týsdagur 2. juni 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Tað, sum skuldi verið meira
ella minni summarfrí frá
politiskum arbeiði, er endað
við einum valstríði hjá før
oysku politisku flokkunum.
Fólkatingsvalið ger, at tey
viðurskiftir, sum annars fáa
varpað politiskt ljós á seg, nú
í staðin eru troðkað burtur
av einum øðrum valstríði.
Síðani valið var skrivað
út, eru til dømis ongir grein
52-spurningar settir lands
stýrisfólkunum.
Seinastu
spurnignarnir
av hesum slag vóru settir
26. mei av Janus Rein, Fólka
flokkurin.
Spurningarnir
vóru til landsstýrismannin
við
mentamálum,
Bjørn
Kalsø um møguliga luttøku í
evropeisku sangkappingini,
Grand Prix.
Hann hevur eisini sett
landsstýrismanninum
við
vinnumálum, Johan Dahl,
spurninginum hvussu nógv
tað hevði givið í umtalu um
Føroyar gerast ein partur av
sangkappingini.
Vanligt er at tíðin til jóan
søku verður brúkt til at seta
grein 52-spurningar, men
í ár tykist tað sum danska
fólkatingsvalið forðar fyri
hesi siðvenju.
Tingskipanin
sigur,
at
millum jóansøku og ólavsøku
ber ikki til at seta grein
52-spurningar.
Gera seg til reiðar
Tað stendur fast, at løgtings
val verður í seinasta lagi
29. oktober í ár. Flokkarnir
hava gjørt seg til reiðar til
eitt hart valstríð, men teir
vistu eisini væl, at skrivaði
løgmaður ikki val út áðrenn
hendan dag, so fingu vit eitt
fólkatingsval áðrenn løg
tingsvalið.
Hóast tað, so var bert
hendinga flokkur til reiðar
við einum lista av valevnum,
tá ið valið endiliga var sett at
vera 18.juni.
Men nú er full ferð á
flokkunum. Listarnir eur
klárir og umframt at allir
flokkar vð umboðan í Løg
tinginum silla upp, so so
hevur Zakarias Wang eisini
gjørt ein uttanflokkalista.
Valskráirnar verða eis
ini kunngjørdar í hesum
døgum, men tað sum helst
ikki hædd er tikin fyri er, at
sum støðan er í Danmark
júst nú, so kunnu føroysku
fólkatingsumboðini gerast
avgerandi, tá ið valúrslitið
fyriliggur.
Føroysku umboðini hava
áður verið í tí støðuni og
hava gjørt sær dælt av henni.
Best kenda dømi er frá
valinum í 1998, tá ið Jóannes
Eidesgaard í veruleikanum
var 90. maðurin á tingi og
kundi avgera um Poul Nyrup
Rasmussen slapp at halda
fram sum forsætisráðharri.
Óvist er um hetta fer at
henda aftur hesaferð.
Alt bendir á, at bæði
tey grønlendsku umboðini
fara at stuðla Helle Thorn
ing og hennar síðu í Fólka
tingssalinum, meðan tað í
Føroyum er mest sannlíkt at
umboðini bæði fara hvønn í
sín part.
Í Danmark eru veljara
kanningar hvønn dag nú
valið er útskrivað, meðan
vit í Føroyum bert hava eina
rímiliga nýggj kanning, sum
er gjørd í vár.
Eftir henni, so fáa Sam
bandsflokkurin og Javnaðar
flokkurin hvørt sítt umboð
uttan serliga harða kapping.
Vert er tó at hava í huga,
at hetta er ein kanning, sum
var gjørt langt undan, at val
stríðið av álvara byrjaði.
Í Danmark er støðan so
spennandi í løtuni, at donsku
miðlarnir eru farnir at hyggja
norðureftir og gera metingar
um, hvussu tað fer at ganga
við valinum í Føroyum og
Grønlandi og gera metingar
av, hvørja ávirkan valúrslitið
í Grønlandi og Føroyum fer
at hava á danskan politikk.
Nýggjur flokkur
á tingi bjargar
Helle Thorning
Eitt meðaltal úr teimum
veljarakanningunum,
sum eru gjørdar teir
fimm fyrstu dagar av
valstríðnum, letur enn
Lars Løkke fáa 89 um
boð í Fólkatingi og Helle
Thorning 86.
Tað er Søren Risbjerg
Thomsen,
professari,
sum vanliga gera hear
meðalútrokningarnar
og fyri fyrst ferð vísa
hansara útrokningar, at
Alternativet – flokkurin
hjá fyrrverandi menta
málaráðharranum Uffe
Elbæk – vinnur upp um
tinggáttina.
Kanningarn, sum eru
gjørdar fim teir fyrstu
dagarnar í valstríðnum
siga í meðal, at Alterna
tivet fær fimmumboð á
ting.
Júst hendan umboð
anin ger, at reyða síðan
vinnur nógv fram. Ein
stakar aðrar kanningar
vísa, at reyða síðan er
farin fram um bláu síð
una í fólkatingssalinum.
Kappingin er kortini
ógvuliga jøvn og í dag er
tað ongin, sum fæst við
danskan politikk, sum
av álvara torir at gita,
hvønn veg úrslitið fer 18.
juni.
Valstríð
Valstríð undan hesum
valinum, er gjørt eitt
sindur øðrvísi enn vit
hava sæð fyrr.
Miðlarnir í Danmark
fylgja politisku leiðar
unum kring landið – og
ein journalistur er fast
knýttur at einum topp
politikara.
Valstríðið er eisini
skipað soleiðis, at fyri
hvønn dag verða tvey-
trý nýggj evnir tikin
fram, sum so verða við
gjørd til fulnar.
Mánadagin var tað
eitt útspæl frá Vinstra
um, at hugt eigur at
verða aftur eftir tí parti
av skúlaskipini, har ætl
anin var at øll skuldi
ganga í sama skúla. Altso
eisini børn, sum høvdu
brek av onkrum slag.
Nú heldur flokkurin,
at hetta helst ger meiora
skaða enn gagn og at
hugt eigur at verða eftir
hesum av nýggjum.
Eitt annað mál mána
dagin var burturkast og
klima, sum tey radikalu
settu á dagsskránna.
Í gjár vildu konserva
tivu hava, at útlendingar
sum sita í donskum
fongslum, skulu hava
vánaligari
viðurskifti
enn danskir fangar.
Hetta fyri at halda
eysturevropeum burtur
frá, at gera brotsverk í
Danmark
Soleiðis hevur hvør
dagur sína dagsskrá og
fylgir ein við í donsku
miðlunum, so sæst at
tað eru júst hesi evnir,
sum ganga aftur í øllum
valdekninginum,
Ein kann ivast í, hvør
tað er sum setir dags
skránna.
Eru tað spinnlæknar
nir hjá politisku flokk
unum ella eru tað miðl
arnir?
Í hvussu so er kann
staðfestast, at valstríð
í Danmark hesaferð er
nógv mær tilrættalagt
enn tað vit hava sæð fyrr.
Ongin
politikarari
sleppur
við
bert
at
sleingja okkurt út. Alt
verður eftirkannað fyri
at vita um hald er í tí,
sum politkkarrnir hava
sagt.
Flokkarnir hava allir
valmaskinur
aftanfyri
seg, sum syrgja fyri, at
hvør flokkur sær setir
dagsskránna.
Um
hetta
broytir
valdsbýtið fáa vit at
síggja 18. juni.
Veljarakanningrnar koma hvønn
dag undan valinum og tað er reyði
parturin í Fólkatingssalinum,
sum vinnur fram
POLITIKKUR
Føroysk umboð kunnu
avgera vald í Danmark
Valstríðið hevur broytt summarpolitikkin í Føroyum –
og fólkatingsumboðini kunnu fáa veruligt vald
Jóannes Eidesgaard var avgerandi fyri, at Nyrop
Rasmussen slapp athalda fram eftir valið í 1998
Uffe Elbæk kann tryggja,
at Helle Thorning
verður sitandi
Janus Rein er tann seinasti, sum hevur
sett grein 52-spurningar