mánadagur 1. juni 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 1. JUNI 2015
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Telefon 441018
Skalt tú luttakað í
Kvinnurenning ella
Tórshavn Marathon ár?
Vitja okkum
á Facebook
og síggj stóra
úrvalið
So hava vit teir sera vældámdu Skechers GOrun
Kom til okkum, ella ring, og fá góða
vegleiðing til hvørjir eru teir røttu til tín.
Ein frægd fyri eygað
Laðaðir garðar, tún og terassur eru oftast ein
frægd fyri eyga, og laðing í sær sjálvum er eitt
handverk – fyri ikki at siga eitt listarligt handverk
Tað eru fleiri, ið bjóða seg fram til ymiskar
laðingaruppgávur, og millum útbjóðararnar er
eisini Hjálpirót, ið hevur sítt egna fólk til hetta
arbeiði.
Tað eru tveir mans hjá fyritøkuni, sum næst
an bara fáast við at laða.
Í løtuni arbeiða menn hjá Hjálpirót hjá privat
um í Gøtu, og tá liðugt er í Gøtu, verður farið til
Havnar at laða.
– Vit hava eisini laðað kirkjugarð í Hesti, har
garðurin er víðkaður, og nøkur ár herfyri gjørdu
vit eisini laðingaruppgávur í kirkjugarðinum við
Velbastaðvegin í Havn.
Hjálpirót tekur sær bæði av privatum og
kommunalum uppgávum.
– Viðhvørt er laðing ein partur av urtagarðs
arbeiðnum. Nøkur ynskja at gera alt rundan um
húsini, og tá kann arbeiði hjá okkum saktans
fevna um bæði útgrevstur, planering, laðing,
tún, flísaálegging, grasvøll og plantingar, vita
tey hjá Hjálpirót at siga.
vilmund@sosialurin.fo