mánadagur 1. juni 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Vinnan
Síða 10-11
Lága
lønin
styggir
lærlingar
Vinnan síða 16
Kapp
ing um
samskifti
harðnar
Seinastu
veljarakanningarnar
í
Danmark benda á, at tað verður
sera javnt millum blokkarnar báð
ar, tann reyða og tann bláa.
Tað áhugaverda er, at reyði
vongur hevur vunnið seg fram á
bláa síðani valið varð skrivað út
seinasta mikudag.
Stjórnin hjá Helle Thorning-
Schmidt hevur ligið sera lágt í øll
um veljarakanningum, sum eru
gjørdar síðani fólkatingsvalið 15.
september í 2011. Eingin kanning
hevur givið stjórnini nær námind ta
undirtøku, sum stjórnarflokkarnir
fingu á valinum. Allir eygleiðarar
hava verið á einum máli um, at
Helle Thorning-Schmidt ongan
verðsins kjans hevur at vinna
stjórnarvaldið aftur.
Men nú er eftir øllum at døma
vend komin í, og stjórnin tykist
hava undanvind.
Enn eru tó 17 dagar eftir valið, og
nógv kann henda. Men sum støðan
er út frá seinastu veljarakanning,
so kunnu tað verða føroyingar, sum
gera skulu av, hvør vongur í fólka
tinginum skal stjórna Danmark.
Sambært
veljarakanningini,
sum varð kunngjørd í Sosialinum
um vikuskiftið, so heldur meirilutin
av føroysku veljarunum, at før
oysku umboðini ikki skulu gera av,
hvør skal stjórn skal stýra. Men tað
ber ikki til at sleppa sær undan hesi
ábyrgd, um tú ert valdur í fólka
tingið. Tað ber heldur ikki til hjá
einum tjóðveldisumboð at skáka
sær undan tí. Ímynda vit okkum, at
Høgni Hoydal verður tungan á vág
skálini – at støðan er 89-89, so hevur
hansara avgerð kortini avgerandi
týdningin. Atkvøður hann fyri
Løkke, so vinnur Løkke. Atkvøður
hann fyri Thorning, so vinnur
Thorning. Men atkvøður hann ikki,
so vinnur Thorning eisini. Tí skal
hon koppast, so skal hon hava ein
meiriluta ímóti sær.
Tí fara føroysku fólkatingsum
boðini at gera av, hvør skal stýra
Danmark, um tey vilja tað ella –
skuldu tey komið í ta støðuni, at tey
verða 90. fólkatingsumboðið.
Í Grønlandi verða tvey umboð
vald, sum stuðla Helle Thorning-
Schmidt. Bæði IA og Siumut eru
vinstrasinnaðir flokkar, og teir eru
so mikið nógv størri, enn allir hinir
flokkarnir, at eingin ivi er um, at
teir fáa hvør sítt umboð. Hjá okk
um er støðan javnari. Teir fýra
stóru flokkarnir hava upp á skift
besta møguleikan at verða valdir.
Sambært einastu kanning higartil,
verða Javnaðarflokkurin og Sam
bandsflokkurin afturvaldir.
Valstríðið til føroyska fólka
tingsvalið er tamt. Spurningurin er
tó, um tað pískast so mikið upp, at
tað flytir atvkøður.
Avgerðin tikin norðanfyri
Sjálvandi skulu Margreta
drotning
og
Heindrikur
prinsur altíð vera vælkomin
til Føroya – og sjálvandi
skulu vit sýna teimum tann
blíðskap, sum tað sømir seg.
Men onkur klokka átti
at ringt onkustaðni í stóru
húsum hennara, tá hon sjálv
hevur góðtikið, at fólkatings
val skal verða, meðan hon er
á vitjan í Føroyum.
Av repsekt fyri danska
fólkastýrinum í Danmark
hevur hon valt at stytta sær
ferðina, so hon kann vera
upp á pláss, tá tvey umboð
fyri hvønn av flokkunum,
sum valdir verða í fólkating
ið, tann 19. juni koma at siga
henni, hvør tey halda skal
stýra Danmark.
Dagarnar fram til valdag
in fer hon at ferðast kring
oyggjarnar við løgmanni,
sum á valinum skal prógva,
at hann er hægri í metum
enn Edmund Joensen.
Hevði drotningin havt
planlagt sær at spáka við
Helle
Thorning-Schmidt
kring um í Danmark hasar
dagarnar,
so
hevði
tað heilt
s i k k u r t
verið avlýst
– tí hon leggur
seg ikki út í pol
itikk.
Tí
átti
drotningin
av respekt
fyri
før
oyska
fólka
ræðinum at útsett ferða til
aftan á fólkatingsvalið.
Margreta burdi kent
sína vitjunartíð
At Magni Arge stillar upp til
fólkatingsvalið merkir uttan
iva, at hann ger eitt come-
back í politikk – og eisini
verður á listanum hjá Tjóð
veldinum til løgtingsvalið
seinni í ár. Ikki tí, hann hev
ur ikki gjørt nógv við at
stilla upp til politikk, hóast
politiska basillan man vera
púra greið.
Í 1988 stillaði Magni Arge
upp til løgtingsvalið. Tá
vórðu Jóngerð Purkhús og
Karin Kjølbro valdar. Finn
bogi Ísakson og Hans Jacob
Debes vóru næstir á lista
num, og sum nummar fimm
í Suðurstreymoyar valdømi,
var Magni Arge.
Hann hevði sæti sum
varamaður í nakrar vikur í
valskeiðinum frá 1988-90 –
men í 1990 var hann ikki á
listanum.
Kemur Magni Arge á løg
ting, og kemur Tjóðveldi í
samgongu eftir valið, so er
Magni Arge púra vist eitt boð
upp á ein landsstýrismann.
Við øllum sínum royndum
í vinnulívinum er hann
eitt upplagt boð upp á
landsstýrismann
í
vinn
umálum, og tá verður tað
til dømis hansara lutur at
manna nevndina í Atlants
flog á næsta aðalfundi fel
agsins.
Ikki er altíð so langt í mill
um álitisstørvini...
Magni Arge í Vinnumálaráðið
Á flokstinginum
hjá Tjóðveldi
num í gjár heitti
Zakarias Wang
á Tjóðveldi um
ikki at stilla
upp til fólka
tingsvalið
Á eykaflokstingi hjá Tjóð
veldi í gjár heitti Zakari
as Wang, sum fyrr hevur
umboðað Tjóðveldi í Tórs
havnar býráð, á flokkin um
ikki at stilla upp til fólka
tings valið:
– Mítt uppskot er, at
eykafloksting
Tjóðveldis,
sum støðan nú hevur tikið
seg upp, samtykkir ikki at
stilla nøkur valevni upp
til fólkatingsvalið 18. juni
2015. Víst verður á, at eitt
týdningarmikið løgtingsval
verður um stutta tíð, og at
tað ræður um at standa
stinnur til ta avbjóðing.
Uppskotið hjá Zakariasi
kom til atkvøðugreiðslu
og fall við einum braki. Av
teimum 40 atkvøðunum at
kvøddu 35 fyri, at Tjóðveldi
skal stilla upp, 2 vóru ímóti
og 3 atkvøddu blankt.
Tjóðveldi beyð í staðin
Zakariasi Wang at stilla upp
á listanum hjá Tjóðveldi
við síni egnu valskrá, men
hesum tilboð tók Zakarias
Wang ikki av.
Framløgan, sum Zakar
ias Wang heldur fyri fund
inum hjá Tjóðveldi sæst
undir lesarabrøvum á in.fo
Tjóðveldi eigur
ikki at stilla upp
Føroyar og Grønland gera
av hvør skal stýra Danmark
Zakarias Wang var á
eykaflokstinginum hjá
Tjóðveldinum í gjár. Har
heitti hann á flokkin,
um ikki at stilla upp
til fólkatingsvalið