Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juni 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 • 1. JUNI 2015 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Ein frægd fyri eygað Laðaðir garðar, tún og terassur eru oftast ein frægd fyri eyga, og laðing í sær sjálvum er eitt handverk – fyri ikki at siga eitt listarligt handverk Tað eru fleiri, ið bjóða seg fram til ymiskar laðingar­uppgávur, og millum útbjóðararnar er eisini Hjálpirót, ið hevur sítt egna fólk til hetta arbeiði. Tað eru tveir mans hjá fyritøkuni, sum næst­ an bara fáast við at laða. Í løtuni arbeiða menn hjá Hjálpirót hjá pri­vat­ um í Gøtu, og tá liðugt er í Gøtu, verður farið til Havnar at laða. – Vit hava eisini laðað kirkjugarð í Hesti, har garðurin er víðkaður, og nøkur ár herfyri gjørdu vit eisini laðingaruppgávur í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn. Hjálpirót tekur sær bæði av privatum og kommunal­um uppgávum. – Viðhvørt er laðing ein partur av urta­garðs­ arbeiðnum. Nøkur ynskja at gera alt rundan um húsini, og tá kann arbeiði hjá okkum saktans fevna um bæði útgrevstur, planering, laðing, tún, flísaálegging, grasvøll og plantingar, vita tey hjá Hjálpirót at siga. vilmund@sosialurin.fo Telefon 441018 Royn teir lættastu renniskógvarnar SKECHERS sjálvandi Vitja okkum á Facebook og síggj stóra úrvalið Kom til okkum, ella ring, og fá góða vegleiðing til hvørjir eru teir røttu til tín.