Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-01, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juni 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 • 1. JUNI 2015 26 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Í fjør vóru skúvoyingar og rændu nátaegg. Ræningin plagar at fara fram rundan um 20. mai. Henda tíðin er nú farin, og Harry Jensen í Skúvoy sigur, at í ár verður eingin ræning av nátaeggum. – Her hevur verið lítið av fólki heima, og náta­eggini eru eisini nógv færri nú enn nøkur ár afturi í tíðini. Tí er tað heldur ikki serliga hugaligt at ræna longur. Hann vísir á, at í fjør fingu teir umleið 200 nátaegg, men fara vit eini 15-20 ár aftur í tíðina, plagdu skúvoyingar at fáa stívliga 1000 egg á somu sigum sum í fjør. _ Tað er lagt síðan, at eisini nátin byrjaði at minka, men eg haldi, at minkingin hevur verið sjónligari og hevur gingið skjótari tey seinnu árini.  Harry Jensen sigur, at vanliga er nógvur náti at síggja í berginum, men tað vísir seg heldur, sum fuglurin ikki orkar at verpa. – Eg trúgvi, at fuglurin skal vera væl fyri, um verpingin skal eydnast væl, og helst krevur tað eisini nakað av fuglinum at gera egg og verpa. Skúvoyingurin minnist aftur á teir, sum eldri vóru, tá teir byrjaðu at tosa um, at lomvigin var í minking. – Tá var eisini vanligt, at bergið var avtaglað við fugli. Hetta hava vit eisini sæð við nátanum seinnu árini. Men, tá samanum kemur er lítil verping kortini. Harry Jensen vísir á, at skúvoyingar heldur ikki fara at fleyga lunda í ár. – Á grannastevnu í oynni er samtykt, at lundi í fyrsta lagi kann fleygast aftur næsta summar, eftir tá at hava verið friðaður í trý ár, sigur skúvoyingurin. vilmund@sosialurin.fo Fuglurin orkar ikki at verpa – Eg trúgvi, at fuglurin skal vera væl fyri, um verpingin skal eydnast væl, og helst krevur tað eisini nakað av fuglinum at gera egg og verpa, sigur Harry Jensen í Skúvoy - Tað er lagt síðan, at eisini nátin byrjaði at minka, men minkingin hevur verið sjónligari og hevur gingið skjótari tey seinnu árini, heldur Harry Jensen vit hava opið soleiðis: Mánadag til hósdag 11:00 - 22:00 Fríggjadag og leygardag 11:00 til 04:00 síggjast! rana nolsøe leygarkvøldið 6. juni Frá 24-04 livandi tónleikur við Nýggj café latin upp í Sørvági Vit bjóða m.a. kaffi /te, køkur, dagsins rætt, bagels, búff og laks