Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 29. mai 2015 – So kom umsíðir fólkatingsvalið. Í Danmark stendur stríð altíð millum vinstra og høgra. Skal Danmark hava eina bláa stjórn ella eina reyða stjórn. Hóast munurin kanska ikki er eins eyðsýndur sum fyrr, so er val­ið greitt. Støða skal takast til, um Lars skal fáa lykl­ar­nar til forsætismálaráðið, ella um teir fram­vegis skulu vera í varðveitslu hjá Helle. So greið eru valini ikki í Føroyum. Vit duga ikki at seta tingini so greitt upp. Okkum dámar bet­ur at fløkja tingini her heima enn meira, og blanda fleiri flokkar saman í eina stjórn. Enn sum áður stendur valið mill­um fýra flokk­ar. Skulu Javnaðarflokkur og Sam­bands­ flokk­ur end­urvinna síni ­umboð, ella hava Fólk­ a­flokkur og Tjóð­veldi nakran kjans. Púra greitt er, at hinir fýra hava ongan kjans. Sambært veljarakanningum til løg­tings­ val­ið, sum hava verið gjørdar seinastu árini, so bend­ir alt á, at Tjóðveldi fór verða næst størst­ur flokkur í Føroyum og harvið var ein hótt­an ímóti Sambandsflokkinum til fólka­tings­val­ið. Men í einastu kanning, sum er gjørd bein­leiðis til fólkatingsvalið, og sum varð kunn­gjørd í Sosialinum 27. apríl, so er tað púra greitt, at Sambandsflokkurin end­ur­vinnur fólka­tings­ sessin kortini. Tann kann­ing­in gav Javn­að­ar­ flokk­i­num 28,8 prosent, Sam­bands­flokkinum 26,9, Fólka­flokk­i­num 17,4 og Tjóð­veld­i­num 17,2. Sam­bært hesi kanning verður tal­an um eitt greitt endurval. Ein veljarakanning er ein støðumynd, og hend­an kanningin um fólkatingsvalið var ein støð­u­mynd frá 20. og 21. apríl í ár. Tann myndin kann sjálvandi vera broytt Danska valið er um vælferð. Semja er ikki mill­um blokkarnar, hvussu vælferðin skal rað­ fest­ast. Málið um eitt nú flóttafólk fyllir eisini nógv, og stendur Danski Fólkaflokkurin til at vinna stórt við hugburðinum um, at Danmark er fyri danir – og at tað ikki skal verða so lætt at vera flótta­fólk í Danmark, sum tað er. Peng­ar­nir skulu brúkast til danir, siga tey. Tað er ilt at fáa eyga á tema í føroyska fólka­tings­val­stríðnum. Ein tosar um at innflyta lær­arar, ein annar um at fáa okkum úr danska eind­a­r­statinum, ein um fullveldi, ein um at um­ boða Føroyar og tað føroyska í Danmark og ein um at fáa nógv meira skattakrónur úr Dan­mark til Føroya. Tað verður helst í størstan mun trúvirði á før­oysku politisku skipanina, sum fer at avgera fólka­tingsvalið. Men saman við lágu undirtøkuni fyri danska valinum, so kann myndin skeivklast. Føroyar eru einasti eftirbátur Grønlendska lanstingið samtykti í vikuni, at nú kunnu samkynd giftast. Tey hava sum er lóg um skrásett parlag, men nú kunnu samkynd giftast sum maður og kona. Hóast tað ikki ber til í Føroyum, so var tað eitt samt landsting í Grønlandi, samtykti nýggju lógina. Í Føroyum er meiriluti av fókinum fyri, at samkynd skulu kunna vígast. Tað er eisini meiriluti millum politikarar um tað. Men sum ikki einaferð, so er tað minnilutadiktaturið í Føroyum, sum ræður. Tað hevur hevur so stóran týdning fyri summar politikarar at fáa vald, at teir gera semjur við víðgongdar flokkar, sum binda eina heila samgongu niður. Samgongan hjá Kaj Leo Holm Johannesen er til dømis bundin niður, so hon ikki sleppur at samtykkja lóg um skrásett parlag ella enn minni um at fólk av sama kyni kunnu giftast. Sama skilið er við málinum um at broyta rúsdrekkalógina, so hon tildømis hóskar betur til vinnuna. Nú valstríð er í Danmark, so síggja vit eitt valstríð, har summir flokkar eru stjórnarberandi, meðan aðrir ikki eru tað. Tað er fult legalt í Danmark, at flokkar sum Dansk Folkeparti, SF og Eindarlistin ikki kunnu vera stjórnarberandi. Teir eru ov rabiatir til at kunna sita í eini stjórn. Men so er ikki í Føroyum. Tí her halda øll, at tey eru før fyri at stýra landinum. Hóast tað er ein evarskalítil minniluti, sum bindir meirilutan niður. Tað er skomm og tað ber boð um eitt fólkaræði, sum ikki riggar. Vit burdu lært okkum fólkaræði – og lært okkum at virða fólkaræði. Sunnudagin fer Tjóðveldi at stilla upp til fólkatingsvalið Tjóðveldi boðar frá, at tess fólkatingssessur skal fyrst og fremst nýtast til hetta: – Vit vilja tryggja, at avgerðir, sum ávirka Føroyar, skulu takast av føroyingum. – Vit vilja tryggja, at vit stútt og støðugt taka ábyrgd av okkara egna samfelag og verða hoyrd í øllum málum, sum viðvíkja okkum. – Vit vilja tryggja, at eitt føroyskt fólkatingsumboð ikki gongur biddaragongd til Danmarkar Tjóðveldi sigur, at tey altíð hava verið ímóti at Føroyar hava umboð á fólkatingi, og at tað er við blandaðum kenslum, at tey stilla upp. Sunnudagin heldur Tjóðveldi eykafloksting, har flokkurin fer at stilla valevni upp til fólkatingsvalið, og har valskráin verður løgd fram. Fundurin verður hildin á Parnassinum á Hotel Hafnia klokkan 16. Fløkasligt føroyskt valstríð Vilja ikki bidda gifta samkynd Tjóðveldi Valskráin hjá SAmbandsflokkinum Les eisini blaðið á telefonini Nei til sabands-ES- røddir á danatingi Kristina Háfoss Fólkatingsval síða 27 Ja til kaffi merkir ikki ja til sex Katrin á Neystabø Tíðargrein síða 21 Visti tú? At fólkatalið í Klaksvík minkaði við 231 fólkum frá 1990 til 2015? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Sambandspolitikkur á Fólkatingi sambært Reimund Langgaard »Eg gangi inn fyri, at kvinnur ráða yvir egnum kroppi. Men eg eri ósamdur við ST í, at barnið er partur av kroppinum hjá mammuni« Grønland er so langt frammanfyri