tey venda sær til sín
útbúgvingarstovn, at fáa eitt
nýliga dagfest skjal, ið stað
festir teirra lestrarvirkna.
Tá ið hesi skjølini eru fingin
til vega, kunnu tey googla
»umsókn um upptøku á
løgtingsvallistan«, tí oyðu
blaðið er milt sagt ógjørligt
at finna aðrastaðni. Tá ið
umsøkjarin
hevur
útfylt
oyðublaðið, kann hann/hon
leggja tað saman við hinum
báðum skjølunum, og senda
eitt bræv ella teldupost til
ta føroysku kommununa,
har
umsøkjarin
seinast
varð skrásettur at búgva.
Eru
skjølini
ófullfíggjað,
er vandin sjálvandi, at um
sóknin ikki verður gingin á
møti, og hevur umsøkjarin
brádliga ikki nóg mikið av
tíð til at royna enn einaferð
– umsøkjarin skal nevniliga
vera upptikin á vallistanum
í seinasta lagi tríggjar vikur
áðrenn
valdagin.
Verður
umsøkjarin upptikin á val
listan, er atkvøðurætturin
einans galdandi í tvey ár
frá upptøkudegnum, heldur
enn valdegnum – altso skal
umsøkjarin møguliga undir
hesa mannagongdina fleiri
ferðir, um fleiri enn eitt
løgtingsval verður í teirra
lestrartíð.
Lág valluttøka
Í 1994 varð sostatt fyrstu
ferð, at tey útisetalesandi
kundu fara á val, og hava
tey havt møguleikan at
fara á val uttanlands fimm
ferðir afturat síðani. Tían
verri eydnaðist ikki at fáa
fatur í hagtølunum, sum
vóru eldri enn valið í 2004,
men á júst tí valinum og
teimum síðani, hevur val
luttøkan
hjá
útisetunum
verið munandi lægri enn
valluttøkan í Føroyum. 2004
var eitt lutfalsliga gott ár,
tá ið 44 prosent av teimum
útisetalesandi
skrásettu
seg til løgtingsvalið – tó eru
eingi hagtøl um hvussu nógv
teirra greiddu atkvøðuna.
2008 gjørdist eitt serstak
liga vánaligt ár í so máta.
Sambært
STUDNA
vóru
1.084 føroysk lesandi uttan
lands, og sambært føroysku
miðfyrisitingini, vóru tað
einans 183 teirra, sum skrá
settu seg til løgtingsvalið.
Valluttøkan í Føroyum var
næstan 90 prosent, meðan
einans 17 prosent av teimum
útisetalesandi skrásettu seg
at varðveita valrættin, og
møguliga vóru færri, sum í
roynd og veru greiddu sína
atkvøðu.
Meginfelag
Føroyskra
Studenta tók tískil stór stig
at kunna um mannagongd
irnar undan valinum í 2011,
og samstundis eggja úti
setunum til at søkja um at
varðveita valrættin. Tað sást
eisini aftur í øktu valluttøk
uni hjá teimum útisetales
andi – 424 skrásettu seg
hesiferð, men av tí, at tey
nú vóru vóru fleiri enn 1.600
lesandi, var samlaða vallut
tøkan einans 26 prosent.
Mannagongdin orsøkin
Mannagongdirnar
standa
framvegis
óbroyttar
frá
1992, tá ið lóggávan varð dag
førd soleiðis, at hon eisini
fevndi um útisetalesandi.
Tískil
valdi
MFS
aftur
hetta valári at varpa ljós
á atkvøðurættin hjá før
oyskum útisetalesandi. MFS
vildi vera við, at stirvnu
mannagongdirnar var ein
av avgjørdu orsøkunum til
vánaligu valluttøkuna hjá
føroysku útisetunum. Sam
bært teimum, er torført at
finna tíð og orku til at varð
veita ein fólkaræðisliga stað
festan rætt, umframt at tað
yvirhøvur tykist trupult at
finna fram til neyðugu kunn
ingina og oyðubløðini.
Samfullir 32 av 33 tinglim
um søgdu seg vera samdar í,
at verandi mannagongdir eru
alt ov stirvnar, og søgdu seg
vera grundleggjandi fyri at
gera hesar lagaligari. Lands
stýriskvinnan við komm
unumálum, Annika Olsen,
segði eisini eftir pallfundin
á Frigg festivalinum tann
16. mai, at hon var sinnað at
seta ein arbeiðsbólk at gera
mannagongdirnar lagaligari.
Í ár eru minst 1.649 les
andi uttanlands, sum kunnu
skráseta seg á listanum til
Løgtingsvalið.
Høvdu
øll
skrásett seg, áttu tey næstan
líka nógvar atkvøður sum
enn eitt nú Miðflokkurin
fekk á seinasta vali. Mið
flokkurin
fekk
1.883
at
kvøður, tvey tingumboð og
eitt landsstýrisfólk, Fram
sókn 1.933 atkvøður og tvey
tingumboð og Sjálvstýris
flokkurin fekk færri at
kvøður enn tað eru útiseta
lesandi, tá ið teir fingu 1.290
atkvøður og eitt umboð á
Løgting.
mortan@sosialurin.fo
Valrætturin til
føroyska Løgtingsvalið
■ Danskir ríkisborgarar, sum eru heimahoyrandi í
Føroyum og verða eldri enn 18 ár í valárinum.
■ Persónar, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald
uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um teir
lúka treytirnar omanfyri, og hava búð í Føroyum í
minst 5 ár.
■ Valrætturin er einans galdandi í 2 ár eftir upptøku á
vallistanum.
■ Valrætturin kann hægst varðveitast í 8 ár, eftir at
borgarin er fluttur av landinum.
Neyðug skjøl
at prógva valrætt
■ Bústaðaryvirlit frá tí føroysku kommununi, sum
umsøkjarin seinast var skrásettur at búgva í.
■ Nýliga dagfest lestrarvirkisváttan frá
útbúgvingarstovninum.
■ Sjálv-útfylt umsóknarblað um upptøku á vallistanum
frá kommununi.
■ Hesi skulu síðani sendast tí kommununi, sum ein
seinast varð skrásettur at búgva í.
Landsstýriskvinnan við kommunumálum, Annika
Olsen, segði eftir pallfundin á Frigg festivalinum
tann 16. mai, at hon var sinnað at seta ein arbeiðsbólk
at gera mannagongdirnar lagaligari
Savnsmynd