mánadagur 1. juni 2015síða 70
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 l 1. JUNI 2015
Ókeypis lýsingarblað
12
Sum undanfarin ár, skipar Country-
& Blues Festivalurin fyri góðum og
stuttligum barnatiltaki. Tiltakið er
leygardagin 6. juni og byrjar kl. 15
tá Ævintýraferðin fer á pallin. Kl. 16
syngja næmingar í 3. flokki í Sørvágs
Skúla nøkur løg, og eftir tað er
pallurin opin fyri børn at framføra, og
BBIW fara eisini at spæla nøkur løg.
Kl. 17 spælir Fríði Sigmundsson.
Ævintýraferðin
Dánjal Kagadingdingkagadingdingka
gadum og Búi Sibbidibbidimdimdu
badabadam spæla á Country og Blues
festivalinum.
Dánjal og Búi hava síðan 2004 út
givið 8 fløgur.
8 fløgur er tað sama sum 53
sangir.
53 sangir er tað sama sum 169
minuttir.
169 minuttir eru tað sama sum
10.140 sekund.
10.140 sekund er tað sama sum
10.140.000 millisekund.
Av teimum 10.140.000 milli
sekundunum hava 6580 millisekund
verið at hoyrt nógv í útvarpinum.
Sipa verður til millisekundini
Grækaris Grashøvd og Snedigt.
Hesi 6580 millisekundini pluss
31940 millisekund, fara Dánjal og
Búi at frammføra á Country og Blues
festivalinum.
Aftrat sær á palli, hava Kagadingd
ingkagadingdingkagadum og Sibbi
dibbidimdimdubadabadam trummu
spælarin Per. (Per er eitt stutt navn)
3. flokkur í Sørvágs skúla
Aftur í ár luttekur 3. flokkur í Sørvágs
skúla á Country- & Blues festivalinum.
Tað var í fjør, at hesin flokkur bleiv
kendur um alt landið við sanginum:
"Føroyar eru heimsins besta stað".
Hesin sangur bleiv nógv spældur og
bleiv eitt stórt youtube-hit.
Í hesum døgum arbeiðir 3. flokkur
við at innspæla fleiri løg, sum tey
koma at framføra á festivalinum.
Hesir sangir eru lættir, livandi og fest
ligir og hava allir sangirnir lættan og
frískan puls.
Í 3. flokki í Sørvágs Skúla eru sera
nógvar góðar sangrøddir, sum gleða
seg at framføra á pallinum í teirra
egna heimstaði.
BBIW
er ein stytting av Best Band In the
World. Hetta er tónleikabólkur sprott
in úr Musikkskúlanum í Vágum, tón
leikalívið í Vágum blomstrar og hetta
er eitt gott dømi um tað,. Tey, ið eru
við í BBIW eru ungdómar í aldrinum
10 - 13 ár, tey fara at spæla breitt
Country tilfar. Ljóðførini røkka frá
guitar, trummum, floytum og til blás
arar.
Fríði Sigmundsson við
garvaðum tónleikarum
Fríði er ein ungur og sera evnaríkur
guitarspælari. Hann vann Talent
2014, sum Margarinfabrikkin skipaði
fyri. Fríði er 11 ár og gongur í 4. a í
Santa Frans Skúla í Havn. Í frítíðini
spælir Fríði hondbólt, fótbólt og
guitar. Tónleikurin hann spælir nógv
er m.a. Country & Blues.
Saman við Fríða fara garvaðir tón
leikarar,ið hava mong pallár á baki, á
pall. Teir eru Dánjal Jákup W. Holm,
trummur, Dagfinn Olsen, bass, Sámal
Lindenskov, guitar og Thorbjørn Lis
berg, ljómborð.
Fríði Sigmundsson
BARNATILTAK Á
COUNTRYFESTIVALINUM
Ævintýraferð, BBIW, næmingar úr Sørvági við nýggjum sangum og so Fríði
Sigmundsson við garvaðum tónleikarum er á skránni, tá barnatiltak er á
Countryfestivalinum í Sørvági, har børnini eisini sjálvi sleppa at royna seg.
Dánjal Kagadingding
kagadingdingkagadum og
Búi Sibbidibbidimdimdu
badabadam spæla á Country
og Blues festivalinum