mánadagur 1. juni 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 1. JUNI 2015
30
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vegna kirkjuráðið og kirkjuliðið í Nólsoy
takkaði Sonja Klein, prestur, hvítusunnudag
Høgna fyri trúgva tænastu.
Umframt at hava verið deknur, hevur
Høgni eisini í nógv ár verið limur í kirkjuráð
num, og seinastu 25 árini hevur prestatilhald
verið heima hjá Høgna og konuni, Onnu.
Prestur bjóðaði eisini nýggja dekninum,
Evy Toftegaard Nielsen, vælkomnari.
Evy er ættað úr Fuglafirði, men hevur í
sløk 15 ár búð í Nólsoy.
Evy fer framyvir at røkja deknatænastuna
saman við hinum dekninum, Unu Hansen,
sum í meira enn tríati ár hevur lisið í kirkjuni.
Tað veit www.folkakirkjan.fo at siga, og
myndina hevur Bjørg Anfinsdóttir Toftegaard
tikið.
Deknaskifti í
Nólsoyar kirkju
Høgni Thomsen, sum í mong ár hevur verið annar av deknunum við Nólsoyar
kirkju, hevur nú lagt frá sær sum deknur, tí heilsan er farin at bila
Kunnandi
tiltak í
Klaksvík
Leygardagin 6. juni og sunnudagin 7. juni skipar
Nordisk Institut for Psykoterapi fyri kunnandi
tiltaki í Brekkustovu í Klaksvík um eina góðkenda
psykoterapeutiska grundútbúgving, sum høvi
verður at byrja í Føroyum til heystar
Leygardagin 6. juni verður lagt fyri klokkan
10, og tiltakið endar henda fyrsta dagin klokkan
18. Sunnudagin 7. juni verður byrjað klokkan 10,
og hesin dagurin endar klokkan 16.
Tað verður Mary á Argjaboða, psykoterapeut
ur MPF og sosialráðgevi, sum fer at siga frá um
psykoterapeutisku útbúgvingina í Klaksvík.
Tá útbúgvingin byrjar til heystar, verða Mary á
Argjaboða saman við Inge Farup, psykoterapeuti
MPF og cand.mag, undirvísarar.
Tær eru báðar góðkendar sum traumatera
peutar og hava royndir við at útbúgva eitt nú
føroyskar psykoterapeutar.
Góðkenda psykoterapeutiska grundútbúgv
ingin, sum høvi nú verður at taka í Føroyum,
fevnir eitt nú um neuro-affektiva relatiónsterapi,
loysing av sjokktrauma og styrking av ressursum.
Mary á Argjaboða ynskir, at so mong sum
gjørligt koma við til kunningarátakið í Brekku
stovu í Klaksvík, leygardagin 6. juni og sunnu
dagin 7. juni.
– Komið við og fáið eina uppliving, setið
spurningar og fáið nýggja vitan um, hvussu
henda útbúgving kann ríka teg, sigur Mary á
Argjaboða.
Tlf. 612098
Toystovan
Tvøroyri · tel 37 16 12
Vit eru á