mánadagur 1. juni 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 1. JUNI 2015
28
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Tað var á býráðsfundi seint í januar í ár, at Runa
víkar býráð einmælt samtykti at byggja skýli við
fótbóltsvøllin við Løkin í Runavík.
Sambært ætlanini skuldi skýlið standa uppi
í apríl í ár.
Soleiðis, sum henda myndin vísir, hevur tíðar
ætlanin ikki hildið heilt, men nú er verulig gongd
á við fótbóltsvøllin við Løkin.
Tað var longu í 2004, at fyrireikingar vórðu
gjørdar til eitt skýlið. Lendisarbeiði varð gjørt,
niðari partur varð stoyptur, og setur vórðu sett
upp.
– Ætlanin hevur síðani verið at gera skýlið
liðugt, men í raðfestingum, tá fíggjarætlanir eru
gjørdar í Runavíkar býráði, hevur verkætlanin
verið vald frá.
Í Runavíkar kommunu vita tey at siga, at
beint fyri jól í 2014 vendi fyritøkan, sum upp
runaliga skuldi gera skýlið - Kaas Stålbyg - sær
til kommununa.
– Av tí, at fyritøkan hevur annað stórarbeiði
í økinum, bjóðaði hon sær at seta skýlið upp í
Runavík samstundis. Prísurin var tískil munandi
lægri, enn hann annars hevði verið.
Lagt verður aftrat, at tá fíggjarætlanin fyri
2015 longu var løgd, áðrenn fyritøkan beint fyri
jól vendi sær til kommununa, royndi Runavíkar
kommuna at kanna, um nakrir alternativir
stuðulsmøguleikar vóru, sum kundu gera verk
ætlanina til veruleika.
– Fótbóltssamband Føroya játtaði um hálvan
januar í ár at stuðla verkætlanini, og samstundis
hevur NSÍ játtað at hjálpa til við sjálvbodnum
arbeiði.
Runavíkar kommuna veit at siga, at við
stuðlinum frá Fótbóltssambandi Føroya, eitt
sindur øðrvísi raðfesting á fíggjarætlanini, sjálv
bodnum arbeiði frá NSÍ og lagaligum gjalds
treytum eydnaðist at gera verkætlanina so
sannlíka, at býráðið seint í januar í ár einmælt
kundi samtykkja verkætlanina.
– Skýlið verður bygt omaná verandi grund við
Løkin. Áskoðaraplássini vera tey somu sum nú,
men undir taki. Miðskeiðis í skýlinum er øki sett
av til høli til kiosk og fjølmiðlar.
Tað er Eyðun Petersen, arkitektur, sum hevur
teknað skýlið, og høvuðskonstruktiónin er stál
og betong umframt lættari tilfar.
Skýli verður nú bygt við Løkin
– Við stuðli frá
Fótbóltssambandi
Føroya, eitt sindur
øðrvísi raðfesting
á fíggjarætlanini,
sjálvbodnum arbeiði
frá NSÍ og lagaligum
gjaldstreytum er
eydnast at fremja
verkætlanina við Løkin
Tað er Eyðun Petersen, arkitektur,
sum hevur teknað skýlið við Løkin, og
myndina hevur Tórbjørn Jacobsen,
býráðslimur og havnarmeistari, tikið
AltíÐ
av klæÐum og skóm!
stórt og
gott úrval
TOYSTOVAN
VÁGUR · TLF 373542
SJÓGØTA 165 • TVØROYRI • TLF. 371296 • B-TEKNIK@OLIVANT.FO