hósdagur 28. mai 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 29. mai 2015
Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Dorit Hansen Grafiskt snið og layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin Forsíðumynd: Finnur Justinussen
Í ár fyllir Fróðskaparsetur Føroya 50 ár, í fjør vóru 30 ár liðin, síðan lógin um
Musikkskúlan kom í gildi. Og so er tað Listaskúlin, hvussu við honum? Ná jú,
hann er ikki rættiliga borin í heim enn.
Í stórari portrettsamrøðu í hesi Mentan greiðir Ása Hátún millum annað frá,
hvussu hon og Súsan í Jákupsstovu saman við øðrum vóru við í arbeiðsbólki,
sum handaði landsstýrinum álit um listaskúla sama ár, sum álit um musikkskúla
varð handað. Vit vita, hvussu Musikkskúlin hevur ríkað okkara samfelag. Og -
sum Ása Hátún sigur - tonk um listaskúlin eisini kom tá. Tonk hvussu rík vit so
høvdu verið.
Lógin um musikkskúlan tvinnaði tilboð, sum longu vóru ymsastaðni í
landinum, saman í ein tráð, soleiðis at alt nú varð stuðlað av landinum og skipað
undir felags samskipara. Hyggja vit at undirvísingartilboðum í listahandverki
og myndlist, so hava vit ymisk tilboð á ymiskum pallum, men tilboðini tykjast
tilvildarlig, og eingin møguleiki er at taka prógv í tí, sum tú lærir.
Ása Hátún eftirlýsir eisini størri samstarvi millum gransking og list, millum
tað skapandi og tað kannandi. Á føðingardagstiltakinum hjá Fróðskaparsetri
Føroya í Norðurlandahúsinum, nevndi rektarin týdningin av at savna allar
universitetsútbúgvingar í sama stovni - og helst undir sama taki. Og hann legði
eisini dent á týdningin, sum granskingin hevur fyri ein lærustovn.
Men hvussu er við føroyskum listhandverki, hvussu er við ullini? Verður
granskað í okkara designsøgu? Verður granskað í okkara ullinta tilfeingi?
Og hvar skal slík gransking fara fram? Ole Wich hevur lisið á søgudeildini í
Fróðskaparsetrinum, og í greinini “Hvør eigur føroyska tjóðbúnan” vísir hann á,
hvussu búnin hevur verið ein víðvøllur í einum tjóðskaparligum stríði.
Einasta veruliga siðvenjan í búnanum er, sambært Ole, førleikin “hjá teimum
føroysku kvinnunum at menna og broyta búnan við støði í siðbundna evropeiska
sniðinum og at varðveita hann dynamiskan í mun til samtíðar móta við stórari
handaligari vitan og góðum sansi fyri dygd.” Hóast tjóðskaparliga ímyndin hevur
kravt eitt standard snið, so hava kvinnurnar altíð laga búnan til mótan.
Í hesi Mentan hevur sniðgevin Sissal Kristiansen, sum við fyritøkuni Shisa
Brand eisini hevur skapt móta í Føroyum, eina ferðafrásøgn úr Helsinki og
Hamburg, har hon hevur leitað sær íblástur til sítt kreativa virksemi. Ferðin fer
uttan iva at síggjast aftur í onkrum sniðum, sum vit fara at hugsa um sum nakað
serliga føroyskt.
Ása Hátún fekk eyguni upp fyri heilt nýggjum møguleikum í føroysku ullini,
tá hon ferðaðist til handarbeiðsskeið í Onglandi og tøviskeið í Norðurlondum. Tá
ið vit tosa um at seta listaskúla á stovn í Føroyum, snýr tað seg heldur ikki um at
skapa eina avbyrgda ostaklokku, men tað øvuta. At samla træðrirnir, sum longu
eru her, og skipa sambond við listarlig útbúgvingarumhvørvi uttanlands, soleiðis
at tey kunnu vera til fyrimuns fyri enn fleiri ungar spírar.
Tí tonk.
ritstjóri
Dorit Hansen
Tonk
Arni Zachariassen:
Fyri meg er tónleikur ikki hugni
Mytan um svaka flogvitið og óeydnusama
listafólkið livir enn í okkara felagstilvitsku.
Men gransking vísir, at list er góð fyri
sálarligu vælveruna. Hetta viðger Arni
Zachariassen í grein, har hann m.a. hevur
samrøðu við sangaran og sangskrivaran,
Rógva Odvørson.
» – Tónleikurin hevur verið tað, sum hevur
hildið mær koyrandi.
– Hvussu tá?
– Tá ið eg var langt niðri, hjálpti tónleikurin
mær at seta orð á, hvussu eg hevði tað.
Eg slapp av við tankar og kenslur. Tað var
ræðuliga inspirerandi. At skriva og gera
nakað, man er nøgdur við, tað økir um
sjálvsálitið.«
s. 18-19
Ole Wich:
Hvør eigur føroyska búnan?
Klæðir kunnu vera ein ideologiskur
stríðsvøllur, sigur Ole Wich í grein, har
hann lýsir søguna um føroyska tjóðbúnan
og – ikki minst – stríðið um at sleppa at
gera av, hvussu hann sær út.
»Tjóðbúnin skilir seg frá øðrum
veitstlubúnum, tí útsjóndin bæði verður
stýrd av ideologi og tørvinum hjá tí
einstaka. Nationalisman krevur, at tann
einstaki skal sjónliggera tjóðarandan á
rættan hátt, og talsmenn hennara seta seg
sum dómarar yvir, hvussu búnin skal síggja
út. Føroyski tjóðbúnin og spurningurin
um, hvussu hann sær út, verða tí ein
ideologiskur stríðsvøllur, har tørvurin
hjá tjóðini berjist móti tørvinum hjá tí
einstaka.«
s. 22-23
Sissal Kristiansen:
Lat eyguni føra teg
Hevði hon havt ráð, hevði hon farið
uttanlands minst ein mánað hvørt ár,
sigur Sissal Kristiansen í ferðafrásøgn
úr Helsinki og Hambourg, har hon hevur
søkt sær íblástur til kreativa arbeiðið í
fyritøkuni Shisa Brand.
»Í míni tráan eftir at skapa eitt merki,
sum bæði gongur undan og er egið, havi
eg staðfest, at eg má javnan fara út um
landoddarnar at finna mær íblástur.
Eg haldi, at um eg skal skapa vakrar og
áhugaverdar vørur, so má eg hugvekjast av
øðrum vøkrum og áhugaverdum; tað veri
seg fólki, tingum ella umhvørvi. Og tað er
júst á slíkum ferðum, at eg finni íblásturin.
Tá gerandisdagurin gerst ov gerandisligur
og fátónaður, merki eg tráanina eftir at
sleppa út eftir íblástrinum.«
s. 4-6
Bókummæli hesu ferð:
Paula Gaard ummælir yrkingasavnið
Hyasynttíð eftir Sissal Kampmann
Turið Sigurðardóttir ummælir yrkinga
savnið Messa fyri einum filmi eftir Katrina
Ottarsdóttur
Bergur Rasmussen ummælir tíðarritið
Vencil nr. 15, sum Oddfríður Marni
Rasmussen og Arnbjørn Dalsgaard hava
ritstjórnað
Eilen Antoniussen ummælir skaldsøguna
All the light we cannot see / Alt det lys vi
ikke ser eftir Anthony Doerr
s. 16-17
brellbitar
oddagrein
Mynd: Lý Zachariassen
Mynd: Birgir Kruse
Mynd: Lydia Djurhuus