mánadagur 1. juni 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 1. JUNI 2015
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Funnu gamla bumbu í Køln
20.000 fólk vóru flutt burtur, tá ið bumban frá seinna
heimsbardaga kom undan kavi í Køln í farnu viku
Mikudagin í farnu viku var
ein stór bumba frá seinna
heimsbardaga funnin í norðara
parti av týska býnum Køln.
Bumban var eitt tons til
støddar og kundi gjørt stóran
skaða, um hon brast. Umleið
20.000 fólk vóru flutt burtur frá
økinum, meðan myndugleikarnir
gjørdu bumbuna óskaðiliga.
Millum tey, sum vórðu rakt av
evakueringini, vóru fólk á ellis
heimi, skúlabørn og og ein
djóragarður. Eisini vórðu vegir
stongdir, og tok- og flogferðsla í
økinum vórðu steðgað.
Tað kemur javnan fyri, at tað
verða funnar bumbur og aðrar
leivdir frá seinna heimsbardaga í
Týsklandi. Teir sameindu tveittu
milliónir av bumbum niður yvir
Týskland, og langt frá allar
bumburnar brustu.
Endurgjald fyri goldin
barnagjøld og
hjúnafelagagjøld
Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra
hálvár 2015 saman við kvittanum fyri goldnum
barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera
Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi
03.06.2015. Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn
barna- ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um
goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn
kvittanir.
Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening
verður stuðulin útgoldin seinast í juni og
desembur. Umsóknir móttiknar aftan á
03.06.2015 kunnu ikki væntast at verða
avgreiddar fyrr enn í desembur 2015.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av
gjaldsavgerð um barna- ella hjúnafelagagjald
frá Ríkisumboðnum ella samsvarandi
útlendskum myndugleika sendast inn saman við
umsóknini.
Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at
gjalda kr. 12.996 árliga.
Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara,
sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.
Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu
okkara www.av.fo undir oyðubløð.
Á heimasíðu okkara undir familja og børn er
meira at lesa um stuðulin.
Seinasta freist fyri stuðli 2014
Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2014,
skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli
2015. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur
rætturin til stuðul av goldnum upphæddum
2014 burtur. Frávik kann ikki gerast frá
freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin
verður latin inn rættstundis.
Smyrilsvegur 20
100 Tórshavn
Telefon 36 00 00
Telefaks 36 00 01
Watson savnar
undirskriftir
Paul Watson roknar ikki við at yvirliva, um hann
verður útflýggjaður til stjórnina á Costa Rica
Í
2002 gjørdi Sea Shepherd eitt átak í Guetamala, har Paul
Watson og hansara fólk roynd at steðga fiskibátum úr Costa
Rica at veiða háv. Hetta fekk stjórnina í Costa Rica at reisa
ákærur ímóti Paul Watson og stjórnin hevur kravt at fingið
Watson útflýggjan til rættarsókn.
Hetta hevur havt við sær, at Paul Watson hevur ikki kunnað
ferðast um lond, sum hon lystir, tí hann óttast, at okkurt land
fer at handtaka hann og senda hann til Costa Rica. Watson
hevur hildið nógv til í Fraklandi seinastu árini, har hann frítt kann
ferðast og føra síni sjónarmið fram.
Men nú roynir Paul Watson at sleppa undan ákærunum á Costa
Rica. Hann hevur sett í gongd eina innsavnin av undirskriftum á
eina áheitan til stjórnina á Costa Rica um at sleppa ákærunum
ímóti honum. Watson stílar eftir, at 80.000 fólk skriva undir
áheitanina.
- Hetta er ein politisk ákæra ímóti mær. Eingin fekk skaða av
okkara átaki í Guatemala, ongar ognir vórðu oyðilagdar, og einki
varð tikið, sigur Paul Watson.
Hann stúrir fyri, at verður hann sendur til Costa Rica, yvirlivir
hann ikki.
- Teir, sum veiða háv, hava sett ein prís á mítt høvd, og verði eg
sendur til Costa Rica, komi eg ikki aftur á lívi, sigur Paul Watson.
McCartney í stórformi
72 ára gamli Paul McCartney brillieraði á konsert í London í farnu viku
Beatlin Paul McCartney er blivin
72 ára gamal, men á pallinum er
hann sum ein framfýsin unglingi,
sum spruttar av spæligleði.
Tað er niðurstøðan hjá fleiri
ummælarum eftir konsert í 02
Arena í London í farnu viku.
Paul McCartney, sum er høv
uðsnavn á Roskilde Festivalinum
í summar, spældi eina tríggjar
tíma langa konsert í London,
og hann spardi ikki upp á krútið.
Hann treiv í teir góðu gomlu
sangirnar og hevði eisini nýtt
tilfar við sær á pallin.
Paul McCartney var annar
av berandi sangskrivarunum í
heimsins størsta tónleikabólki
nakrantíð, og McCartney spæl
ir sjálvandi nógvar av Beatles
sangunum á konsert nú á døg
um. McCartney trívur eisini í
sangir hjá Wings og av soluút
gávum hjá sær.
Ongar ábendingar er um,
at McCartney er búgvin til at
verða pensióneraður sum live-
tónleikari.