Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mai 2015 · Nr. 59 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur André Olsen NSÍ strýkur í løtuni avstað í Effo-deildini. Runa­vík­ingar vunnu annan hvítu­sunnu­ dag heili 8-0 á útivølli móti EB/Streymi, og eru í løtuni heili fimm stig á odda í Effo- deildini. Seinast NSÍ tapti, var í Gøtu í áttanda um­fari, tá NSÍ tapti heili 5-1 móti Víkingi. Í komandi um­far­ inum skal NSÍ møta júst Víkingi, tá liðini hittast í Runavík. EB/Streymur í upploysn NSÍ vann annan hvítusunnu­ dag heili 8-0 á útivølli móti felagsliðnum úr Sunda­ lagnum, EB/Streymi. Úrs­lit­ ið er ein staðfesting av, at styrkin hjá EB/Streymi í ár, er munandi viknað í mun til undanfarin ár. Felags­liðið í Sundalagnum, sum seinastu mongu árini, hevur myndað oddastríðið í før­oyskum fótbólti, er nú í veru­ligari kreppu. EB/Streymur liggur í løtuni á aftasta plássinum í bestu deild­ini, og 8-0 ósigurin móti NSÍ á heimavølli, ber bráð um, at alt ikki er, sum tað hev­ur verið í Sunda­ lagnum. Ongan­tíð í nýggjari tíð, hevur EB/Streymur tapt so nógv, sum teir gjørdu annan hvítu­sunnu­dag. Á EB/Streyma liðnum ann­an hvítusunnudag var ein gamal kenningur aftur á liðnum. Marni Djurhuus, sum undan kappingar­ár­ inum boð­aði frá, at hann hevði lagt skógvarnar á hill­ ina, var fyri fyrstu ferð á lið­ num hjá EB/Streymi móti NSÍ. Hóast dyst­urin móti NSÍ avgjørt er tann lak­asti hjá EB/Streymi hetta kapp­ ingar­árið, so er tað tó stórur styrkur, at royndi verju­leik­ arin nú aftur er partur av hóp­inum. Heðin á Lakjuni mál nummar 100 KÍ hevur av álvara funnið rætta stevið á heimavølli. Annan hvítusunnudag vann KÍ fimta heimasigurin á rað, tá teir vunnu 2-1 á FC Suðuroy. Tað varð annars leingi líkt til, at gestirnir úr FC Suður­oy skuldu fáa eitt heldur óvæntað stig við sær úr Klaksvík, men í sein­ astu sekund­unum, vildi KÍ veteran­urin, Heðin á Lakjuni tað øðrvísi. Heðin á Lakjuni var komin framvið til hornaspark hjá KÍ, og við góðum inn­leggi frá Henry Heinesen, skoraði Heðin á Lakjuni avgerandi málið í dyst­inum í evstu løtu. Hetta var mál nummar 100 hjá Heðin á Lakjuni í bestu deild­ini. Heðin á Lakjuni er har­afturat tann leikarin í før­oyskum fótbólti, sum er skrá­settur fyri flest dystir í bestu føroysku deildini. Við sigrinum er KÍ nú komið uppá 20 stig. Teir eru bert eitt stig aftanfyri Víking á fjórða plássinum. AB aftur á stigatalvuna Tað var eitt spert AB lið, sum annan hvítusunnudag spældi í Trongisvági móti TB. AB hevði tríggjar ósigrar á rað við sær í skjáttuni, so tað var umráðandi fyri argja­menn at teir kundu fáa nakað við sær úr Trongis­ vági, soleiðis at leik­ararnir fingu bygt á sjálvs­álitis­ konto’ina. Og tað eydnaðist AB at fáa stig við sær úr Trongis­vági. Dysturin mill­ um TB og AB endaði 1-1, eftir at AB í hálvleikinum hevði verið á odda 1-0. TB kom mun­andi betur við í seinna hálv­leiki, og teir fingu eisini javna, tá á leið 20 minuttir vóru spældir av seinna hálv­ leiki. Við tí eina stiginum, hevur AB nú tvey stig upp til niður­flytingarstrikuna. Betur gongst hjá upp­flyt­ arunum úr TB, sum hava heili 16 stig. Tvøramenn eiga tó at iðra seg um, at liðið hev­ ur spælt ov nógvar javn­leikir. Áskoðararnir hjá TB eiga tó at vera nøgdir við kapp­ingar­ árið. TB hevur í løtuni einans fimm stig upp til europeiska lut­tøku, meðan TB sum upp­ flytari, er heili níggju stig frá niðurflytingarstrikuni. TB hevur í komandi um­ far­inum ein lagnudyst. TB skal spæla á útivølli móti ÍF, og megna tvøramenn at vinna tann dystin, eru teir av álvara við í ovaru hálvu av stiga­talv­uni. Tapur TB hin­ vegin í Fuglafirði, so kemur TB at liggja í einum onga­ manna­landið. HB er komið í gongd Eftir eina heldur trilvandi byrjan, sær HB nú av álvara út til at vera komið í gongd. Annan hvítusunnudag vann HB triðja heimasigurin á rað, tá teir á heimavølli vunnu 1-0 móti ÍF. Einsamalla mál­ið í dystinum skeyt Arnbjørn Hansen tíðliga í fyrra hálvleiki. Umframt at HB hevur vunnið seinastu tríggj­ar heimadystirnar, so er felagið eisini ósigrað í Effo-deildini seinastu fimm um­førini. HB er nú einans eitt stig aftanfyri B36 á øðrum plássi. Merkisvert er, at HB og B36 hittast í komandi umfar­ inum. Hjá ÍF sær eitt sindur svart­ari út. Felagið liggur í løt­uni á einum sjeynda plássið í Effo-deildini, við einans 14 stigum fyri tey fyrstu 13 umførini. ÍF er í løtuni ikki í nøkrum niður­ flytingar­stríðið, men ÍF hevur langt upp til tey liðini, ið liggja í oddinum á stiga­ talv­uni. Tí sær ÍF í løtuni út til at spæla í einum onga­ manna­landið, sum ofta kann tykjast eitt sindur ómotiver­ andi bæði fyri leikarar og áskoðarar. ÍF hevur tó møguleika fyri at klintra upp eftir stiga­ talvuni í komandi umfari, tá teir á heimavølli skulu spæla móti TB. Deildu stigini í Sarpugerði Mest spennandi dysturin undan umfarinum, var odda­dyst­urin í Sarpugerði NSÍ rennur í løtuni undan øllum liðunum í Effo-deildini. Runavíkingar vunnu annan hvítusunnudag heili 8-0 við Margáir móti EB/Streymi, og eru nú fimm stig á odda í deildini NSÍ strýkur avstað Páll Lervig fc Suðuroy Ein uppiborin sigur til KÍ. Betri næstuferð, tá vit møta EB/ Streymi á heimavølli. fjepparin Rógvi Dam EB/Streymur Av av vit vóru snøkt sakt avbukaðir í dag. Klamint Olsen ársins mál sera flott. Nú er bara eitt, at gera og tað er, at vinna á FC Suðuroy til næsta dyst. Saman standa vit sterk fjepparin Sæbjørn Leiti íf Vit høvdu fínt spæl í dag burdu fingið 1 stig men vóru ikki nóg neyvir framman fyri málinum. Koyr á ÍF fjepparin Allan Enghamar hb Ein arbeiðssigur og 3 stig - so tað er fínt. Spælið var kanska ikki nógv at reypa av, men onkur glimt vóru. Spælið skal nokk koma. Vit koyra víðari. fjepparin Kristian Joensen kí FC Suðuroy komu als ikki til Klaksvíkar at spæla fótbólt.. KÍ svam í møguleikum og kundu tað sama vunnið minst 10-0. Men eitt undraði meg, er tað also eingin ið heldur við FC Suðuroy ? Haldi eg sá tveir kanska tríggjar fjepparar hjá teimum á Djúpumyru og ein var Leirvíksjingur.. Koyr á KÍ fjepparin Allan Smedemark tb Tad var so ikki nakar samba fótbóltur leiktur vid Stórá í dag... Mugu til at vinna nakrir heimadystir nú. TEEEEEBEEEEE. fjepparin