hósdagur 28. mai 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. mai 2015
sosialurin 60
4
Lot av ymsum ættum, turt og
sólglottar. Hitin millum 6 og 9
stig.
Veðrið sunnudagin og
mánadagin:
Sunnudagin upp í hvassan vind av
landsynningi og regn seinnapartin.
Mánadagin minni vindur av suðri
og yvirhøvur turt. Hitin milum 6
og 10 stig.
Veðrið hósmorgunin:
Eitt lágtrýst, 997 hPa. millum
Hetland og Noregs fer norðureftir.
Veðrið fríggjanáttina:
Lágtrýstið millum Føroyar og
Suðurnoreg fer í landnyrðing.
Seinnapart:
Gul til stívt andøvsgul av norði og
yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin
millum 5 og 8 stig.
leygardagin
hósdag
fríggjadagin
5-10 m/s
3-8 m/s
12-17 m/s
5-10 m/s
3-8 m/s
7-12 m/s
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av landnyrðing, seinnapartin
nakað minni vindur. Ælingur, men
eisini sólglottar og hitin millum 5
og 8 stig.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Er tað ikki tíð uppá,
at vit innføra ein dag
ímillum leygardag og
sunnudag?«
Sæð á Facebook:
»Allir føroyingar elska
føroyskan mat - uttan
Bárður Enni og Jóhan Dahl«
Beint fyri jól skrivaði Smyril Line
út eina kapping, har vinnarin
vann eina koyriferiu ígjøgnum
Evropa. Vinnarin gjørdist tann,
sum hevði flest »likes«, tá freistin
var farin - og tá avtornaði varð tað
Ragnhild Ellingsgaard, sum saman
við manni og trimum børnum vann
ferðina
Og nú hevur familjan lagt til brots út í
stóru verð við hvíta bilinum.
Á facebook skrivar Ragnhild, at tey
hava verið í Sønderborg í Danmark, Berlin
í Týsklandi og Prag í Tjekkia. Nú gongur
leiðin til Bratislava í Slovakia.
Við á ferðini eru Ragnhild og maðurin
Bárður, umframt børnini Pætur, Brá og
Vón.
Nógv eru boðini og dúgliga verður gitt um,
nær danski forsætisráðharrin, Helle Thorning
Schmidt man fara at skriva út val til danska
Fólkatingi - og offisielt floyta valdystin í gongd.
Sjálv sigur hon, at tey hava ymisk mál eftir at avgreiða og tí
skrivar hon ikki valið út, men meiningsmálingarnar vísa, at
reyði blokkurin í løtuni ikki stendur til at endurvinna sæti í
stjórnini - og tað kann sjálvandi eisini hugsast vera ein góð
orsøk til drálið.
EB/Streymur leggur
rygg til knúsandi
8-0 tap ímóti NSÌ 2.
hvítusunnudag.
Kvinnur, sum hava
havt bróstkrabba,
verða nú aftur
kannaðar í Føroyum,
eftir at tær hava verið
í bíðistøðu í nakrar
vikur.
15 umsóknir eru til
sjúkrahússtjórastarvið
Føroyar fara at hava
eitt umboð við, tá
Miss UNiverse
skal finnast.
Tað verður Turið
Elinborgardóttir
Hvítusunnudag kyknar
eldur í vaskarínum á
Hotel Hafnia. Eingin
mansskaði hendir,
men allir gestirnir
verða fluttir á onnur
gistingarhús at vera.
Harðskapsmálið, sum
løgreglan av sínum
eintingum tók upp,
eftir ein fótbóltsdyst,
har ein leikari breyt
nøsina á einum
mótstøðumanni,
hevur verið fyri í
rættinum, og dómur
verður sagdur um eina
viku.
Fólkatingsval er
útskrivað!
Tað sæst ikki, um man ikki veit
tað, men heimsins sterkasta genta,
pippi Smokkuleggur, er júst blivin
70 ár.
Men reyðhærda orkubumban hevur ikki
latið ellið merkjast á sær. Hon er júst so
sprelsk, sum hon var, tá Astrid Lindgren
í 1945 lat hana flyta inn í Villa Villekulla í
fyrstu bókini.
Seinni blivu bøkurnar bæði til tekni
røðir, sendirøðir og filmar, har svenska
Inger Nilsson leikti høvuðsleiklutin. Tú
hugsar helst, at tað er ein góð lopfjøld til
eina strálandi filmskarrieru, men so er ikki.
Nú 56 ára gamla Inger er framvegis merkt
av Pippi leiklutinum. Tað hevur ikki verið
lætt hjá henni at fáa leiklutir, hóast hon er
útbúgvin sjónleikari, tí fólk tvinna hana
altíð saman við Pippi.
Men nú, ið Pippi fyllir 70 ár, er Inger
Nilsson við í einum nýggjum filmi,
nevndur Efterskalv, sum hon fyri tíðina
sýnir fram í Cannes.
Kanska hon nú sleppir
undan leiklutinum,
sum Pippi, heimsins
sterkasta genta.
Vinnarin av kærleiks
ferðini farin á ferð
»Fólkatingsval«
Pippi 70 ár
Mest
nýtta
orðið
hesa
vikuna
...uppá ein minutt
sangir eru í nýggju sangbókini
hjá Brøðrasamkomuni, sum eitur
»Nýggja Songbók Guds Fólks«
1504
mangt og hvat
Visti tú?
Oyruni vaksa alt
lívið, men eyguni hava
júst somu stødd alt
lívið - úr vøggu í
grøv.