týsdagur 2. juni 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Rák eru so ymisk, og rák broytast.
Tað hava vit so mangan sæð.
Til seinasta fólkatingsval meldaði
Sjúrður Skaale fyrstur út við, at um
hann varð valdur á fólkating, so fór
hann ikki at stilla upp til løgtings
valið.
Stutt eftir kom sama útmelding
frá Edmundi Joensen – sum tá bæði
sat á fólkatingi og á løgtingi.
Nú hevur Tjóðveldi meldað tað
sama út, at teirra fólkatingsumboð
fer ikki at sita á løgtingi eisini.
Her er tí hend ein munandi broy
ting í mun til ta siðvenju, sum verið
hevur. Tí so at siga øll fólkatings
umboð hava havt sæti á løgtingi
eisini.
Eins og við tað at vera borgar
stjóri og løgtingsfólk, so er tað eitt
sera gott bein at gnaga, um tú bæði
kanst fáa fulla løn sum løgtingsfólk
og fólkatingsfólk. Tað er tað vit kalla
breyðpolitikarar, tá tað snýr seg
meira um pengar enn um politikk.
Tí tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki
til at sita í tveimum parlamentum og
gera parlamentariskt arbeiði í senn.
Sum skilst á bæði Javnaðarflokki
og Tjóðveldi, so er hugsandi at fólka
tingssessurin fer at ganga upp á
skift, um so verður, at hesir flokkar
vinna sessirnar. Skuldu somu flokk
ar eisini komið í landsstýrið eftir val
ið, so er hugsandi at trý tey fremstu
á fólkatingsvallistanum kunnu enda
í landsstýrinum – og so verður farið
longur niður á listan eftir varafólki.
Fólkaflokkurin er einasti av
størru flokkunum, sum enn ikki hev
ur boðað frá síni uppstilling. Men
Annika Olsen, landsstýriskvinna,
hevur ført seg fram sum høvuðsval
evni floksins.
Spurningurin er so, um hon
hevði tikið fólkatingssessin fram
um landsstýrissessin. Og verður
vaktarskifti í Tinganesi í vetur, so
kann ein fólkatingssessur sjálvandi
koma væl við.
Í Danmark gerst støðan alsamt
spentari við tað, at so javnt er millum
partarnar. Tí kann tað væl henda, at
føroysku fókatingsumboðini koma
at avgera, hvørja stjórn danir fáa.
Í Grønlandi er lítil ivi um, at
bæði fólkatingsumboðini fara at
stuðla stjórnini hjá Helle Thorning-
Schmidt. Har er borgarligi vongurin
so veikur, at hann ongan kjans hevur
at fáa umboð vald.
Í Føroyum er tað meira skfitandi.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokk
urin stuðla borgarliga veinginum,
meðan Javnaðarflokkurin stuðlar
javnaðarstjórnini. Tjóðveldi vil ikki
melda greitt út, men sigur, at flokk
urin fer stuðla tí veinginum, sum
gevur Føroyum størri rættindi.
Tað er ilt at síggja ideologiskan
mun
á
føroyapolitikkinum
hjá
donsku flokkunum í fólkatinginum,
og tí hevði eitt tjóðveldisumboð
helst – beinleiðis ella óbeinleiðis –
stuðlað reyða veinginum hjá Helle
Thorning-Schmidt.
Eingin munur er á føroya
politikki hjá donskum flokkum
Vilja ikki sita í fleiri sessum
Før
oya søk
til allan
heim
Magni Arge
kjak síða 25
Ikki
heingja
ósemjur...
Eyðgunn Samuelsen
kjak Síða 25
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Fyribils skráin fyri drotninga
vitjanina er nú løgd í sambandi
við, at Margretha, drotning, og
Heindrikkur, koma á Føroya
vitjan mitt í juni.
Gjørt verður tó vart við, at
broytingar kunnu verða, sum
tíðin líður.
Men Drotningin og Hein
drikkur, prinsur, koma í Vágar
mánakvøldið 15. juni klokkan
18 og ein hálvan tíma seinni
fara tey til Havnar.
Meiri er ikki á skránni
tann dagin, men týsmorgunin
verður farið til Suðuroyar við
kongaskipinum, sum leggur at
á Drelnesi klokkan 9.15, og har
føroyskir árabátar taka ímóti
úti á fjørðinum.
Síðani verður vitjað á Salt,
á Sjúkrahúsinum, í skúla
deplinum í Suðoroy, og í
Hvalba, har drotningin legg
ur grundarsteinin til nýggja
barnagarðin, og vitjar á eldra
sambýlinum.
Á Tvøroyri fer Heindrikkur,
prinsur, eisini ein túr í fjørðin
við Thorshavn.
Í Hvalba skal Heidrikkur,
prinsur
eisini
planta
eitt
træ, sum skal vera byrjanin
til eina viðarlund beint við
barnagarðin. Í Hvalba sleppa
tey eisini at síggja eftirgjørda
Hellið, sum tey brúktu at halda
til í, tá ið tey fyrr vóru í Lítlu
Dímum.
Í Sandvík verður farið at
hyggja at einum friðaðum
húsum í bygdini, sum sigast at
vera elstu hús í Suðuroy. Um
kvøldið verður so farið aftur á
Tvøroyri.
Klokkan
10
mikumorg
unin kemur kongaskipið til
Havnar, her drotningin og
fylgi hennara, fara at síggja
Tinganes, Løgtingið, Boðanes
heimið,
vindmyllulundina
í Húshaga, fabrikkina hjá
Østrøm,
Norðurlandahúsið,
og annað.
Og hósdagin 18.
juni,
sama
dag, fólka
tingsvalið
er, verður
farið
í
Sandoy,
h
a
r
k o n g
a l i g a
f y l g i ð
vitjar á Skarv
anesi, í Skop
num,
List
asavnið
á
Sandi, og
annað.
Her vitjar drotningin
á Føroyaferðini
– Eingin hevur so stóran
týdning, at hann ikki kann
umverast í nakrar dagar –
heldur ikki eg.
Tað staðfestir Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmaður.
Tað hevur vakt ans, at løg
maður, sum eisini er formaður
í Sambandsflokkinum, í morg
in fer til Mallorca at ferðast í
eina viku, nú valstríðið upp
undir fólkatingsvalið er upp á
tað harðasta.
Sjálvur sigur løgmaður, at
hetta er ein privat familjuferð,
sum er langt síðani er løgd til
rættis.
– Hóast eg eri løgmaður, og
hóast fólkatingsval stendur
fyri durum, eri eg eisini fam
iljumaður, og eg ætli mær ikki
at bróta hesa avtaluna við
konuna, leggur hann afturat.
Hann skilir væl, at summi
undrast á, at ein floksformað
ur fer í feriu mitt í einum val
stríði.
Men ger greitt, at hann
ætlar ikki at broyta ætlanina,
tí eisini hann hevur tørv á at
fáa frí í nakrar dagar.
– Eftir at hava arbeitt
mestsum allan sólarkringin
í fleiri ár, og eftir meststum
at hava búð í einum flogfari
í fleiri mánaðir, haldi eg, at eg
kann loyva mær at taka frí í
eina viku, tí eg havi eisini eitt
familjulív at røkja, sigur løg
maður.
Í
veruleikanum
heldur
hann eisini, at tað kann vera
gott at kopla úr í nakrar dagar
at løða battaríið.
Og hann heldur avgjørt
ikki, at hetta er eitt bakkast
fyri valstríðið hjá Sambands
flokkinum.
– Engin er óumveruligur
í nakrar dagar. Vit hava ein
sterkan næstformann og vit
hava nógv góð valevni á list
anum, so valstríðið er í trygg
um hondum. Og við teimum
samskiftismøguleikum, sum
eru nú á døgum, eri eg altso
ikki longur burtur enn enn at
teldubræv, ella ein uppringing
á eini fartelefon, um so skuldi
verið, sigur Kaj Leo Holm Jo
hannesen.
Hann leggur afturat, at
Mallorcaferðin er ikki bein
leiðis orsøkin til, at Sambands
flokkurin ikki leggur sína val
skrá til fólkatingsvalið alment
fram, fyrrenn næsta mikudag,
tað er 10. juni, bara átta dagar
fyri valið.
– Valskráin er klár at leggja
fram, men tað er við vilja, at
vit bíða. Seinast løgdu vit val
skránna fram 10 dagar fyri
valið, og hesa ferð verður tað
so átta dagar fyri valið, at vit
leggja hana fram.
Men løgmaður sigur, at
tað er av taktiskum orsøkum,
at valskráin ikki verður løgd
fram, fyrrenn allir hinir flokk
arnir hava lagt sína skrá fram.
– Mínar royndir frá markn
aðarføring siga mær, at tann
seinasti boðskapurin veljarin
hoyrir, er eisini tann, hann
minnist best, tá ið krossurin
skal setast, sigur løgmaður.
Løgmaður vil ikki bróta
eina avtalu við konuna
Løgmaður venur dugliga
til langa súkklutúrin
til París í summar