Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. mai 2015 sosialurin 60 27 Eirikur Lindenskov T að sigur Framsókn í frá­boð­an eftir at fólka­ tings­valið varð útskrivað miku­dagin. Poul Michelsen, Hanna Jensen, Kar­lot Hergeirsson, Sunneva Háberg Eysturstein, Høgni Reistrup og Ruth Vang stilla upp fyri Framsókn, sum fyri fyrstu ferð stillar upp til fólka­ tings­val. Tá fólkatingsval var seinast, var flokk­urin stovnaður. Men hann kundi ikki stilla upp, tí flokkurin hevði ikki fing­ið fólk valt á ting. Tá var Poul Michel­ sen løgtingsmaður, men hann var valdur fyri Fólkaflokkin. Treyt­in fyri, at flokkar kunnu stilla upp til fólkatingsval er, at teir fyrst eru valdir á Føroya Løgting. Tí mátti Poul Michelsen stilla upp einsmallur á uttan­flokkalista til seinasta fólka­ tings­val. Poul Michelsen fekk 672 atkvøður, ella 3,3 prosent av atkvøðunum. Við slagorðunum »Føroyar sjálv­ ar – heldur enn hálvar« bjóðar Fram­ sókn seg fram. Í tíðindaskrivi sigur flokkurin soleiðis: »Ein týðandi partur av okkara fram­tíð verður evnaður til uttan fyri landoddarnar ella í samstarvi og samskifti okkara við umheimin. Framsókn leggur tí stóran dent á, at vit føroyingar skulu umboða okk­ um sjálvar á støðum, haðani hendan ávirkanin kemur. Vit skulu hava ein mið­vísan uttanríkispolitikk, sum styrk­ir okkara sjálvsfatan og virðing, gev­ur okkum vitan og perspektiv og menn­ir okkara vinnu, sølu og búskap. Fyri Framsókn eru samskiftið og sa­ms­tarvið við Dan­mark uttan­ríkis­ polit­isk mál. Vit halda tí, at vit eiga at taka føroysku fólka­tings­sess­ir­ nar av og í staðin at lata før­oysku sendi­stovu­na í Keyp­manna­havn hava dag­liga sam­starvið við Dan­ mark um hen­di. Vit mugu tó staðfesta, at undir ver­andi heimastýrisskipan viðger Fólka­tingið regluliga viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á Føroyar, og tekur avgerðir um tey. Tess meira av sínum ræðis­rætti, Danmark má lata ES, tess meira kemur europeiska samveldið at stjórna føroyskum politikki. Sum støðan er, er tað tí ein partur av okkara uttanríkispolitisku kós at vera við á Fólkatingsvalinum. Undir yvir­skriftini ‘Føroyar sjálvar – heldur enn hálvar!’ bjóða vit okkum fram við seks valevnum, sum eru Poul Michel­sen, Hanna Jensen, Karlot Hergeirs­son, Sunneva Háberg Eysturstein, Høg­ni Reistrup og Ruth Vang. Á Fólkatingi ætla vit at fáa vent før­oyska biddarahugburðinum eins og teirri miðvísu ES-tilgongdini, sum ver­andi fólkatingsumboð stríðast fyri í bei­n­leiðis andsøgn til ein stóran meiriluta av Føroya fólki.« Framsókn stilar seks fólk um til Fólkatingið Ruth Vang, Høgni Reistur, Poul Michelsen, Hanna Jensen, Karlot Hergeirsson og Sunneva Háberg Eysturstein stilla upp til fólkatingsvalið fyri Framsókn Eirikur Lindenskov L ongu týskvøldið var Sam­ bands­flokk­urin klárur við val­evnis­listanum til fólka­ tings­valið – hálvt sam­døg­ ur áðrenn Helle Thorning-Schmidt trýsti á valknøttin. Og hesaferð er tað ein sterk upp­ still­ing hjá flokkinum, sum hevur tik­ið alt tað tunga sjútsið fram. 14 valevni eru á listanum, sum flokkurin hevur sett upp í nummar­ røð. Umframt øll tey fólkavaldu utt­ an Jónu Mortensen, so eru á lista­ num – sum sambært flokkinum ikki er endaliga liðugur enn: 1. Kaj Leo Holm Johannesen 2. Bárður S. Nielsen 3. Edmund Joensen 4. Helgi Abrahamsen 5. Reimund Langgaard 6. Alfred Olsen 7. Edva Jacobsen 8. Eivin H. Jacobsen 9. Rósa Samuelsen 10. Bjørn Kalsø 11. Johan Dahl 12. Gerhard Lognberg 13. Conrad Gaard Joensen, Vágur 14. Niels Olaf Eyvindsson, Sandvík Edmund Joensen, sum er fólka­ ting­mað­ur, hevur langt síðani boðað frá, at hann bjóðar seg fram einaferð aftur­at, og hann er eisini á listanum. Annars eru bæði Kaj Leo Holm Jo­hannesen, floksformaður, og Bárð­ur Nielsen, næstformaður á lista­num. Tað er somuleiðis vert er at legg­ ja merki til, at eisini Johan Dahl, lands­stýrismaður í vinnumálum, er á lista­num. Hann hevur annars takk­að fyri seg í landspolitikki, og hev­ur boðað frá, at hann hann stillar ikki upp aftur á næsta løgtingsvali. Øll uttan Jóna stilla upp fyri Sambandsflokkin Fólkatingsmaðurin, allir landsstýrismenninir og øll tingfólkini uttan Jóna Mortensen stilla upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið – Sum støðan er, er tað tí ein partur av okkara uttan­ríkis­ politisku kós at vera við á Fólkatingsvalinum Kristina Háfoss Løgtingskvinna hjá Tjóðveldi Ikki leggja okkum út í donsk mál Fólkatings­um­ boð­ini skulu eisi­ ni bert við­gera og ávirka tey mál á Fólka­tingi, ið hava týdning fyri Før­oy­ar. Tey skulu tí ikki leggja seg út í mál, ið eru donsk mál. Vit ynskja jú heldur ikki, at danir leggja seg út í føroysk mál ella hvussu vit skipa okkum í Føroyum. Tí eiga før­oysku umboðini á Fólkatingi als ikki at atkvøða í málum, ið eru donsk mál. Tað velja núverandi umboðini á Fólka­tingi at gera. Hetta gagnar ikki føroyingum. Ikki nýtast til danskar kekkar Fólkatingssessurin skal heldur ikki nýtast til eina kapping um, hvør kann fáa flest danskar kekkar til Føroya. Ken­n­ist óvirðiligt og grundleggjandi skeivt at nýta fólkatingsumboðanina til hetta. Men hetta velja núverandi um­ boð­ini á Fólkatingi at gera. Hetta gagn­ar ikki føroyingum. Føroyingar røkja best føroysk áhugamál Meðan vit bíða eftir, at Føroyar gerast sjálv­støðugt land, má og skal virkast fyri, at Føroyar fáa so sjálvstøðugar og stórar møguleikar heima og úti í heimi, sum møguligt. Tí er neyðugt við tjóðskaparrødd á Fólkatingi. Ongin umboðar áhugamál før­oy­inga betur enn føroyingar sjálv­ir. Vit skulu tí flyta verandi av­gerðar­rætt úr Fólkatinginum til Løg­ting­ið. Samstundis vita vit, at tað, at virka sum sjálvstøðugt land í uttan­ríkis­politisk­um málum í veru­leika­num er størsta ótroytta tilfeingi okkara. Dømini um, at føroyingar røkja best føroysk áhugamál, eru nógv. Hugsa tær um vit ikki høvdu egnar fiskivinnusamráðingar við onnur lond? Høvdu danskir myndugleikar vunn­ið okkum somu rættindi, sum vit sjálvi hava vunnið okkum? Nei. Hugsa um, at tað var ikki fyrr enn vit sjálvi heimtóku ábyrgdina av føroysku undirgrundini, at farið varð und­ir skipaða oljuleiting á føroyska land­ grunninum. Hetta enntá hóast sera stórt leitivirksemi var eitt nú í Noregi og Hetlandi. Røktu danskir myndugleikar okkara áhugamál? Nei. Fullan limaskap í altjóða samfelagnum – sjálvandi! Og ímynda tær stóru ótroyttu møgu­leik­ar­nir, ið liggja í føroyskum lima­skapi í EFTA (fríhandilssáttmálar við 35 lond og fría atgongd til ES-mark­nað­ in), WTO, Arktiska Ráðnum, ST, Olympi­ska felagsskapinum IOC, Euro­vision o.s.fr. Alt møguleikar og dyr, ið latast upp, tá vit fáa fullan og sjálv­støðugan limaskap í altjóða sam­felag­num. Til hetta gerst veru­leiki, skulu vit gera alt fyri, at vinna Før­oy­um so stór rættindi og so nógvar møgu­leik­ ar í altjóða samfelagnum, sum møgu­ligt – til fyrimuns fyri fólk­ið, vinnuna og samfelagið alt. Hesum vilja vit virka fyri – bæði í Før­oyum og á Fólkatingi. Fólkatingsval 2015 Valgreinar Ja til tjóð­skapar­ rødd – Nei til sambands- ES-røddir Tvey føroysk fólkatingsumboð, ið bæði eru fyri føroyskum ES-lima­ skapi og eru ímóti at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, umboða før­ oy­ing­ar á Fólkatingi í dag. Hetta um­boð­ar als ikki føroyingar sum heild, og er ikki til gagns fyri Før­ oyar. Vit skulu sjálvandi hava tjóð­skap­arrødd á Fólkating