hósdagur 28. mai 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2015
SOSIALURIN 60
14
POLITIKKUR
ALLIR FLOKKAR VILJA
SLEPPA Á FÓLKATING
– OG ZAKARIAS
ÁRNI GREGERSEN
T
að er eitt sindur ymiskt,
hvat ymsu flokkarnir vilja
brúka eina umboðan á
Fólkatingi til, men allir teir,
sum eru umboðaðir í Løgtinginum
bjóða valevnir fram – og tað sama
ger Zacharias Wang, sum stillar upp
uttanflokka.
Fyrsta almenn orðaskifti hevur
verið millum floksformennirnar.
Eitt sindur varisligt, men teir hava
allir valt at stilla upp.
Teir báðir flokkarnir, sum
hava havt umboð hetta seinasta
valskeiðið – Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkruin – halda báðir
fast um, at teirra umboð, ávikavist
Edmund Joensen og Sjúrður Skaale,
hava gjørt arbeiðið til lítar.
Aðrastaðni hava tey bæði
umboðini longu víst á, hvat tað er,
sum teir hava gjørt hesi árini, teir
hava sitið í Fólkatinginum.
Í eini lýsing fyri Edmund Joensen
verður sagt, at hann hevur fingið 70
milljónir krónur heim til Føroya
hesi árini. Íroknað hesar pengarnar
eru helst bæði pengarnir frá Aage
V. Andersens Fond til eina vðarlund
við Streymin og helst eisini tann
peningur, sum A.P. Møller hevur latið
til Saltsilo-verkætlanina á Drelnesi.
Sjúrður Skaale hevur eisini fingið
pening hendanvegin. Sum skilst
hevur hann gingið á odda fyri at fáa
til vega fleiri milljónir krónur frá
dønum til FarGen-verkætlanina.
Hvønn umboða umboðini
Semja er millum allar flokkar,
at eydnast ikki at fáa eitt skilagott
samstarv millum føroysku politisku
skipanina og fólkatingsumboðini, so
er ikki nógv nytta í umboðanina.
S p u r n i n g u r i n
u m
fólkatingsumboðini eru forlongdi
armurin hjá føroyska landsstýrinum
– ella umboðini eru egin om bara
umboða seg sjálvan og egnan flokk,
fær ymisk svar.
Sambært
grundlógini
eru
føroysku umboðini á jøvnum føti við
hini 177 umboðini í Fólkatinginum og
virka udnir somu treytum, sum hin
177 umboðini.
Men júst har endar semjan eisini,
tí flokkarnir hava hvør sína áskoðan
um, hvussu fólkatingsumboðini
skulu virka.
Tjóðveldi valdi í nógv ár ikki
at stilla upp yvirhøvur, men nú
er tað vanligt at flokkruin stillar
upp. Høvuðsmálið er at virka fyri
størri loysing og steðga tí, sum
flokkurin kallar “biddaragongdini” á
Christiansborg.
Sambandsflokkurin hinvegin
hevur eisini eina greiða ætlan
við umboðanini. Valdi limurin
skal menna ríkisfelagsskapin og
fasthalda, at danir framvegis eiga at
gjalda til tey málsøkir, sum enn eru
felags, millum annað heilsuverkið.
Javnaðaflokkurin vil brúka sítt
samstarv við danska brøðraflokkin
at fáa ávirkan ogtað er tað, sum
núverandi umboðið hevur gjørt, segði
Aksel V. Johannesen.
Hann vísti á, at tá ið stríði var við ES
um makrelin, var javnaðarumboðið
ein hollur stuðul fyri Føroyar.
Framsókn hevur eisini boðað frá,
at flokkurin er ímóti umboðanini,
men vísir á, at ein stórur partur av
tí sum viðvíkur Føroyum verður
avgjørt á Fólkatingi – og tí ynskir
flokkurin umboðan har.
Fólkaflokkurin hevur í nógv
ár havt umboðan á Fólkatingi. Óli
Breckmann er tann, sum í nýggjari
tíð hevur havt sæti har longst.
Heldur ikki Fólkaflokkurin er
serliga fegin um skipanina, men
flokkurin sigur seg til eina og hvørja
tíð vilja røkja føroysku áhugamálini,
sum taka seg upp í danska
tjóðartinginum.
Jørgen Niclassen, formaður, segði
eisini, at umboðanin eigur at brúkast
tila t verja Føroyar, so vit sleppa
undan summum átøkum: til dømis, at
vit skulu nærkast ES alt meira, beint
ímóti politska viljanum í Føroyum
Teir báðir smærru flokkarnir,
Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin,
boða frá, at teri hava hvør sína
dagsskrá.
Jógvan Skorheim, formaður í
Sjálvstýrisflokkinum, boðaði frá,
at flokkurin ætlar at brúka eina
umboðan til at umleggja skúlingina
av føroyskum ungdómi, so at lærarar
heldur koma til Føroyar at undirvísa
á hægri støði – heldur enn at tey
ungu fara av landinum at nema
sær útbúgvingina – og so mangla í
føroysku fólkasamansetingini.
Miðflokkurin hevur eina heilt
aðra ætlan.
Les meira um tað aðrastaðni her
á síðuni.
Til fólkatingsvalið 18.juni bjóða allir flokkar seg fram við valevnum
Miðflokkurin:
Vit vilja
reka
politikk
í Fólka
tinginum
Sum einasti flokkur,
sums tillar upp tikl
danska Fólkatingi,
hevur Miðflokkurin
boða frá, at hann
ætlar sær at luttaka
í viðgerðini av
øllum málum
Meðan hinir føroysku flokkarnir
meira ella minni siga, at teir ikki
vilja leggja seg út í danska inn
lendis politikk, so hevur Mið
flokkurin tikið eina heilt aðra,
greiða støðu.
Flokkurin fer – um hann fær
umboðan í Danmark – at virka
sum ein partur av danska tjóðar
tinginum og luttaka í vanliga
politiska arbeiðnum har.
Flokkurin sigur, at ein stórur
partur av teirra stevnuskrá eru
etisk og onnur mál, sum fáa viðgerð
bæði í danska tjóðartinginum og
øðrum tjóðartingum.
– Tí fara vit at luttaka í van
liga arbeiðnum í danska Fólka
tinginum. Okkara umboðan er
ein partur av tjóðartinginum og
tí eiga vit at taka lut í arbeiðnum,
segði Jenis av Rana í formans
orðaskiftinum í sjónvarpinum..
Zakarias Wang stillar upp
uttanflokka. Hann gjørdi greitt,
at hann ikki ætlar sær at skriva
undir donsku grundlógina, hann
fer at tosa føroyskt á Fólkatingi og
hann ætlar sær ikki at taka ímóti
løn fyri sítt arbeiðið í Danmark.