Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-01, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juni 2015síða 64

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 l 1. JUNI 2015 Ókeypis lýsingarblað 6 Hallur Joensen Av fýra møguligum Country- & Bluesfestivalum, er hetta fjóru fer, at Hallur Joensen er á plakatuni. Hann er uttan iva, eitt tað størsta countrynavnið í Føroyum og tað gleðir okkum, at tað aftur í ár hevur eydnast at hava Hall við okkum í ár. Hallur gav út sína fyrstu fløgu í 2008, Pickin’ Time In Nashville og gjørdist hon mest selda fløga tað ári. Hann hevur síðan givið út aðrar tónleikaútgávur og er hann ein av virknaðustu tónleikarunum her heima, hetta hevur millum annað ført við sær, at hann fekk tann stóra heiður, at verða kosin besti sangari á FMA í 2014. Hyggja vit eftir kalendaranum hjá Halli fyri komandi tíðina, so síggja vit, at hann umframt at framføra um alt Føroya land, eisini er nógv í útlondum og spælir, millum annað í Hollandi, Danmark, Norra og Hetlandi. Fyrr í ár var Hallur í Nashville og spældi tónleik inn, sum skal verða grundarlagið undir eini nýggjari fløguútgávu. Á komandi Country- & Bluesfestivali fer Hallur millum nógv annað at framføra burturúr nýggja tilfarinum. Eisini kunnu vit avdúka, at hann fer at hava ikki minni enn tríggjar ymiskar duettir á pallinum, tónleikarnir verða mestsum teir somu sum altíð og boðar tað sjálvandi fyri góðsku, tá hesi fólkini kenna hvønn annan út og inn. Froðbiar Sóknar Bluesorkestur Froðbiar Sóknar Bluesorkestur er ein svingandi og undirhaldandi bluesbólkur úr Suðuroy, mannaður við seks tónleikarum. Repertoirið er blandað - teir tulka m.a. Muddy Waters, Stevie Ray Vaughan og B.B. King. Eisini spæla teir egin løg. Navnið speglar teirra humoristiska lyndi, sum froðbingarnir eisini plaga at taka við sær á pallin. Froðbiar Sóknar Bluesorkestur hevur just útgivið fløguna "If the Ocean was Wine" við løgum, sum í stíli røkka frá siðbundnum Missisippi country blues til nýggjari urbane blues. Áður hava teir m.a. spælt á Vetrarjazzi, Bluesperluni, Country & Blues festivalinum og á Jóansøkufestivalinum. Teir, sum manna bólkin í Sørvági eru: Kristian Holbæk vokal og munnhørpu, Dávið Jacobsen guitar, Páll Lave guitar, Vilhelm Meyer bass, Dennis Lave trummur og Jóhan Petur Andreasen hammond. Kristina Bærendsen Kristina er aftur á plakatini til festivalin 2015, eftir at hon ikki var við í fjør, tá hon arbeiddi við nýggjari fløguútgávu, og tó, hon var gestasangari/backingsangari í fleiri framførslum. Síðani seinast er so fløgan “Nothing’s Here To Stay” útkomin, hetta er ein ensk útgáva av fyrstu fløguni hjá Kristinu “Kristina”, sum kom út í 2012, umframt tvey nýggj løg, sum komu afturat í nýggju útgávuna. Kristina sang allar vokalarnir inn í Nashville, USA og øll ljóðførini blivu spæld inn av nýggjum, so ensku tulkingarnar eru nakað ørvísi enn tær føroysku. Vit gleða okkum ómetaliga nógv aftur at síggja Kristinu Bærendsen á pallinum á Dungasandi fyrsta vikuskifti í juni. Signar tulkar Creedence og Fogerty Ein sera forkunnug og spennandi avtala er gjørd við Signar í Homrum um at framføra og tulka heimskenda og sera væl umtókta bólkin Creedence Clearwater Revival. CCR hevði síni aktivu ár frá 1967 til 1972, men er framvegis ein tónleikabólkur, sum er sera væl avhildin. Kendastur av limunum í bólkinum er ivaleyst John Fogerty, sum eisini skrivaði teir flestu sangirnar, hann er framvegis virkin og er enn nógv at hoyra. Signar í Homrum sigur, “Eg bleiv sera spentur tá eg fekk fyrispurningin frá Country- & Blues festivalinum at gera eitt Creedence Clearwater Revival innslag til komandi festival. CCR og John Fogerty hava altíð verið ein av mínum yndisbólkum, og mær hevur altíð dáma sera væl tað ráða ljóðið hjá bólkinum, og ikki minst røddina hjá John Fogerty. Eg ætli mær at seta eina skrá saman, sjálvandi við nøkrum av teimum sangunum sum flest øll kenna, men eisini nakrar sum ikki eru so kendir millum fólk, men sum eg sjálvur haldi eru nakrar perlur” Av kendastu løgunum hjá CCR kunnu vit nevna “Proud Mary”, “Bad Moon Rising” “Have You Ever Seen the Rain”, Down on the Corner”, Lookin’ Out My Backdoor” og “Who’ll Stop the Rain” Afturart sær hevur Signar í Homrum, James Olsen á trummum, John Johansen á bass, Mikkjal Hvannastein og Høgni Fagraberg á gittar og Magni Husgaard á keyboard. So her talan er um ein "super-bólk" :-)hann kennir ikki so fáar frá lokala umhvørvinum.