mánadagur 1. juni 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Tað endaði 1-1 í granna
uppgerðini
í
Gundadali.
Báðir partar søgdu seg vera
nøgdar, men tað var úr
ymsum sjónarhornum:
HB
venjarin
Heðin
Askham iðraði seg um, at
tað ikki eydnaðist hansara
monnum at vinna fulla úr
tøku:
– Leikliga gongur tað støð
ugt rætta vegin. Soleiðis var
tað eisini í dag. Spell var tað,
at vit ikki megnaðu at skora
sigursmálið, tí vit spældu
okkum til møguleikarnar,
var staðfestingin hjá HB
venjaranum.
B36 venjarin Eyðun Klak
stein segði seg væl kunna
liva við javnleikinum:
– Vit høvdu gott tak á
undan steðginum, tá ið vit
løgdu okkum framum. Lagið
var gott í steðginum, og
fyrstu løtuna eftir steðgin
sá tað gott út. Men tá ið
teir høvdu javnað, mistu vit
nakað í eina góða løtu. Fram
ímóti dystarenda høvdu vit
aftur møguleikar, men alt í
alt var 1-1 á góðari leið, var
viðmerkingin hjá B36 venj
aranum.
Lítil løta var avgerandi
Fyri aðru ferð í ár eydnaðist
tað
Víkingi
at
vinna
á
toppliðnum NSÍ. Hesaferð
var úrslitið 4-2 við Løkin í
Runavík. Harvið er Víkinga
úrtøkan higartil í ár ímóti
NSÍ seks stig við málmun
inum 9-3! Tað er merkisvert,
tá ið NSÍ higartil hevur verið
greitt oddalið, og tá ið NSÍ
burtursæð frá ímóti Víkingi
bara hevur tapt einaferð – á
útivølli ímóti B36.
Stóri maðurin í Runavík í
gjár var Andreas Lava Olsen
hjá Víkingi. Hann skoraði
hattrikk. Nú Súni Olsen, Gert
Hansen og Hanus Jacobsen
ikki eru tøkir, er leikluturin
hjá Heðini Hansen vorðin
størri. Heðin takkaði fyri
við at seta hol á við fínum
skoti miðskeiðis í 1. hálvleiki.
Leiðslan helt í meiri enn 40
minuttir. Síðsta hálva tíman
eksploderaði tað heilt í góðu
líkindunum við Løkin.
Magnus H. Olsen javnaði
við fínum langskoti. NSÍ
spælararnir
høvdu
ikki
fingið armarnar niður aftur,
so vísti talvan 1-2. Andreas
Lava høgdi bóltin í málið,
og trettan minuttir seinni
var hann aftur upp á spæl.
3-1 málið var sera týdningar
mikið, tí tá var Víkingur
undirmannaður, eftir at Atli
Gregersen hevði sæð gult
fyri aðru ferð. Tá ið Árni
Frederiksberg minkaði um
munin, var tað við fínum
frísparki. So var heilt spenn
andi, men bara í ein minutt.
Enn einaferð var tað Andreas
Lava Olsen, sum høgdi bóltin
í málið aftanfyri Andras
Gango.
NSÍ
venjarin
Trygvi
Mortensen ásannaði, at tað
framvegis er torført hjá NSÍ
at spæla ímóti Víkingi. Hann
helt avgerandi løtuna vera, tá
ið Víkingur legði seg framum
2-1 bara ein lítlan minutt
eftir, at NSÍ hevði javnað:
– Soleiðis sum gongdin
var ta løtuna, so var møgu
leikin stórur fyri, at vit
orduliga skuldu fáa fatur á
tí, og harvið kendist sann
líkið stórt fyri, at tað kundi
eydnast okkum at leggja
okkum framum. Men í ov
farakæti gloymdu vit at
verja, og tað verður ikki
ósektað, tá ið Andreas Lava
Olsen er ein av framrættaðu
monnunum
á
mótstøðu
liðnum.
Í Víkinga leguni vóru
teir sum vera man sera væl
nøgdir við úrslitið. Andreas
Lava Olsen varð klappaður
av vøllinum í yvirtíðini,
og Hans Jørgen Djurhuus
vísti alla tíðina, hvussu
týdningarmikið tað er, at
hann aftur er tøkur á sen
tralum miðvallarplássi.
– Hetta var góður dagur
fyri okkum, og sjálvandi var
tað hugaligt at skora trý mál
av hasum slagnum. Vit fingu
góða kenslu beinanvegin.
Nú fokusera vit á næstu
avbjóðingina. Eg dugi ikki
ímynda mær annað, enn at
okkurt annað lið eisini fer
at taka stig frá NSÍ, og so
verður tað ikki so langt til
toppin, var viðmerkingin
hjá væl nøgda Andreas Lava
Olsen, sum nú hevur skorað
tíggju mál og harvið er undir
liðini á liðfelagnum Finni
Justinussen.
Klæmint A. Olsen er
framvegis toppskjútti. Hann
hevur skorað sekstan mál,
men higartil í ár hevur tað
ikki eydnast honum at skora
ímóti Víkingi.
Kreppan er
stór á Argjum
Lagið var alt annað enn gott
í heimaleguni á Argjum, tá
ið dómarin hevði bríkslað
fyri síðstu ferð, og máltalvan
vísti 0-4.
Í KÍ leguni fegnaðust teir.
Trivaligi sigurin ber við sær,
at KÍ er eitt stig frá fjórða
plássinum og trý stig frá
triðja plássinum. Stórsigurin
ber við sær, at málmunurin
nú bara er eitt lakari enn hjá
HB, sum er á bronsupláss
inum.
AB var illa skipað í verju
partinum, eingin broddur
var í álopinum, og ferð eftir
ferð vórðu klaksvíkingar
yvirmannaðir.
– Hetta var ikki nóg gott,
og nú er neyðugt, at okkurt
hendir, var viðmerkingin
hjá AB málverjanum Heðini
Stenberg. Hvat okkurt er
hekk í summarkvøldinum
úti í Vika. Ábyrgdarpersónar
í AB hava áður róð fram
undir, at tað er neyðugt at
gera stórar broytingar. Tað
plagar at bera við sær, at
venjarin verður skiftur út.
– Vit vóru trumlaðir nið
ur av KÍ, og nú er neyðugt
við nýggjum íblástri, tá vit
leygardagin skulu til Vágs.
Vit hava áður verið í hes
um støðuni, og vit rokna
framvegis við, at tað skal
eydnast okkum at sleppa
úr tronganum, sigur Heðin
Stenberg.
Sera væl upplagdi Heðin
Klakstein setti úr vinstru
hol á fyri KÍ, og undan
steðginum økti 18 ára gamli
Jóannes Bjartalíð og eisini
miðvallarveteranurin Evrard
Blé, sum eftir horna var púra
blankur.
Mikkjal Thomassen, KÍ
venjarin, var sum vera man
væl nøgdur við 4-0 sigurin.
Hetta var fyrsti útisigurin
hjá KÍ í ár, og hetta var størsti
útisigurin hjá klaksvíkingum
síðani 22. juli 2012, tá ið KÍ
vann 6-1 á útivølli ímóti TB.
– Í fleiri dystum hava vit
ikki fingið úrtøkuna, sum
avrikið annars hevur verið
nóg gott til. Eg hugsi eitt nú
um 3-1 tapið í Fuglafirði, 3-0
tapið í Runavík og 3-3 ímóti
Á Argjum heldur liðformaðurin, at nú er neyðugt at gera okkurt, nú FC
Suðuroy við sigri á botnliðnum EB/Streymi lyfti seg uppaftur longri frá
strikuni, meðan ÍF tók sætta plássið frá TB og KÍ tók seg nærri toppinum
Víkingarnir
dálkaðu enn
einaferð
toppliðið
Jan B. Antonioussen
nsí
For svartasta..
Við javnleikinum í havn, var
hetta ein upplagdur møguleiki
til at trekkja longri frá hinum
liðunum, men vit tóku ikki av.
Spell, men eingin skandala.
Enn liggja vit nr.1. Hósdagin
skulu vit vísa hví tað er! Góðir !
fjepparin
Petur Asbjørn Lervig
víkingur
Klassi, Klassi, Klassi og aftur
klassi. Nú koyrir tað bara. Við
hesum viljanum skulu vit nokk
røkka toppin. WLYV
fjepparin
Kristian Joensen
kí
Nú gongur rættan veg.
Latið okkum norðoyingar nú
standa saman og vísa øllum
uttan ÍF'arum gestablídni
á Norðoyastevnu. Góða
Norðoyastevnu øll somul og
vælkomin til KÍ land
fjepparin