týsdagur 26. mai 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Fyri umleið 30 árum síðan
var eg áhaldsin og breyt mær
beinið. Tað góða við hesum
var, at eg fekk tíð at týða
barnabøkurnar hjá Guðruni
Helgadóttur um Jón Odd og
Jón Bjarna, sum Bókadeild
Føroya
Lærarafelags
gav
út seinnapartin í áttati
árunum. Fyri 20 árum síð
an týddi eg eina grein úr
íslendskum, sum kallaðist
”Og nú skal eg siga tær eitt
loyndarmál….”.
Greinina
hevði eg funnið í íslendska
barnablaðnum ”Æskan”. Av
tí at hetta hevði áhuga hjá
børnum, og haraftrat snúði
seg um børn og barnsligar
sálir, sendi eg greinina til
okkara
egna
Barnablað.
Greinin er eisini prentað í
greinasavninum: Hvør eigur
flaggknappin? (1995), og er
ein samrøða við íslendska
barnabókarithøvundan og
fyrrverandi altingskvinnuna
Guðruna Helgadóttur..
Í greinini er m.a hetta
brotið:
”Søgan um Jón Odd og
Jón Bjarna var upprunaliga
gjørd sum ”heimaarbeiði”.
Eg skrivaði bókina í brotum
og las tey fyri børnunum. So
einaferð kom ein lítil genta,
sum
var
dóttir
vinkonu
mína, í føðingardag hjá
dóttur mínari. Henda lítla
genta hoyrdi meg lesa úr
søguni og hevur ivaleyst
sagt mammu síni frá tí,
hon hevði hoyrt. Mamman
var Silja Aðalsteinsdóttir,
sum tá hevði ábyrgdina av
íslendska barnaútvarpinum.
Hon tosaði við meg um søg
una, og tað endaði við, at
hon fekk handritið at lesa í
barnaútvarpinum. Síðan gav
Iðunn bókina út…”.
Um jóltíðir í fjør hoyrdi
eg í íslendska útvarpinum
eina samrøðu við Guðruna
Helgadóttur. Høvið var, at
tvíburarnir, sum hon hevði
givið okkum øllum, Jón Odd
ur og Jón Bjarni, fyltu 40 ár.
Í hesum sambandi nevndi
Guðrun aftur hendingina
við smágentuni, sum hevði
hoyrt hana lisið søguna í ein
um barnaføðingardegi.
Tað
merkisverda
við
omanfyri nevnda broti er, at
smágentan nú býr í Føroyum
og hevur sjálv føðingardag.
Hon eitur Sif Gunnarsdóttir
og er í dag stjóri í Norður
landahúsinum í Føroyum,
har hon framvegis fæst við
at miðla mentan og list – nú
eisini um landamørk.
Sigast má, at Sif Gunn
arsdóttir fór tíðliga undir
hesa týdningarmiklu upp
gávu. Við ynskjum um blíðan
byr takki eg fyri samstarvið,
eisini tey árini, eg als ikki
kendi teg,
Vit bæði, Tóra og eg,
ynskja tær hjartaliga til
lukku við degnum!
Martin Næs
Sif Gunnarsdóttir 50
Djóni Eidesgaard
Aðalskrivari
Barnabati
Barnabati heitir á
Føroya Løgting, um
at samtykkja val
fríu
protokollina
til Barnarættinda-
sáttmálan,
sum
aðalfundurin hjá ST samtykti 19
desember 2011.
Við at samtykkja hesa proto
koll, viðurkennir Føroyar, at ST-
Nevndin fyri Barnarættindi fær
møguleikan
at
viðgera
kærur
frá einstaklinginum, samstund
is sum ráðið fær loyvið, av sínum
eintingum,
at
kanna
føroysk
viðurskifti viðvíkjandi barnarætt
indum, um álítandi upplýsing
ar benda á, at Føroyar av álvara,
ella regluliga ikki virka í tráð við
rættindunum, tilskila í Barna
rættindasáttmálanum.
Kærumøguleikin
fevnir
um
øll rættindi í ST sáttmálanum, ið
Føroya Løgting samtykti við kunn
gerð nr. 6 frá 16. januar 1992 um
ST-samtykt frá 20. november 1989
um rættindi barnsins, og kunngerð
nr. 30 frá 28. november 2002, um
samtykt av valfríu ST protokol frá
25. mai 2000 um rættindi barnsins
í samband við vápna stríð, og
Løgtingssamtykt frá 3. mai 2013,
um sjálvbodna sáttmálaískoytið,
um barnasølu, barnaskøkjulevnað
og barnapornografi, tilhoyrandi
Barnarættindasáttmálanum
Kærumøguleikin er skipaður á
sama hátt sum hinar kærueindirnar
í ST mannarættindahøpi.
Tað er ikki talan um rættargang,
so ST-Nevndin fyri Barnarættindi
hevur ikki heimild til at áleggja
Føroyum, at loysa nakrar trupul
leikar í samband við tær niðurstøð
ur ST ráðið kemur við. Heimildin
liggur sostatt í, at ST-Nevndin fyri
Barnarættindi, í samband við ein
støk kærumál, kann koma við upp
skotum og tilmælum.
Barnabati er av tí fatan, at ein
samtykt av 3. valfríu protokoll um
eina kæruskipan til Barnarætt
indasáttmálan, vil styrkja rættar
trygdina hjá børnum og ungum í
Føroyum. Hóast niðurstøðurnar hjá
ST nevndini fyri barnarættindi ikki
eru bindandi, og nevndin ikki er ein
dómstólur, so vil kærumøgueikin
betra um fatanina av ásetingunum
í barnarætindasáttmálanum í prak
sis, og sostatt eisini vera við til at
sáttmálin í nógv størri mun verður
brúktur.
Barnabati vil eisini minna á
ásetingarnar í grein 42 í Barnarætt
indasáttmálanum,
har
Føroyar
binda seg til, at virka og við allari
hóskandi hjálp, kunna um megin
reglurnar og ásetingarnar í Barna
rættindasáttmálanum.
Barnabati vil eisini vísa á, at
íverksetanin av Barnarættinda
sáttmálanum í føroyska lóggávu
er eitt neyðugt politiskt tekin til
føroysk børn um, at tey viður
kennast sum sjálvstøðug og við
rættartrygd fyri tann einstaka.
Ein samtykt av omanfyri nevndu
valfríu protokol vil tí senda slík
tekin.
Barnarættindasáttmálin er ikki
galdandi fyri barni sjálvt, men fyri
landið, ið hevur samtykt sáttmálan.
Sostatt kann eitt barn ella ein
unglingi ikki fara í rættin við sínum
barnarættindum, um sáttmálin ikki
er umsettur í Føroyska lóggávu.
Barnanna umboðsmaður hevur
eftirlit við, um galdandi lógir og
fyrisitingarligar
ásetingar
eru
sambæriligar við altjóða skyldur
at tryggja barnarættindi, herundir
sáttmála Sameindu Tjóða um
rættindi hjá børnum. Rakar um
boðsmaðurin við lýti í hesum
sambandi, skal umboðsmaðurin
m.a. boða Løgtingi og viðkomandi
landsstýrismanni frá hesum.
Hetta merkir, at Barnanna um
boðsmaður skal tryggja at føroysk
lóggáva er í trá við ásetingarnar í
ST
Barnarættindasáttmálanum.
Men har eingin føroysk lóggáva er,
og sostatt einki sum er í beinleiðis
stríð við sáttmálan, fær umboðs
maðurin einki gjørt.
Væntandi íverksetan av Barna
rættindasáttmálanum
økir
um
týdningin ein slíkur kæru møgu
leiki til ST hevur við sær. Tey
rættindi, ið føroysk børn fingu
við
Barnarættindasáttmálanum,
fáa sostatt størri týdning við
einum kærumøguleika, við tað
at børn og ung tá kunnu kæra
til eina óhefta fyrisiting, um tey
meina, at teirra rættindi ikki verða
vird. Hetta vil í sera stóran mun
gera seg galdandi, har ásetingar í
Barnarættindasáttmálanum
ikki
eru umsettar til føroyska lóggávu.
Barnabati vónar at Føroya Løg
ting skjótast til ber, samtykkir
valfríu protokollina til Barnarætt
indasáttmálan, um kæru møguleika
til ST barnarættindaráðið
Barnabati vil tá í umstøður tala
fyri tíð, kunna børn og ung í Før
oyum um henda møguleikan, og
stuðla teimum í at menna teirra
rættartrygd.
Kærumøguleiki til ST-nevndina
fyri barnarættindi
KJAK