mánadagur 1. juni 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 1. JUNI 2015
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Í Lonini eftir
nátaeggum
Høvdu bæði sigini í Lonini verið tikin, hevði talið
av eggum helst verið tvífalt so stórt, sum tað var
Næst seinasta leygardag var eitt hampiliga
vælmannað lið og rændi nátaegg í Lonini
vestantil á Sandoynni.
Hann hevði sagt frá góðum veðri um morg
unin, men regni út á dagin. Tí fóru menn tíðliga
frá húsum.
Teir fyrstu, sum fóru til gongu í Lonina,
mundu fara frá húsum stutt eftir klokkan 04,
og longu tíðliga um morgunin - kanska umleið
klokkan 06.30 - var alt til reiðar og motorur og
spæl við longu bjargalínuni var í gongd.
Lonin, sum er stívliga 300 metrar høg av
eggini og niður í sjógv, sigst vera hægsta saman
hangandi sig í Føroyum - ja, onkur sigur í øllum
heiminum.
Tí er eisini næstan ógjørligt at ræna Lonina
við handamegi, har maðurin í línuni verður drigin
upp av øðrum monnum.
Neyðugt hevði í øllum førum verið við stórari
manning uppi á bakkanum.
Tað er longu nøkur ár síðan, at motorur og
spæl vórðu sett upp á bakkanum yvir Lonini, og
hús er eisini bygt til motor, spæl og til at fáa
sær ein bita í.
Í húsinum verður eisini útgerð goymd til síg
ing og ræning.
Áðrenn spælið kom, høvdu sandoyingar ikki
rænt Lonina í mong, mong ár.
Næst seinasta leygardag gjørdist tað, so
leiðis sum veðurforsagnirnar søgdu. Tað var
turt til middags, men stutt eftir middag byrjaði
at regna, og sum seinnaparturin leið, gjørdist
rættiliga vátt og frískligt lot sunnaneftir.
Tvey sig eru í Lonini, eitt heimara og eitt
norðara, men langt er ikki millum hesi.
Henda dagin vóru menn bara á tí heimara
signum, tí líkindi gjørdust ikki til at taka norðara
sigið eisini. Skulu bæði sigini takast, krevur tað
nógva manning og ein langan dag - helst frá
morgni til myrkurs.
Henda dagin í Lonini fingu menn stívliga 200
nátaegg. Hevði norðara sigið eisini verið tikið,
høvdu eggini helst verið tvífalt so mong.
vilmund@sosialurin.fo
Jóhan Falkvard Clementsen kemur upp úr Lonini, og menn taka ímóti
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hendrik Egholm situr við spælið, sum dregur mannin upp úr berginum
Mynd: Vilmund Jacobsen
TOXAN PLENUREINSARI
1 ltr. 6540 (skaðar ikki grasið)
25900
FLORAGARD MOLD
TIL GRASPLENU
40 Ltr.
7900
BORUP SNIGLAGIFT
400 gr.
9900
VILLA GRASFRÆ 2.5 KG
18900
TRIM ÍMÓTI MOSA
3,5 kg.
17800
TRIM PLENUTØÐ 7,5 KG
23900
ZINCK LYSBRO
PLENULUFTARI 505
Skerur seg ígjøgnum
mosa og mold, og gevur
ilt til grasrøturnar.
34900
239
23900
00
900
00
178
17800
00
Bygma Balslev - Vegurin Langi - tel 34 50 00 - www.balslev.fo - balslev@balslev.fo
SUMMAR
Sórt úrval
á balslev.fo
79
7900
00