Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-01, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juni 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 • 1. JUNI 2015 38 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Norðoyastevna Hóskvøldið letur upp listaframsýning í Spaniastovu. Astri Luihn, sum var fødd í Oslo, men er búsitandi í Føroyum, fer at sýna verk fram. Á framsýningini ber til at uppliva málningar á træplátum við útskornum motivum og málningar á lørifti. Astri Luihn hevur síðani fyrst í 1990’unum sýnt síni verk fram víða hvar. Hon hevur verið við á fram­ sýningum í eitt nú Danmark, Noregi, Japan, Íslandi, Írlandi og Týsklandi. Astri Luihn sýnir fram Amariel Norðoy, sum í ár fyllir 70 ár, letur fríggjadagin upp framsýning í heimbýnum Klaksvík. Amariel hevur í nógv ár verið búsit­ andi í Havn, men hann hevur javnan leitað aftur til Klaksvíkar at sýna fram. Amariel hevur fingið nógvan íblástur úr Klaksvík, og í nógvum verk­ um hansara hómast vágin, útróðrar­ báturin og Kunoyarnes. Í fleri ár hevur Amariel gjørt verk undir heitinum “Útróðrarbørn, lívsins sálmar”. At heimurin er samangrógvin er ein kjarni í málningunum hjá Amariel Norðoy frá ungum árum. Tað, at vaksa upp í Klaksvík, millum bátar, skip og trolarar, fólk í øllum aldurs­ bólkum, har fiskivinnan var grund­ arlagið, og man sum barn upplivdi, at tað var lívsgrundarlagið, bæði út­ róðurin og langfara fiskarí. Amariel sigur, at tá ið hann vaks upp, snúði stórur partur av tilveruni seg heima hjá teimum um deksbátin, “Norðan”, og at báturin gjørdist tekin um samanhald. At tú so at siga gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt. Á tann hátt eru evnini ikki nýggj, men líkasum ein rithøvundur í stóran mun skrivar somu bók umaftur og um­aftur, so málar listamálarin í høv­ uðs­heitum tann sama málningin. Roynir at arbeiða seg longri og longri inn í myndina, roynir at lokka nýggj brigdi fram. Framsýningin hjá Amariel verður á Seglhúsinum, og har hava tey ferni­ sering fríggjadagin kl. 15.00. Holgar Jacobsen fer at spæla nakrar sangir. Amariel leitar heim Amariel Norðoy letur á norðoyastevnu upp framsýning í heimbýnum