Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juni 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 • 1. JUNI 2015 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Byrjaði sum seks ára gomul at klippa fruntin hjá vinkonuni LÝS TEG SJÁLVA VIÐ TRIMUM ORÐUM: Tolin, vinarlig og arbeiðssom HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Honda Civic HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? SONY EITT ELLA ANNAР HVØR ER TÍN BESTA SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING?  Summarfrí? Hvat er tað? Eg arbeiði altíð um summarið, og sum sjálvstøðug vinnurekandi eru ikki nógvar feriur. Ein super feria var við soninum í eina viku í Reykjavík fyri tveimum árum síðan (uff longu so langt síðan)  HVAT ORÐ ELLA HVØNAN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Taðaaa ... HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Heilheitini, humor er sera umráðandi  HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? Gleðist um, tá fólk rundan um meg eru í góðum lag HVAT STRESSAR TEG?  Negativitetur og óvitenheit HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Tað má vera nokkso væl úr okkara føroyska spískamari HVAT GLEÐIR TEG? Sól og tað gongst væl. Síggja vinir aftur sum búgva ov langt vekk frá mær. HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? Husssj hemmiligt enn... HVAR ARBEIÐIR TÚ? Salong Madonna HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Eg byrjaði sum seks ára gomul at klippa fruntin hjá vinkonuni, hon hevur enn ikki gloymt tað :/ So tann størsti dreymurin er blivin til veruleika HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM? Stuttligast er at sleppa at útfordra meg orduliga, og pluss at kundin blívur nøgdur. Og sjálvandi tá vit allar fáa eitt býtt grinuflipp á salongini HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR?  Allur tónleikur sum liggur í miðjuni, lurti sjáldan eftir bert einari grein, mest eftir hvat lag eg eri í... Og so er útvarpið frá allan dagin á salongini, har vit skifta ymsar rásir, alt ann uppá, hvat er at hoyra HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Internetið, eg havi dagligt samband vil familju og vinir uppá ein sera lættan máta :) genialt HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? Salong Madonna HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? Tú velur sjáv/ur, hvussu tú vil liva títt lív.  HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?  Noy ikki enn ;) burturfrá teimum 8 beintu í krókunum!!! HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Emmmmm ... Juublað HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Juublað enn meir, og sooo farið til verka HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Tryggleiki. Havi búð 11 góð ár í Keypmanna­ havn. Hendan friðin og tryggheitina finnur tú ongastaðni á jørðini HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Tað finni eg útav um 10 ár, og 100% sikkurt hárfríðkannarkvinna Súsanna Køtlum Um eg vann eina millión, hevði eg: »Emmm ... juubla« STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUA