mánadagur 1. juni 2015síða 72
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 l 1. JUNI 2015
Ókeypis lýsingarblað
14
– Tað verður eitt slag av marathon,
sigur Heðin Poulsen frá samkomuni
Kedron í Sørvági, ið heldur til beint
við festivaløkið hjá Country- og Blues
Festivalinum.
– Men tað verður uppá skift, at vit
lesa Bíbliuna úr enda í annan, leggur
hann afturat.
Heðin Poulsen greiðir frá, at talan
var um, hvat tey í Kedron kundu gera
festivaldagarnar, nú tey eru næsti
granni hjá festivalinum.
Tað bar tó so á, at allar samkom
urnar í Vágum samdust um, at hava
Bíbliu-boðrenning festivaldagarnar,
og tiltaki gongur fyri seg í salinum
hjá Kedron.
Byrjað verður hósmorgun klokkan
10:00 og endað verður klokkan 18
sunnukvøld við hátíðarløtu við lestri
og sangi.
Tá verða eisini tvær Bíbliur hand
aðar borgarstjórunum í báðum komm
ununum í Vágoynni.
Heðin Poulsen sigur, at tey eru
sera fegin og spent uppá hetta tiltak,
ið eisini samansjóvar samkomurnar í
oynni.
BÍBLIU-BOÐRENNING
Á COUNTRY- OG BLUES
FESTIVALINUM
Samkomurnar í Vágum hava í felag skipað fyri øðrvísi tiltaki, ið er 80
tímar út í eitt, og har Bíblian verður lisin úr enda í annan.
Bíbliu-boðrenning
Byrjað verður
hósmorgunin 4. juni
kl. 10:00.
Endað verður
sunnudagin 7. juni
kl. 18:00 við hátíðarløtu.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Samkomurnar í Vágum
Hósmorgunin 4. juni
til sunnudagin 7. juni
verður bíbliuboðrenning
í Kedron í Sørvági, har
samkomurnar í Vágum í
felag fara at lesa bíbliuna
ígjøgnum út í eitt.
Campingøkið víðkað
Dagfinn Olsen
Sera nógv vitja Country- & Blues
Festivalurin og hava campingvogn
við sær. Í fjør varð plássið til vognar
víðkað, og í ár er aftur skipað so fyri,
at enn fleiri vognar fáa pláss.
– Vit hava nú pláss fyri 140
campingvognum, sigur Súni Selfoss,
fyrireikari.
– Uttanfyri verandi økið er ein á, og
hinumegin er eitt øki, ið er væl egnað.
Gjørt er nú soleiðis, at komandi er
inn á økið, har er planerað, og eini 30
vognar fáa staðið á nýggja økinum,
greiðir hann frá.
Eisini verða campingvognarnir
settir øðrvísi í ár á verandi campingøki,
so at rúm verður fyri fleiri. Men tó er
tað so, at tað er um at vera útselt við
plássum til campingvognar.
Eg hugsi, at júst hesin festivalurin
vendir sær til mong av teimum, ið
eiga campingvogn, og sum halda tað
vera stuttligt at koma í gott vinalag,
har tónleikurin eisini hevur sítt at siga,
sigur Súni Selfoss.
Hann sigur, at uppgávan at fyri
reika festivalin er vorðin so stór, at
okkurt má veitast út til onnur at taka
sær av, og tí mugu tey, ið vilja vita um
eittnú camping, venda sær til Vága
Kunningarstovu, ið hevur teldupost
vagar@vagar.fo
Campingøkið á
Country- og Blues
Festivalinum tekur
nú 140 vognar