týsdagur 26. mai 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Alment útboð:
Nýggj raðhús undir Kongavarða
Tórshavnar kommuna er í vøkstri. Tí verður
økið eystan fyri bústaðarbyggingina undir
Kongavarða boðið út. Alt verður boðið út undir
einum.
Soleiðis verður bygt:
• Raðhús í 4 eindum
• Eindir við 5-11 húsum í hvørjari
• Tilsamans 32 hús
Talan er um grøna økið á kortinum, ið er partur
av matrikkul 255a. Hetta er partur av 2. byggi-
stigi í útstykkingarætlanini. Á kortinum sæst,
hvussu grundstykkini eru skipað. Økið er 8.300
fermetrar til støddar.
Fyri at tryggja, at ætlanin verður framd í
samsvari við ynski kommununnar, verða settar
ávísar treytir í sambandi við søluna. Í fyrsta lagi
skal keyparin byggja samanbygdu húsini eftir
einum sniði, ið passar til longu framdu bygging-
ina undir Kongavarða – serliga við atliti at
byggingini niðan fyri vegin.
Byggingin skal byrja innan 1 ár frá tí degi, at
torshavn.fo
sáttmáli er undirskrivaður keypara og seljara
ímillum. Øll bygging skal verða liðug innan
3-4 ár.
Keyparin skal saman við tilboðnum lata kommu-
nuni útgreinaða tíðarætlan, har víst verður, nær
einstøku húsini ætlandi verða liðug. Keyparin
tekur yvir økið soleiðis, sum tað er og fyriliggur.
Keypari stendur fyri at gera økið byggibúgvið, at
byggja og selja húsini.
Útboðstilfar, ið nágreiniliga sýnir verkætlanina
og krøvini til einstøku húsini, fæst við at venda
sær til Snarskivuna.
Freist
Áhugaðir keyparar skulu boða kommununi frá
í seinasta lagi mánadagin 1. juni 2015 kl. 12.
Skrivlig boð verða at lata kommununi í afturlat-
num brævbjálva saman við váttan frá peninga-
stovni um tøka fígging. Tilfarið verður hildið í
trúnaði, til avgerð er tikin í málinum.
Brævbjálvin skal verða merktur uttaná:
Boð uppá randarhús undir Kongavarða.
Umframt navn á boðgevara.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Janus Isfelt, løgdeildin, tel. 210330, teldupostur
janus@torshavn.fo.
Randarhús
Ætlað fríøki
Glyvursvegur
8.300 m2
30. MAI
OYGGJADAGUR 2015
Rimmar útferð til tey náttúrusøkjandi
Uppliva 3 oyggjagimsteinar í Tórshavnar kommunu ein og sama dag.
Hest, Koltur og Nólsoy
Stutt um skránna:
• 5 ymiskir gongutúrar í Hesti. Kaffi, breyð og køkur til keyps
• Stuttur gongutúrur við frásøgumanni í Koltri
• Kvøldarhugni við livandi tónleiki og uttandura grillmatur til keyps
Ein fulfíggjað skrá yvir hvørjir túrar eru liggur á Torshavn.fo
Ferðaseðlar eru til keyps á Kunningarstovuni, Visit Tórshavn.
Minst til at
hava ferðaseðilin
og reiðan pening
við á túrinum
ANNIJANNI