mánadagur 1. juni 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 1. JUNI 2015
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Tað
var eitt
ódnartak
Í fjøruna at
fanga krabbar
Børn í Sjóvar kommunu hugnaðu sær óført í Kumlum,
tá tey fangaðu krabbar, tarabrosmur og annað í fjøruni
Seinasta mikukvøld vóru børn í Sjóvar kommunu
á krabbaveiði í Kumlum, tey rópa.
Tiltakið var skipað í samband við útidagar í
kommununi.
Úr Sjóvar kommunu verður sagt, at tiltakið
hesaferð ikki fekk eins góða undirtøku sum
undanfarin ár, tó at veðrið var gott, og hýrurin
góður.
Eini 40 fólk vóru í Kumlum hetta kvøldið, og
tey fangaðu bæði krabbar, tarabrosmur, krutt,
marflugur, grátt undir steini og krossfiskar.
Børnini høvdu glúpar við. Tey hugnaðu sær
óført, og her vóru nógvir karmar, siga tey í Sjóvar
kommunu.
vilmund@sosialurin.fo
Tað vakti ans, tá nólsoy
ingar eina náttina herfyri
brúktu ein alternativan
flutningshátt til at
flyta eitt høsnarhús úr
Kaldbak til Nólsoyar
Í staðin fyri at taka húsið upp í ein lastbil í Kald
bak, koyra tað til Havnar og umborð á Ternuna,
sum síðan flutti tað út til Nólsoyar, so tóku
nólsoyingar snøgt sagt bara og sleipaðu tað á
viðráki úr Kaldbak til Nólsoyar.
Eftir at hava ligið á sjónum í nakrar dagar,
tóku nólsoyingar seinasta mikukvøld høsnar
húsið upp á turt.
Við einum lítlum rennigravara og ymiskum
øðrum snildum eydnaðist tað teimum at seta
húsið upp á pláss á felagsøkinum eysturi í
bygdini, har tað nú stendur.
– Tað var eitt ódnartak at fáa høsnarhúsið
upp á pláss. Nú er eftir at hegna, planta, gera
grúgvu til grill, mála, stoypa sokkul og hugna
um, siga fólk á facebook-síðuni, Nólsoy Nú & Tá,
haðani viðhefta mynd eisini er.
vilmund@sosialurin.fo
Skóhornið
Bøgøta 4 Tlf 321326
1300,-
1000,-
www.skohornid.fo
ECCO - Contoured
ECCO - Turino